Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 60 · 25. mai 2012 10 VIKUSKIFTI – Eg ringdi til hann, beint áðrenn eg skuldi vestur á flogvøllin í Vágum. Eg segði akkurát sum var, men hann trúði mær ikki heilt. Seinni prátaðu mammur­nar hjá okkum saman, og tá gekk tað upp fyri honum, hvat tað var, sum var hent. Jólaaftan í Ríkissjúkrahúsinum Teitur hevði ongantíð ímyndað sær, at hann skuldi royna at hava hildið jóla­aftan á Ríkissjúkrahúsinum. Men soleiðis bleiv tað á jólum í fjør. 24. desember bleiv ein alt annað enn ein van­lig jólaaftan, minnist Teitur. – Jólaaftan var eg komin upp at ganga aftur, sjálvt um eg framvegis var ússaligur. Fyrr um dagin ætlaði eg mær at súkkla á eini kondisúkklu, men í tí eg skuldi bukka meg niður at binda lissur á skógnum, fór eg at bløða ógvusligt næsa­blóð. Tað var akkurát sum at tendra ein vatnkrana, sigur Teitur. Blóðið hjá Teiti var so mikið tunt, at tað vildi ikki staðna aftur, og tá hann í eina góða løtu hevði bløtt næsablóð niður í ein posa, mátti ein næsalækni til­kallast, soleiðis at æðrarnar í nøsini kundu brennast. Teitur var skakkur av hesi hendingini, men dagurin bleiv als ikki betri. Seinnapartin jólaaftan fekk hann bruna í fótin, orsaka av nøkrum stórum bløðrum, hann hevði fingið um allan kroppin. Læknarnir hildu, at hann hevði fingið stafylokokkar, sum er eitt slag av bakteriu. – Eg hevði øgiliga ilt av bløðrunum, so eg fekk nógv morfin, minnist Teitur. Á deildini, har Teitur lá, fingu tey øll dunnu at eta jólaaftan, men kemo­við­ gerðin hevði við sær, at stórt sæð allur smakksansurin hjá Teiti var horvin, so hann át jóladøgurða uttan at merkja góða smakkin frá dunnuni. Beiggin í Føroyum var komin til Danmarkar at halda jól saman við Teiti, foreldrunum og hinum beiggjanum, og hann hevði eitt heilt kuffert av gávum, sum allar vóru ætlaðar Teiti. – Eg havi ikki fingið so nógvar jóla­ gávur, síðani eg var smádrongur, men eg var so mikið illa fyri og troyttur av morfin­inum, at eg sovnaði tíðliga um kvøldið jólaaftan. Fekk blóðtøpp á nýggjárinum Nýggjársaftan bleiv eisini hildin á Ríkis­ sjúkrahúsinum, tí Teitur var framvegis í viðgerð og innlagdur. Orkan var heldur ikki serliga nógv enn, men hann orkaði tó at vera uppi um midnáttarleitið og síggja yvir á Ráðhúsplássið og Tivoli, tá stóra fýrverkið var. Um hálvgum eitt tíðina fekk Teitur brádliga ógvusliga pínu í armin. – Knappliga føldi eg tað, sum at onkur smekkaði meg fleiri ferðir í armin við einum hamara. Eg hevði øgiliga ilt, og eina løtu seinni, var arm­ urin so mikið hovin, at tað sá út sum ein posi hekk í arminum. Fingrarnar fekk eg heldur ikki knýtt, greiður Teitur frá. Sjúkrasystrarnar vistu ikki beinan­ vegin, hvat bagdi Teiti, men ein ultra­ ljóðkanning seinni um náttina staðfesti, at hann hevði fingið ein blóðtøpp í armin. – Tað var stortnað blóð í æðrunum í arminum, og tí hevði eg fingið ein tøpp. Har var ikki nógv annað at gera, enn at koyra okkurt krem á, og so fekk eg serligar pínutablettir í einar tvær vikur, sigur Teitur. Fólk hugsaðu um meg Fyrstu tíðina samskifti Teitur stórt sæð ikki við vinfólkini í Føroyum. Orkan var ikki til telefonprát, sms ella Facebook, men vinfólkini høvdu á ongan hátt gloymt hann fyri tað. Tá Teitur fór aftur á Facebook, eftir ikki at hava loggað á í ein góðan mánað, bleiv hann ikki sørt bilsin. – Tá eg fór á Facebook aftur, høvdu ein rúgva av fólki skriva til mín, har tey millum annað fortaldu, at tey vóru hørm um støðuna og ynsktu mær alt tað besta, sigur Teitur. Eisini fólk, sum hann ikki kennir, men sum høvdu hoyrt um hansara støðu, skrivaðu til hansara. – Tað var eitt sindur løgið, at so nógv skrivaðu, og onkursvegna var tað eis­ini eitt sindur rotið at vita, at øll har heima snakkaðu um ein, greiðir Teitur frá og fegnast um tann dygga stuðulin, hann hevur fingið hesa tíðina. – Eingin vendi mær baki. Vinfólkini vístu seg bara at vera enn betri vinfólk, enn eg helt, og eisini tey, sum eg kanska ikki fylgdist so nógv við, vóru ótrúliga fitt og stuðlandi, sigur Teitur. Hann skuldi tilsamans hava fýra kemo­við­ gerðir, og serliga tvær tær seinastu fóru illa við honum. – Bæði triðju og fjórðu ferð eg fekk kemo, bleiv eg aftur øgiliga sjúkur, tí hesar við­gerðirnar vóru sterkari enn tær undan­farnu, fortelur Teitur, sum ongan­tíð misti alt hárið á høvdinum undir sjúkra­leguni, sum fleiri annars gera. – Sjálvt um hárið gjørdist nokkso tunt, so misti eg ongantíð alt hárið. Ímeðan eg var niðri, trimmaði eg mær fleiri ferðir, so um so var, at eg hevði mist alt hárið, hevði tað ikki gjørt mær tað stóra. Men nú eg hugsi um tað, so var tað kanska tað sum eisini gjørdi, at eg ikki sjálvur helt meg síggja so sjúkan út. Venjing og bjartskygni hjálpir Í apríl mánaði var Teitur liðugur við sein­astu kemoviðgerðina, og sambært lækn­unum eru ongar krabbakyknur at síggja í blóðinum nú. – Tá eg var liðugur við seinastu kemo­viðgerðina var tað ein øgiligur lætti. Endiliga kundi eg síggja ein enda á hesum, sigur Teitur, sum ímillum sein­ astu kemoviðgerðirnar hevur havt egið kamar á Sjúklingahotellinum. So hvørt sum orkan gjørdist størri, fekk hann í boðið at vera við í eini granskingar­ ætlan um venjing í samband við blóð­ krabba. Teitur hevur tí vant ímillum kemo­viðgerðirnar og tað er nakað, hann er sera glaður fyri. – Eg havi ongantíð trenað nakað sum so, men nú dugi eg at síggja, hvussu stóra ávirkan likamlig rørsla hev­ur fyri kropp og sinn. Ímeðan eg var sjúkur, bleiv eg til tíðir eitt sindur depri­meraður, men so skjótt eg byrjaði at venja saman við einum fysio­tera­ peuti, merkti eg, hvussu gott eg fekk tað, sigur Teitur, sum hevur vant styrki og konditiónsvenjing á Ríkissjúkra­hús­ inum. Sjálvur heldur hann seg ikki vera stórvegis broyttan eftir at hava verið sjúkur, men allíkavæl sigur hann seg vera merktan av upplivingunum sein­ asta hálva árið. – Eg haldi, at eg eri blivin vaksnari. Nú veit eg, hvussu skjótt lívið kann broytast frá einum degi til annan, og tað er nakað eg hugsi um. Haldi eisini, at eg ansi betur eftir mær sjálvum sum heild, sigur Teitur. At vera 20 ára gamal og hava upplivað álvarsama sjúku krevur ótrúliga nógv av psykuni hjá fólki, heldur Teitur, men hann er sannførdur um, at hansara positivi hugburður alla hesa tíðini, hevur hjálpt bæði honum og teimum nærmastu. – Tað er umráðandi at vera positivur og brúka orkuna rætt, tí tá verður alt lættari, sigur Teitur, sum í løtuni er sjúkra­meldaður. At hann fekk blóð­ krabba og gjørdist frískur aftur, hevur fingið hann at hyggja eitt sindur øðrvísi upp á lívið. – Nú hugsi eg um, at eg vil hava so nógv sum gjørligt burturúr, meðan eg eri her, og tí royni eg eisini at gera ymisk serlig ting saman við familju og vin­fólkum, sum vit kunnu minnast aftur á, sigur Teitur. Eitt nú hava hann og tveir vin­menn í hesum døgum leigað sær eitt lekkurt summarhús í Danmark, har teir skulu búleikast í tvær vikur, meðan teir njóta danska summarið og fara til kapp­ingina Danmarks Hurtigste Bil. – Eg veit fullvæl, at eg altíð kann gerast sjúkur aftur, men læknarnir siga, at nú eri eg í sama vandabólki sum øll onnur at fáa blóðkrabba. Nú sær alt gott út, og so tími eg ikki at hugsa alt hitt. mynd: heinesen myndir mynd: privat – Tá eg var liðugur við seinastu kemo­viðgerðina var tað ein øgiligur lætti. Endiliga kundi eg síggja ein enda á hesum, sigur Teitur