fríggjadagur 25. mai 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 60 · 25. mai 2012
8
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Í hesum døgum er havnarmaðurin
Teitur Lamhauge Jensen ein serstakliga
glaður men eisini troyttur drongur. Fyri
fáum vikum síðani var hann liðugur við
sína fjórðu og seinastu kemoviðgerð
fyri blóðkrabba á Ríkissjúkrahúsinum
í Keypmannahavn.
– Sjálvandi vildi eg ynskt, at eg
ikki kom út fyri hesi upplivingini, men
hinvegin so havi eg lært nógv hesa
tíðina og veit, at tá eg havi klárað hetta,
so kann eg klára alt, sigur Teitur.
Byrjaði við høvuðpínu
Tað byrjaði alt fyrst í desember mánaði.
Teitur hevði verið ógvuliga troyttur í
eina tíð og illa fyri.
– Í umleið eina viku var eg ordiliga
sjúkur, har eg hevði høvuðpínu, var
svimmul og føldi tað, sum eg hevði eina
ógvusliga influensu, greiðir Teitur frá.
Hann varnaðist ikki, at nakað álvarsamt
var áfatt, men fór allíkavæl til lækna, tí
hann var so illa fyri. Læknin bað hann
fara á ambolatoriið at taka blóðroyndir,
men av tí at Teitur var so sjúkur, valdi
hann at bíða nakrar dagar. Tá vikuskiftið
var farið aftur um bak, hevði hann tað
nógv betri og fór á ambolatoriið, har
blóðroyndir blivu tiknar. Longu næsta
dag, tann 14. desember, fekk Teitur eina
uppringing frá pápanum, meðan hann
var staddur á Tekniska Skúla, har hann
gekk á SIT.
– Babba ringdi og segði, at svar var
komið um blóðroyndirnar. Hann bað
meg koma heim beinanvegin, tí vit
skuldu á landssjúkrahúsið at tosa við
læknan, minnist Teitur, sum ikki visti,
júst hvussu álvarsom støðan var.
– Tá eg var heimkomin, fortaldi
babba mær, at tað vóru ikki góð boð
frá læknanum. Hann segði, at eg hevði
blóðkrabba, og at vit skuldu fara á
landssjúkrahúsið alt fyri eitt, sigur
Teitur. Hann gjørdist ógvuliga skakkur
og hevði ilt við at trúgva keðiligu
boðunum, tí hvussu kann ein ungur
drongur, sum ongantíð hevur drigist
við sjúku, brádliga fáa blóðkrabba?
– Eg helt, at tað kundi ikki passa
og vildi ikki ordiliga trúgva tí. Tað
var líkasum ov ógvusligt til at kunna
passa. Eg havi ongantíð verið sjúkur
ella havt trupulleikar við heilsuni, so tú
kanst ætla eg bleiv kløkkur, sigur Teitur.
Hann minnist, at hann ikki visti, hvat
hann skuldi siga í tí løtuni, pápin for
taldi honum keðiligu boðini, men hann
hvørki fór at gráta ella gjørdist illur.
– Alt gekk rættiliga skjótt fyri seg. Á
middegi var eg á landssjúkrahúsinum,
og har fekk eg at vita, at eg skuldi við
næsta flogfarinum til Danmarkar, sum
fór klokkan 14.45, sigur Teitur.
Í viðgerð sama kvøld
Bæði foreldrini hjá Teiti komu við til
Danmarkar fyri at vera hjá soninum.
Alla tíðina, meðan Teitur var innlagdur
á Ríkissjúkrahúsinum, búðu foreldrini
á Sjúklingahotellinum. Tá flogfarið var
lent í Kastup, fóru øll trý beinleiðis
við hýruvogni á sjúkrahúsið, og Teitur
bleiv beinanvegin koyrdur í viðgerð, tí
støðan var sera álvarsom.
– Tey tóku eina roynd úr merginum,
sum vísti, at blóðið innihelt 80 prosent
av krabba, og tað er rættiliga nógv,
hava læknarnir sagt mær, sigur Teitur.
Hann fekk vætu, blóð og blóðplátur
sama kvøld, sum hann var innlagdur,
og næsta dag fekk hann kemoviðgerð í
tablettformi. Henda viðgerðin tók hart
upp á 20 ára gamla Teit.
– Eg bleiv øgiliga illa fyri, spýði
og fekk febur. Matarlystin hevði eg
ongan, so eg lætnaði eini 12 kilo upp
á ein mánað, sigur Teitur. Hann var so
óheppin at fáa bruna í blóðið orsaka
av eini slangu, ið var til heilivág, sum
sat í bringuni. Henda mánaðin át Teitur
einki annað enn eina lítla skál av jogurti
um dagin.
– Eg stríddist við at fáa jogurtið
niður í meg, tí so slapp eg undan at
fáa mat ígjøgnum sondu, sigur Teitur.
Hann minnist væl, hvussu ofta tankar
nir leitaðu heim til Føroya, nú tað var
desember og vinfólkini fóru út í býin
at hugna sær.
– Jólini eru ein hugnalig tíð, sum
mær altíð hevur dámað væl. Serliga væl
dámar mær at síggja býin vera vakur
prýddan, men tað náddi eg ikki at síggja
hesuferð. Eg hugsaði eisini nógv um, at
nú fóru kammeratarnir út at stuttleika
sær og njóta jólaferiuna, ímeðan eg lá
innlagdur, greiðir Teitur frá.
Helt eg skuldi doyggja
Serliga tann fyrsti mánaðurin á Ríkis
sjúkrahúsinum kendist drúgvur hjá
Teiti. Ikki tí, tíðin frá at hann sat í við
taluhølinum hjá læknanum á lands
sjúkrahúsinum og til hann lá í sjúkra
hússongini í Danmark gekk øgiliga
skjótt.
– Hvørt kvøld í einar 14 dagar
hugsaði eg um deyðan, tá eg legði meg
at sova. Tankan »ná, nú sovni eg, og
so vakni eg ongantíð aftur« hevði eg
fleiri ferðir, men onkursvegna royndi
eg ikki at hugsavna meg um tað, tí tað
gjørdi meg keddan og ørkymlaðan,
sigur Teitur og leggur afturat:
– Tað var tó ikki soleiðis, at eg
ímyndaði mær mína egnu jarðarferð
ella nakað, sjálvt um eg roknaði við, at
nú var ikki nógv tíð eftir hjá mær her
á jørðini, greiðir Teitur frá. Allir hesir
ymsu tankarnir, sum Teitur gjørdi sær,
eru ikki óvanligir, tá fólk verða rakt av
álvarsamari sjúku. Tískil fekk Teitur
eisini sálarfrøðiliga hjálp í boðið fleiri
ferðir, meðan hann var sjúkur. Tí til
boðnum tók hann ikki av.
– Eg tosaði ikki við nakran um teir
tankarnar, sum eg gekk við, sjálvt um
mamma, babba og báðir beiggjarnir hjá
mær vóru har. Og eg tímdi so slett ikki
at skula tosa á donskum við onkran
sálarfrøðing, fortelur Teitur við einum
smíli. Fyrstu tíðina hevði hann lítið og
einki samband við onnur enn foreldrini,
beiggjarnar, læknar og sjúkrasystrar,
sum vóru á deildini, Teitur lá á á Ríkis
sjúkrahúsinum. Áðrenn hann fór til
Danmarkar, ringdi hann til sín góða
vinmann og systkinabarn og greiddi
honum frá um støðuna.
– Fyrstu tíðina, tá eg legði meg at sova, hugsaði eg, at nú fór eg ongantíð
at vakna aftur. Tað sigur 20 ára gamli Teitur Lamhauge Jensen, sum í
desember fekk staðfest blóðkrabba. Nú er hann frískur, men tíðin á Ríkis
sjúkahúsinum, tá hann var sera illa fyri, hevur merkt hann fyri lívið
nú klári
eg alt
mynd: heinesen myndir