Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 47 - 9. mars 2004 Seinastu innleiðandi dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið verða leiktir komandi vikuskifti FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verða AB, Sumba, FS Vágar og TB, sum skulu kappast um seinastu pláss- ini í bólkaspælinum. Hetta stendur greitt eftir dystirnar um vikuskiftið, sum onkursvegna eisini tóktust markera, at nú er fótbólturin um at fara á rull av álvara. Mest stóðo á hjá ávíka Sumba og TB, sum bæði noyddust út í longda leik- tíð, áðrenn tað eydnaðist teimum at tryggja sær víð- ari luttøkuna. Í Sumba mundu leirvík- ingar eisini iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at kom at koma víðari, tí eftir at Norbert hevði lagt Sumba á odda fyri steðgin, var tað LÍF, sum sat á tí mesta. Teir vendu eisini støðuni til 2-1, og stutt fyri leiklok høvdu teir ein meira enn gyltan møguleika, men tá hesin varð misnýttur, kundi Rene Thomsen ístað- in nýta yvirtíðina til at javna. Og í seinasta minutt- inum av umdystinum setti Norbert so trumf á, tá hann fyri aðru ferð sendi bóltin í netið til endaliga úrslitið. Sumba skal komandi vikuskiftið takast við FS Vágar, sum ikki hevði stór- vegis trupulleikar av Fram. Her endaði dysturin við 3-0 sigri, og tó at tað bert var tað eina málið á muni fyri steðgin, so var sigurin hjá Vágamonnum ongantíð í vanda. Drama á Svemýru Á Tvøroyri var sum vant dramatikkur í luftini, tá Royn vitjaði. Tað varð TB, sum leikti seg víðari, men tað var ikki fyrr enn eftir umdyst, at sera væl stríðandi Royn-lið, sum at enda bert hevði níggju mans á vøllinum, mátti geva skarvin yvir. Alt bendi annars rætta vegin, ta´Martin Østerbæk legði heimaliðið á odda, men á Gisli Sveinbjørnsson javnaði í seinna hálvleiki, fór av álvara at standa á. Og tó at Royn eftir hetta fekk tveir leikarar riknar av vøll- inum, so megnaðu teir at halda støðuni til langt inn í umdystin. Her eydnaðist at enda Óla Johannesen at beina bóltin í netið eftir hornaspark, og so er TB til reiðar at taka ímóti AB. Og argjamenn tykjast vera væl fyri í ár. Á heima- vølli høvdu teir ongar sum helst trupulleikar móti B71, sum helst væl kundu hugs- að sær, at Símun Hansen framvegis leikti fótbólt í barndómsfelagnum. Tí Símun – sum nú spælir í AB – var uttan iva besti leikarin á vøllinum á Argj- um leygardagin. Sjálvur skeyt hann tvey mál, og í nógvar aðrar mátar hevði hann eisini høvuðsleiklutin á einum AB-liði, sum tykist væl mannað til at taka lut í oddastríðnum í landskapp- ingini. Úrslitini AB-B71 4-0 (2-0) 1-0: Símun Hansen 2-0: Johnny Samuelsen 3-0: Símun Hansen 4-0: Jan Jørgensen Sumba-LÍF 3-2 eftir umdyst 2-2 (1-0) 1-0: Norbert Luschak 1-1: Magni Høgnesen 1-2: Sigfriður Olsen 2-2: Rene Thomsen 3-2: Norbert Luschak FSV-Fram 3-0 (1-0) 1-0: Birgir Joensen 2-0: Jack Johansen 3-0: Tór-Ingar Akselsen TB-Royn 2-1 eftir umdyst 1-1 (1-0) 1-0: Martin Østerbæk 1-1: Gisli Sveinbjørnsson 2-1: Óli Johannesen Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 9 8 - 0 - 1 578 421 157 27 2 VB 8 8 - 0 - 0 558 414 144 24 3 VÍF 8 5 - 0 - 3 517 426 91 19 4 Neistin 7 3 - 0 - 4 474 445 29 14 5 StÍF 9 2 - 0 - 7 483 564 -81 9 6 Søljan 8 2 - 0 - 6 383 498 -115 6 7 Kyndil 9 1 - 0 - 8 344 569 -225 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 6 3 - 1 - 2 481 449 32 16 2 VÍF 6 4 - 0 - 2 449 402 47 14 3 Neistin 6 4 - 0 - 2 459 428 31 14 4 StÍF 6 3 - 0 - 3 413 390 23 13 5 KÍF 6 2 - 0 - 4 428 492 -64 7 6 H71 6 1 - 1 - 4 396 465 -69 5 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 18 15 - 3 48 16 32 22 2 TB 18 14 - 4 47 15 32 20 3 Dráttur 18 10 - 8 37 29 8 16 4 ÍF 18 7 - 11 25 36 -11 10 5 KÍF 18 7 - 11 25 44 -19 9 6 Fleyr 18 1 - 17 11 53 -42 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 14 12 - 2 38 9 29 17 2 Mjølnir 14 13 - 1 39 9 30 19 3 SÍ 15 7 - 8 27 27 0 10 4 Fram 14 2 - 12 10 37 -27 2 5 Fleyr 13 1 - 12 5 37 -32 2 Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 158 (28) Aukse Vysniaskaite VB 146 (41) Nicoleta Radu Søljan 143 (33) Daiva Tuomaite VB 126 (16) Ioana Rápa VÍF 121 (27) Gurið Mortensen VB 113 (6) Katarina Stepanov Stjørnan 110 (20) Melica Ergic StÍF 108 (14) Joan M. Djordjevic Stjørnan 104 (44) Sóley Mikkelsen VÍF 102 (21) Irina Radovici VÍF 91 Annika Ljósstein Stjørnan 88 (19) Poula D. Olsen StÍF 85 Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 84 Bára S. Klakstein Stjørnan 82 (1) Menn Dragisa Stojovic Neistin 104 (3) Halgir D. Olesen H71 103 (9) Blagoje Buha Neistin 101 (23) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 100 (36) Damir Oros KÍF 96 (29) Ingi Olsen VÍF 89 (23) Áki Mørk Neistin 87 (19) Jacob Jónsson Kyndil 75 Petur Martin Poulsen KÍF 74 Henrik Gerster H71 74 (29) Høgni Klein Kyndil 72 (2) Gert Hansen KÍF 72 (3) Agnar Joensen VÍF 72 (10) Alexandur Johansen StÍF 72 (27) Regin Petersen KÍF 71 (1) Hóast hann misti stóran part av grundspælinum, er Damir Oros nú av álvara farin at nærkast toppinum av máltindinum Bólkaspælið nærkast Dramatikkurin var øgiligur á Sevmýru, tá grannauppgerð var millum TB og Royn Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 26 Nr. 47 - 9. mars 2004 27 Útbjóðing av lastbilaflutningi Flutningur av gróti, skervi og sandi millum bryggj- una á Langasandi og grótbrotið í Hundsarbotni verður við hesum boðin út alment. Áhugað kunnu venda sær til LV-skrivstovuna,Ting- húsvegur 5, tlf. 311333, har frágreiðing og treytir verða útflýggjað. Landsverkfrøðingurin Starvsfólk til barnaansingina í Leirvíkar kommunu Til Útibarnagarðin hjá Leirvíkar Kommunu verður søkt eftir fólki at byrja 01.mai 2004. Stovnurin er skipaður í tveimum eindum, onnur eindin við børnum í skúlaaldri úr 1. og 2. flokki og hin eindin við børnum í aldrinum 5 - 7 ár. Vit søkja eftir fólki, sum dáma væl at vera úti í nátt- úruni, hava eitt opið sinni og síggja møguleikar fram um mørk. Hesi størv skulu setast: 3 pedagogar í 35 tímar/viku 1 pedagog í 30 tímar/viku 1 hjálparfólk í 40 tímar/viku Løn samb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og FKA. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Leirvíkar Komm- unu í hendi í seinasta lagi mánadagin 22.mars 2004 kl. 12.00. Um ikki nóg nógv við pedagogútbúgving søkja, verða hjálparfólk sett fyribils. Søkt verður eisini eftir 1 vaskifólki í 10 tímar/viku. Løn samb. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og FKA. Skrivlig umsókn skal vera Leirvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 22.mars 2004 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran Annu Djurhuus á telefon 443 125 ella 743 125. Leirvíkar Kommuna Postrúm 42 520 Leirvík Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Skeið í »Alesanderteknikki« Hósdagin 11.mars til sunnudagin 14.mars verður nýtt skeið hildið í »Alexanderteknikki«. Skeiðið verður hildið í Tórshavnar Musikkskúla á Frúutrøð 1. Lærari er Carsten Møller. Prísur 900,- kr. Tilmelding: Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli,tlf.31 77 55. Skeið í máling 15. mai til 21. mai heldur Birger Møller skeið í máling. Skeið fyri nýbyrjarar verður 15. mai og 16. mai. Prísur: 500,- kr. Skeið í framhald 17.-21. mai. Prísur: 1.000 kr. Tilmelding: Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli,tlf.31 77 55. Páll Nielsen, adv. Eyðhild Skaalum, adv. Sigmund Poulsen, adv. Hans Trygvi Teirin, adv. Tlf. 312171, fax 315874 Teldupostur: advokat@post.olivant.fo Heimasíða: www.advokatvirkid.fo Skrivstovufólk Vegna ein av kundum okkara við skrivstovu í Tórs- havn verður við hesum søkt eftir skrivstovufólki at byrja 1. mai ella eftir nærri avtalu. Starvið: Talan er um heildagsstarv,har høvuðsupp- gávurnar verða fyrifallandi skrivstovuarbeiði og bóking. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatvirkið. Førleikakrøv: Skrivstovuútbúgving ella onnur við- komandi útbúgving umframt royndir frá líknandi arbeiði og kunnleika til Navision bókhaldsskipan- ina. Løn- og setanartreytir: Sambært S & K sáttmálan- um og nærri avtalu partanna millum. Umsóknarfreist: Umsóknir við avrit av próvskjøl- um og møguligum viðmælum skulu sendast Advokatvirkinum, Postsmoga 85, FO-110 í seinasta lagi mikudagin 7. apríl 2004. Advokatvirkið Skansavegur 1 tlf. 312171 · telefax 315874 teldupostadressa: advokat@post.olivant.fo Leyst starv Starv sum happadráttarseljari í Tórshavn (starvið hjá Reyða Krossi Føroya] er leyst at søkja. Setanin er galdandi frá 1. juli 2004 at rokna. Samsýningin er 10% av søluni. Skrivlig umsókn verður at senda nevndini fyri happadráttin sum skjótast og í seinasta lagi 31. mars 2004. Nevndin fyri Hin Føroyska Happadráttin Gundadalsvegur 27 100 Tórshavn Stuðulsfólk Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi/hjálp- ara til 13 ára gamlan drong í Klaksvík at byrja 1. apríl 2004. Arbeiðið hjá stuðlinum er í samstarvi við drongin og stuðlsráðgevan at stuðla dronginum í at fáa ein innihaldsríkan dag. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna og er fyribils játtað til 1. februar 2005. Ynskiligt er at tann ið settur verður, hevur hóskandi útbúgving ella royndir. Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til jóruna Niclasen, stuðuslráðgeva ella Súsonnu Gaard, sosialráðgeva. Umsóknir við møguligum avritum av prógvi vera at senda til: Barnaverndarnevndina Klaksvíkar Kommuna postboks 2 · FO-700 Klaksvík í seinasta lagi 22. mars 2004. www.sosialurin.fo 27