Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 60 · 25. mai 2012 14 VIKUSKIFTI Søga Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í einum fyrrverandi handilshølum mið­ skeiðis á Tvøroyri, hittast javnan fólk, ið hava áhuga fyri fornminnum, farnari tíð og ikki minst tíðini, tá kolavinnan hevði týdning fyri Suðuroynna og før­ oy­ingar annars. Og arbeiðsbólkurin hevur sett sær fyri at fáa søguna um kolið fram í ljósið aftur. Bólkurin er settur saman av per­són­ um úr Hvalba, Tvøroyri og Famjin og í útvið 3 ár hevur bólkurin fingist við doku­mentararbeiði. Gomul søga Søgan um kolið er yvir 300 ára gomul. Longu í 1600 talinum leita onglendingar eftir koli í Suðuroynni. Hvussu hetta hongur saman hevur arbeiðsbólkurin eisini sett sær fyri at fáa lýst nærri. Men tað eru ikki so nógv ár síðani, at tað fór at ganga afturá við kolavinnuni. Undir seinna heimsbardaga var nógv virksemi og kol varð flutt kring allar Føroyar. Menn hildu fram at grava kol eftir krígslok í Hvalba, Tvøroyri og Famjin. Í dag kenna tey flestu óivað mest til kola­vinnuna, sum hevur verið upp til okkara dagar í Hvalba. Minni kent mill­ um manna er kanska, at kol eisini í síni tíð varð útvunnið í Porkeri, Sumba og Víkar­byrgi. Nútímans Nógv kol fór t.d. úr Fámjin til Sanda­ vágs, og Hvalbingar høvdu bátar, sum teir sigldu kring alt landið við koli. Virksemið dróg sjálvsagt fólk til Suður­ oyar at arbeiða, og í fólkateljing í 1801 í Hvalba verður sagt frá monnum úr Noreg, sum búðu í Hvalba. Fleiri eftir­ nøvn kunnu í dag eisini vísa sína søgu aftur til hesa tíðina. Stóra virksemið hevði eisini nýggjar tíðir og amboð við sær. Í samband við út­flutning, so varð arbeiðið gjørt meira nútímans og tráðbani gjørdur har, sum viðarlundin í Trongisvági er nú. Hesin var niðurlagdur í 1937 og tá kom tráðbanin oman á Drelnes, og sæst okkurt av honum standa uppi enn. Hesin var 3 kilometrar langur. Tráðbani var eisini í Fámjin. Nógv koladust varð útflutt til Dan­ markar, serliga eftir annan heims­bar­ daga, og trolarar nýttu kol og eisini Smyril nýtti kol. Framá Dokumentararbeiðið gongur framá, og eittnú eru myndir hjá Zakariasi Hammer til taks, eins og Dokumentar. fo hevur tikið upp. Men í løtuni er ar­ beiðs­bólkurin spentur uppá sjón­varps­ sendingar um kolasøguna, sum Ivan Niclasen í Kringvarpinum stendur fyri. Kerstin Von Post Ein av meira litríku pørtunum í kola­ søguni í Suðuroynni er søgan um svensku Kerstin von Post, sum í dag óivað hevði verið rópt útlendskur íleggjari. Henda søgan er væl lýst og er ikki heilt stutt. M.a. hevur Helgi Eidesgaard skrivað áhugavert um lívssøgu henn­ ara: Stutt kann sigast, at svenska aðals­ dáman, fødd í 1835, vaks til á einum garði í Julita sókn í Svøríki. Hon hevði áhuga fyri list og ein dreym um at gerast listakvinna. Hetta førdi hana m.a. til París. Listin fekk fastatøkur og hon gjørdist sera vird listakvinna, hóast hetta ikki júst var tað, sum mamman hevði ætlað. Kríggj brestur á, og Napoleon III hev­ur ikki eydnuna við sær og París verð­ur kringsett. Kerstin von Post má fara frá listaskemmu síni, sum lá í eini av fínaru gøtunum, og seinni gekk leiðis til Keypmannahavnar. Keldur á Tvøroyri siga, at ein máln­ ingur, sum von Post gav kirkjuni á Tvøroyri, enn er í kirkjuni. Og tað var eisini serstakliga fyri málningar við bíbilsk­um myndevnum, at hon fekk virð­ing. Stutta søgan er síðani, at mamman doyr, og Kerstin keypir systkin síni út av garðinum, og situr tá við 52 gørðum og bygdum, ið hoyrdu til góðsið. Síðani fór Kerstin aftur til París. Seinni byrjar hon at seta pening í ymiskt, og ofta ymiskt, ið hevði stóran váða. Og hetta fekk hon skjótt at merkja, tá tíðirnar versnaðu. Tað er í 1875, at Kerstin von Post fær rættindi at høgga kol í Suðuroynni frá Allani Dahl, sum hevði fingið tey við kongaligari samtykt 1. mars í 1873. Rætt­ indini fevndu tó ikki um Hvalbiar sókn. Í juli í 1877 sæst í blaðnum Lindesbergs Allahanda, at von Post hevur selt sín lut í kolagrevstri í Føroyum. Keyparar eru fransmenn og fyri tað fær hon 600.000 Francs í reiðum peningi og 2 mió. Francs í partabrøvum. Kerstin hevur tó neyvan selt alt, og hon heldur fram í Suðuroynni í fleiri ár eftir hetta. Í 1877 sæst, at sviar koma til Føroya við kolavinnu fyri eyga. Í 1890 fær fransmaður loyvi, eftir umsókn frá von Post, ið fevndu um rættin at høgga kol í Suðuroy, at útvinna kopar, jarn­ stein og eldfast leir í Suðuroy og rætt at útvinna kopar í Nólsoy. Ein arbeiðsbólkur hevur longi arbeitt við at lýsa søguna um kolavinnuna í Suðuroynni, og nú røkist fyri, at føroyingar fáa søguna. Partvís hevur bólkurin savnað skrivligt tilfar, og eisini lutir og skjøl, ið hava samband við tíðina, tá grevstur eftir kolið hevði stóran týdning, men eisini er eydnast at fáa Kringvarp Føroya at gera sending um hesa vinnuna. Áhugaverd er t.d. søgan um pengasterku svensku kvinnuna Kerstin von Post, sum keypti jørð og rættindi at útvinna eittnú kol í Føroyum Søgan um kolið fram úr myrkrinum Bátar førdu kol kring oyggjarnar