fríggjadagur 25. mai 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 60 · 25. mai 2012
11
VIKUSKIFTI
Grand Prix
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Summi elska Grand Prixið, onnur
tola ikki kappingina, men øll vita vit,
at kappingin er til – og vit tey flestu
munnu kenna sangir, sum eru komnir
fram umvegis kappingina.
Waterloo hjá ABBA, Fairytale hjá
Alexander Rybak, Fly On The Wings
Of Love hjá Brøðrunum Olsen, Hard
Rock Hallelujah hjá Lordi, Digge-Loo
Digge-Ley hjá Herreys eru nakrir av
sangunum, sum tú skalt hava havt
óvanliga selektiv oyru fyri ikki at
kenna.
Grand Prix kvøldið er eitt veitslu
kvøld í nógvum europeiskum
kvøldum, og hóast føroyingar ongan
tíð hava luttikið beinleiðis í kapping
ini, hava fólk her á landi eisini fylgt
væl við sangkappingini, sum verður
sjónvarpað beinleiðis kring alt Europa
og aðrastaðni
Stórur áhugi
Eurovision kappingin er ein av teimum
mest sæddu sjónvarpshendingunum
kring heimin, tá ið stórar ítróttar
hendingar ikki verða roknaðir uppí.
Hyggjaratalið í sjónvarpi hevur
verið upp í 600 milliónir okkurt av
árunum.
Tað er ikki bert í Europa, at hugt
verður eftir Grand Prixnum. Lond
sum Australia, Brasil, India, Japan,
Mexico, USA og Thailand senda eis
ini Grand Prixið, og seinastu árini
hava túsundtals fólk fylt kappingini
umvegis internetið.
Aserbajan
Hetta vikuskiftið verður Eurovision
sangkappingini hildin fyri 57. ferð.
Kappingin verður hesaferð í Baku í
Aserbajan, eftir at landið í fjør vann
kappingina við sanginum Running
Scared, sum var skrivaður í Svøríki.
42 lond eru við í kappingini hesa
ferð, men summi lond eru longu send
heim, eftir at hálvfinalur hava verið
hesa vikuna. 26 lond eru við í finaluni,
sum verður leygarkvøldið – av teim
um eru Aserbajan, Frakland, Týsk
land, Spania, Italia og Stóra Bretland
komin beinleiðis í finaluna.
Atkvøðugreiðslan fer hesaferð
fram, eftir at allir sangirnir eru fram
førdir. Seinastu tvey árini hava fólk í
teimum luttakandi londunum kunnað
sent sms-atkvøður undir allari kapp
ingini, men nú er almenna atkvøðu
greiðslan avmarkað til eitt korter eftir
framførslurnar. Í øllum londunum
verða stig latin út frá sms-atkvøðum
og einum dómarabólki, sum telja
helvt um helvt.
42 lond hava í ár luttikið í Eurovision sangkappingini, og leygar
kvøldið skal vinnarin finnast, tá ið finalan verður í Aserbajan
Stóra Grand
Prix kvøldið
Kypros hevur vunnið seg í
finaluna leygarkvøldið
Mest sermerktu luttakararnir hesaferð eru russisku ommurnar, sum
ivaleyst verða millum tey fremstu í atkvøðugreiðsluni leygarkvøldið
Írsku luttakararnir eru Jedward