fríggjadagur 25. mai 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 60 · 25. mai 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Appir í fartelefonini eru hentar og stuttligar at hava. Vit hava kannað og heinta tað
nýggjasta bæði av føroyskum og altjóða appum. Her er nakað av tí vit hava funnið
Ger telefonina til
eitt frálíkt APParat
Føroyskt
Portalurin hevur sína egnu app, sum er til Iphone.
Her ber til skjótt at koma at tíðindum og øðrum,
sum er at finna á portal.fo. Appin er ókeypis
Nummar.fo er føroyska telefonbókin, sum fæst til
bæði Iphone og Android. Ein hent app, sum finnur
tær navn, bústað og nummar fram. Appin er ókeypis
Kringvarpið er ein app, har tú kanst lurta og síggja
sendingar frá Kringvarpinum. Appin kostar 6 krónur
at taka niður og er til bæði Android og Iphone.
Kagedromme er
bókin hjá Oddvør
Skarðhamar sum
app til Iphone.
Appin er ætlað
føroyska og
danska marknað
inum, og er tí
líka sum bókin
á føroyskum
og donskum.
Kostar 36 krónur
at taka niður.
Stuttligt
Instagram er ein sosialur miðil
á nøkulunda sama hátt sum
Facebook, men er eisini ein
stuttligur háttur at gera myndir
meiri spennandi. Òkeypis og
til bæði Iphone og Android.
FruitNinja er
eitt frálíkt spæl,
sum bæði børn
og vaksin kunnu
spæla. Spælið
gongur út upp á
at skera frukt og
gera tað so skjótt
sum gjørligt uttan
at raka bombirnar.
Ókeypis og til
bæði Android
og Iphone.
Rumble verður kallað
tað nýggja Wordfeud.
Rumble er eitt skjótari
orðaspæl enn Wordfeud
- her skal ein finna so
nógv orð sum gjørligt
innan 2 minuttir. Avbera
spennandi og mennandi
málsligt. Ókeypis og til
bæði Iphone og Android.
DrawFree er til tín, sum
dámar at tekna. Tað er
nøkulunda sum eitt digitalt
Pictionary, har tú skal tekna
orð sum mótspælarin síðani
skal gita. Ókeypis og er
bæði Iphone og Android
Hentleikar
ShopShop er ein innkeypslisti, sum er
sera lættur at fást við. Einfalt at skriva,
hvat skal keypast, og lætt at strika, tá
keypt er inn. Ber eisini til at senda millum
sín. Appin er til Iphone og er ókeypis
QRReader er næstan eitt must, nú nógv bløð, lýsingar
og vørur ofta hava tær sokallaðu QR-koturnar á sær.
Við hesum lesaranum er tað einfalt at skanna kotuna
og koma inn á heimasíðuna. Appin er ókeypis.
Flashlight er sum
navnið sigur ein app,
sum ger telefonina til
eina lummalykt. Við at
nýta fotoblitsi verður
telefonin ein avbera góð
lykt. Er til bæði Iphone og
Android og er ókeypis.
CamCard er ein frálík app,
um tú er ein av teimum,
sum er um at drukna í
businesskortum. Við hesi
appini kanst tú lættliga
skanna kortini inn, og
navn, telefonnummar
og adressa verða goymd
í tínum kontaktum.
Ókeypis og er bæði til
Iphone og Android.
Yr.no er norska
veðurtænastan, sum er
vorðin ein favorittur hjá
nógvum. Appin er ókeypis
og løtt at fáast við. Er til
bæði Iphone og Android.