fríggjadagur 25. mai 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 60 · 25. mai 2012
15
VIKUSKIFTI
Í bókini Fylking sæst, at von Post í
1894 fær endurnýggja sítt upprunaloyvi
og fær eisini meinlík loyvi, sum áður
nevndi fransmaður.
Bløðini Kalmar og Dannebrog vita
í 1895 at siga, at von Post hevur vitjað
ofta í Føroyum, Suðuroynni, hevur
rættindi til kolavinnu og at hon hevur
keypt rættindini frá jarðareigarum á
staðnum. Loyvisbrævið ásetir, at gongd
skal vera komin á ídnaðin í seinasta
lagi 1. juli 1897. Eisini verður sagt, at
franskir pengamenn eru við í hennara
samtaki.
Um vit her leypa eitt sindur, so verður
tó hesa tíðina skriva jaliga um hesa
vinnuna í Føroyum í svenskum bløðum.
Men veruleikin er helst ein annar.
Gongd kom ikki veruliga á arbeiðið,
og ásett stóð í loyvisbrævinum, at var
ikki gongd í vinnuni í 1897, so duttu
loyvini burtur. Men tann 31. august í
1901 fingu loyvini virknaðin aftur, og
menn byrjaðu at høgga kol, men bert
til heimamarknaðin, so kolaævintýr
spurdist onki burtúr. Fransmenn og
Kerstin von Post niðurløgdu arbeiðið
í 1904.
Enn sigst tó, at onkur jarðarteigur er
í Suðuroynni, sum von Post ongantíð
slapp sær av við, og tí er hendan moldin
sostatt oívað ogn hjá onkrum svia. Men
um hetta er so, verður kanska ljós
varpað á, so hvørt sum arbeiðsbólkurin
í handilshølunum miðskeiðis á Tvøroyri
finnur fleiri skjøl fram í ljósið.
Mynd: D. Olsen
Kolamenn
Arbeiðsbólkur, ið dokumenterar tíðina, tá grevstur eftir koli hevði týdning í
Føroyum. Á myndini eru Arni Nielsen, Einar Larsen, Jonny Dimon og Tórður
Enni. Við í bólkinum eru harumframt Bent Albinus og Rúni Thomsen
Ein arbeiðsbólkur í Suðuroynni hevur longi starvast
við at dokumentera søguna um kolagrevstur, men
tey høvdu eitt ynski um at fáa hetta fram. Og helst
til filmstilfar.
Her kom Ivan Niclasen inn í myndina.
– Okkara uppgáva er at finna útav, hvussu vit
kunnu laga hetta til sjónvarpssendingar, sigur Ivan
Niclasen.
– Ætlandi verður hettar til tvær sendingar. Frá
ár 1600 til ár 1900 og so 20. øld, og her hava vit
samrøðu við nógvar persónar, nógv eldri fólk, ið
minnast tíðina, og sum hava arbeitt í kolavinnuni,
sigur Ivan Niclasen, sum ger sendingarnar saman við
Hans Peturi Hansen, upptøkumanni.
Teir báðir hava samstarvað nógv og hava drúgvar
royndir, og gleða seg eisni til hesa uppgávuna.
– Søgan um kolið er ikki bara søgulig, ella bara
søgan um kolið, men hetta hevur eisini havt stóran
samfelagsligan týdning. Tað er hugtakandi at hugsa
um, hvussu fremmant hetta er okkum í dag, og
hvussu harður gerandisdagurin hevur verið tá, sigur
Ivan Niclasen.
– Tað hava eisini verið ringar tíðir, so fleiri í
Fámjin, Hvalba og á Tvøroyri hava ikki havt annað
val, hóast tað var eitt stríð. Hetta er ein sera
drúgv søga, sum skal setast í størri heild, t.d.
ídnaðarkolveltingina. Tað er umráðandi at fáa eina
heildarfatan av hesi søguni, sigur Ivan Niclasen.
Hann sigur, at tá ein arbeiðir við tilfarinum um
kolavinnuna, so fær ein virðing fyri teimum, ið hava
havt sín gerandisdag í kolavinnuni.
– Bólkurin aftanfyri hevur eisini gjørt stórt
arbeiði, og gjørt nógv fyri at fáa hetta til sjón
varpssending, sigur Ivan Nivlasen, sum heldur, at
sjónvarpsmiðilin í hesum førinum er minst líka
góður, ella betri, enn bókin.
Ivan Niclasen frá Kringvarpinum tekur sær av at gera
søguna um kolagrevstur í Føroyum til sjónvarpssendingar
Sjónvarpssendingar
um kolagrevstur í Føroyum
Ivan Niclasen og Hans Petur Hansen gera her prát og upptøkur við Dánjal av Rana, sum
minnist aftur á tíðina, tá grivið varð eftir koli. Upptøkurnar fara fram á loftinum í gomlu
læknahúsunum miðskeiðis á Tvøroyri, har Fornminnafelagið í dag heldur til og sýnir fram
Mynd: D. Olsen