Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 60 · 25. mai 2012 7 VIKUSKIFTI Hvaðani stavar áhugin fyri myndatøku? Frá pápa mínum, sum altíð hevur tikið nógvar myndir. Hvat eyðkennir eina góða mynd? SØGAN!!! Ein góð mynd er ein sum gevur tær okkurt meira, ein stemning ella ein tanka. Myndin skal verða standandi, eisini aftaná tú flytur eyguni. Serliga myndir av persónum skula geva hyggjaranum eina kenslu av at koma at kenna hendan persónin. Hvat er týdningarmiklasta amboði í tínum arbeiði? Hugskotið! Brúki nógva tíð uppá hugskotið til eina mynd. Eg havi brúk fyri at hava ta lidnu myndina í høvdinum, áðrenn eg fari ígongd. Restin er, sum maðurin segði, reint handverk. Hvør er besta myndin, tú hevur tikið og viðgjørt? Tann seinasta Hvussu heldur tú teg í form? Vanligvís fitness nakrar ferðir um vikuna. Akkurát fyri tíðina stendur sonurin tó fyri tí partinum. Hvat ger tú í frítíðini? Tá eri eg næstan altíð saman við familjuni. Hvagar fert tú, tá tú ferðast í Føroyum? Út um hurðina. Hvat er tað besta við føroyska summarinum? Lukturin av sólheitum asfalti aftaná eitt æl! Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól á strondini ella til aktiva feriu? Aktiva feriu á strondini. Hvat er tín lívrættur? Alt vilt, serliga hara. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Hyggi stórt sæð ikki sjónvarp. Hvør bók liggur á náttborðinum? Tann stóra ævintýrbókin. Hvat gert tú um tíggju ár? Um heilsan er til tað, vónandi tað sama. Slongdi nakrar várrullur í ovnin hendan vetrardagin ein mánað eftir summarmála. Men, nei, tær smakkaðu ikki so væl sum várrullurnar, vár­ ballini, sum málkøna systkina­ barnið kallaði tær, í Crazy Grill fyri hálvari øld síðani. Verri enn so smakkaðu tær líka væl sum tær ella tey. Stór framstig sigast annars at hava verið í várbalsídnaðinum. Betri rávørur, minni salt og alt hatta har, ja, enntá hevur vist­ frøðin sníkt seg uppí. Men smakkurin. Hvar bleiv hann av? Svarið er soya. Í mínum var eingin soya. Í teimum hjá Crazy Grill varð soya oyst í foyruna, sum varð skorin eftir longdini, tá ballið kom upp úr aftur kókandi feittinum. Soya ger allan munin. Tað, sum er afturvið, ger altíð allan munin. Pylsurnar úr pylsuvognunum í Keypmannahavn smakka so væl, siga vit. Men royn at eta eina pylsu haðani uttan sinnop og tomatsós. Tá smakkar hon av ongum. Drekk eina kola uttan rom ella eina tonic water uttan ginn. Smakkar av ongum uttan. Várball uttan djúpsteiking í vikugomlum feitti uttan soya smakkar av ongum. Eru tær so vistfrøðiligar afturat, er ikki meira enn at tær kunnu etast. Í hvussu so er ikki uttan soya. Ella tak kips uttan edikk og salt. Smakka av ongum, heldur ikki av eplum. Turt tvøst uttan spik. Ella spik uttan turt tvøst. Annars skal eg ikki skræða meg meira um matgerð, tí henni havi eg millum einki og púrt einki skil fyri. Matgerð er sum so nógv annað, eitt nú tíðindi og politikk­ ur, vorðin undirhald. Tú kanst ikki tendra sjónvarpið og reika millum rásirnar uttan at onkur ger mat á teimum flestu. Við­ hvørt, tað er kortini sjáldan, síggja vit eisini onkran eta matin – við víni afturvið. So vóru vit aftur har, døgurði uttan vín. Hvat er hann? Tað, sum hugtekur meg hvørja ferð, er, hvussu lætt tað er hjá teimum í sjónvarpinum at gera mat. Millum annað at stoyta úr ein­ari skál í ein pott uttan at helvtin fer á køksborðið ella kom­ fýrin ella gólvið. Kanska er tað bara venjing. Kanska eru nógvar upptøkur gjørdar, áðrenn tað lukkaðist at fáa alt í pottin. Matsendingar eru næstan altíð beinleiðis sendingar. Tað ber ikki til at læra nakað av matsendingum, okkurt, sum tú kanst brúka, tí allur matur er skaðiligur av fananum til fyri lív og heilsu. Fyrr søgdu tey, at varð fanin kókaður í tíggju minuttir, bar eisini væl til at eta hann við brún­ari sós afturvið. Men tað var áðrenn øll hesi fólkini, sum ríka seg upp av at siga við okkum, at alt er skaðiligt, vórðu uppfunnin. Allir kokkar eru menn. Heima við hús gera kvinnurnar matin. Fólk, sum fáa pengar, løn, fyri at gera mat, eru menn. Fólk, sum gera mat fyri einki, eru kvinnur. Matur, sum smakkar sum tann hjá mammu, verður ofta sagt í lýsingum hjá matstovum fyri at lokka fólk inn á gólvið, sum so vónandi eisini er líka so reint sum gólvini, mamma vaskaði. Annars hoyrdi eg um ein, sum kom til hús eftir arbeiðstíð og spurdi, hvat tey fingu at eta. Smurt breyð var svarið. Tað var deiligt, segði hann, tí so bilar tað einki, um maturin er kaldur. Har var helst eingin góða mamma at kóka døgurða. Alt er farið av lagi, og eingin bati er at hómi. Gud átti at skapt heimin av nýggjum. Helst hevði hann gjørt nógv øðrvísi enn hina ferðina, til dømis lopið Adam um og mánadagin eisini. Viðhvørt er neyðugt at seta onkran eftir. Og Gud hevði ikki gloymt soyasósina í várballini. Tað er tann gudiliga sannheit. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 høgni heinesen lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Brúki nógva tíð upp á hugskotið Ein góð mynd er ein, sum gevur tær okkurt meira, ein stemning ella ein tanka, sigur myndamaðurin Høgni Heinesen Smakkar av ongum uttan