Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

baksíðan... Í hvørjum landi eru hesir býir? Síðani gongur leiðin út um Danmark til Herning, Silkeborg, Ålborg og Århus. Vikublaðið   Ikki annað av hinum? Havnar Hornorkestur vil nú at enda spæla fyrsta ørindi úr tjóðsangi okkara. 1. maidagshaldið á Vaglinum Nær er tað ikki tað? Samfelagsligar avbjóðingar fyri framman Portal.fo Koyra tey so skjótt? Átak um ferð hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Trygd Vágaportalurin Ljóðar vandamikið Finnur Johannesen, bátsformaður á Vestmenningi, vónar og væntar, at spildur nýggi Vestmenningur fer at liggja omaná hjá 10-mannaførunum í ár. Norðlýsið Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein einki dust í krókunum Hesi heldur óvanligu húsini standa í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík. Kreativ bygging við rundum formum, sum mann sjáldan sær. Stríðið um rokkin er vunnið Tað er líkt til, at drúgva stríðið um Rockall er vunnið – og føroyingar stóðu eftir sum vinnarar. Í øllum førum hava vit fingið eina mynd, sum vísur rokkin á føroyskari jørð. Meira Men In Black Í gjárkvøldið hevði filmurin Men In Black 3 heimsfrumsýning. Undanfarnu filmarnir um Men In Black vóru sera væl umtóktir, og nú ger Will Smith og Tommy Lee Jones aftur um seg á hvíta tjaldinum – hesaferð gongur søgan í stóran mun fyri seg í 1969. Filmurin verður sýndur í 3D í Havnar Bio. Men In Black – 3D Biografilmur Frá 24. mai Bárður í Focus Í dag letur upp framsýning við Bárði Jákupsson í Galerie Focus í Havn. Framsýningin hevur opið fram til 7. juni. Hon er ikki bílig Tróndur Vatnhamar, tá ið hann á Rás2 avdúkaði Medinu sum høvuðsnavn á konsertdegi í Vágsbotni í summar Tá ið Villy Søvndal um tvey ár ella fyrri missir sessin sum uttanríkisráðharri, leggur hann eftir seg eina slóð av linum fráboðanum, vanligum dugnaloysi, lyftisbrotum, hykli og ósannindum. Ongantíð áður hava vit havt ein uttanríkisráðharra, sum meinti so nógv í andstøðu og maktaði so lítið sum ráðharri. Ein ónytta. Danska Ekstrablaðið gevur Villy Søvndal eina flongju av teimum heilt stóru í oddagrein Upp á tvørs Um tað er vánaligt veður og vindur sum er orsøkin, vita vit ikki, men í øllum førum stendur hesin bilurin parkeraður heldur tvørliga uttan fyri Veðurstøðina.