týsdagur 9. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2004
25
Neistin-VB 22-29 (13-14):
VB missir ikki
Neistin var eingin
forðing hjá VB, sum
framvegis hevur
beina kós móti eini
veruligari FM-finalu
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Undan leygardegnum varð
útidysturin móti Neistanum
mettur sum ein av tveimum
møguligum snávingarstein-
um hjá VB-kvinnunum,
sum framvegis liggja trý
stig aftan fyri oddaliðið
Stjørnuna.
Ikki minst komst hetta av,
at Neistin í grundspælinum
megnaði at vinna dystin í
Vági móti VB, men hetta
fingu tær ikki loyvi til at
endurtaka leygardagin.
Fyrstu longu l,øtuna var
Neistin tó heilt væl við í
dystinum hesaferð. Ein part
av fyrra hálvleiki vóru tað
eisini tær, sum høvdu
leiðsluna í dystinum, men
tá seinni hálvleikur fór
ígongd, setti VB alt upp á
pláss. Við eini krútsterkari
verju, sum sjáldan loyvdi
Neistanum bara tað allar-
minsta, megnaðu tær fyri
tað nógva at halda mótstøð-
uni burturi frá nøkrum
opnum málmøguleikum, og
so kundi eyðkenda kontra-
spælið hjá VB tryggja teim-
um sigurin.
Finalan bíðar
Og við hesum halda meist-
ararnir framvegis rimmar-
fast um møguleikan fyri at
endurvinna gullmerkini.
Trý stig eru sum sagt á
muni, men við einum dysti
til góðar, tykist VB hava
allar møguleikar at gera seg
galdandi, og tó at tær enn
hava ein truplan heimadyst
móti VÍF undan stórdystin-
um í næst seinasta umfarin-
um, so tykist tað í lotuni
vera sera ósannlíkt, at nak-
ar annar enn Stjørnan skal
nerta kvinnurnar úr Vági.
Neistin hinvegin hevur
ikki longur tað heilt stóra at
stríðast um. Hvussu víkir
og vendir, so enda tær
kappingarárið
á
fjórða
plássinum, og tað er so í
øllum førum eitt pláss lægri
enn tað, sum miðjað varð
eftir við ársbyrjan.
Stóri munurin í mun til
tey trý ovastu tykist vera, at
Neistin – sum annars í nógv
ár hevur roynt at dúva upp á
egið fólk - »bara« hevur
tvær útlendskar kvinnur á
liðnum. Gongdin í føroysk-
um kvinnuhondbólti hevur
hesi seinnu árini verið, at
útlendski styrkurin skal
vera so stórur sum gjørligt,
um heiðursmerki skulu
vinnast, og tí er lítið at ivast
í, at tey í Neistanum eru
farin at hugsa um, hvør
triðja útlendska kvinnan
skal verða. Seinasta meist-
araheitið liggur heilt afturi í
1997, og tað er long tíð hjá
einum felagi, sum við 35
meistarheitum er so nógv
tað mest vinnandi í før-
oyskum kvinnuhondbólti.
Dysturin í tølum
Neistin-VB 22-29 (13-14)
Málskjúttar
Neistin: Lív Sørensen 6(2),
Simona Dziugyte 5(3),
Lina Andriulyte 3, Marjun
Tróndarson 3, Unn Krage-
steen 3, Ása Dam á Neysta-
bø 2
VB: Gurið Mortensen 12,
Daiva Toumaite 6, Aukse
Vysniaskaite 5(2), Rannvá
Augustinussen 3, Eydis
Kjærbo 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Neistin 8, VB 2
Útvísingar: Neistin 1, VB
2
Dómarar
úr
Kyndli:
Hannis Wardum & Uni
Wardum
Flogbóltsúrslit
Meistaradeild kvinnur
ÍF-TB
0-3
(20-25, 13-25, 20-25)
Dráttur-Mjølnir0-3
(19-25, 14-25, 18-25)
Meistaradeild menn
SÍ-Mjølnir 1-3
(21-25, 25-23, 18-25, 18-25)
Dysturin Fram-Fleyr er fluttur til 11. mars.
Klaksvíkskvinnurnar
vunnu trygt á Gilja-
nesi, og nú skal okk-
urt sera óvæntað úr-
slit til, um tær skulu
missa gullmerkini
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
TB gjørdi sítt, men tær
fingu ikki hjálp frá Drátti,
og tí bendir alt á, at Mjølnir
verða føroyameistarar í
kvinnuflogbólti hetta kapp-
ingarárið.
Á Giljanesi varð annars
roknað við, at Mjølnir
hevði eina sera trupla upp-
gávu, men royndu kvinnur-
nar prógvaðu, at tær ikki
høvdu nakrar sum helst
ætlanir um at fáa gummi-
bein- ella armar, nú so stutt
er eftir á mál.
Tó at Dráttur royndi, so
megnaðu tær ongan tíð av
álvara at skapa nakran
veruligan spenning í dystin
sunnudagin, og tá Mjølnir
so eisini lat vera við at detta
í 2-0 felluna, har lið ofta
brádliga taka sær av løttum,
so kundi úrslitð ikki verða
øðrvísi.
Enn hava Mjølnir-kvinn-
urnar ein útidyst, sum kann
arga nakað, tá tær í seinasta
umfarinum skulu á Kambs-
dal, men tað má tó metast
sum sera ósannlíkt, at ÍF
skal gera nakað sum helst
við oddaliðið, og á tann
hátt hjálpa TB.
Júst TB var annars liðið,
sum var á vitjan hjá ÍF um
vikuskiftið, og tann upp-
gávan var á ongan hátt nak-
að, sum órógvaði TB. Uttan
stórvegis hóvasták varð ÍF
sent heim við greiðum 3-0
tapi, og soleiðis tykist eis-
ini TB halda fast um
kósina, har tær skulu vinna
sítt og so bara vóna, at onk-
ur ger okkurt óvæntað við
Mjølnir. Ein hjálp, sum tó
tykist alt meira veruleika-
fjar, so hvørt sum umførini
ganga.
Stuttir sørvingar
Hjá monnunum varð bert
ein dystur leiktur um viku-
skiftið. Hesin var í Sørvági,
har Mjølnir var á vitjan, og
her eydnaðist Mjønlir at
leggja seg einsamalt á odda
í bestu mansdeildini.
Fyrstu tvey settini góvu
sørvingar tó oddaliðnum
dygga mótstøðu, men eftir
at klaksvíkinganrir í triðja
settinum fingu veruligt glið
á spælið, megnaði heima-
liðið ikki at svara aftur, og
máttu teir tí enn einaferð
staðfesta, at teir í ár hava
verið akkurát ov stuttir, tá
taln hevur verð um dystir-
nar móti ávíkavist ÍF og
Mjølnir.
Mjølnir heldur gullinum
Hóast TB vann greitt á Kambsdali, so munaði hetta lítið, tá Mjølnir vann eins trygt í trupla
útidystinum á Giljanesi
Mynd: Jonhard Hammer
Í samband við feildøming
í
dystinum
millum
Stíf–Neistan, sum varð
umrødd í bløðunum í
farnu viku, sipaði kapp-
ingarleiðarin hjá HSF,
eisini til tríggjar aðrar
hendingar, har dómarnir
høvdu tikið skeiva avgerð
í avgerðandi løtu í sam-
band við team time-out.
Undirritaða dómarapar
dømdi
dystin
millum
millum Kíf – Neistan tann
15. februar 2004, har vit
dømdu brotskast eftir at
dómaraborðið
hevði
floytað ov seint til team
time-out. Neistin hevði
mist bóltin og hevði tí
ikki rætt til time-out og
Kíf fer í skjótt mótálop tá
dómaraborðið floytar fyri
time-out til Neistan.
Dómaraborðið
skal
syrjga fyri at liðið sum
biðjur um time-out, hevur
bóltin. Um liðið ikki hev-
ur bóltin, skal tað grøna
kortið returnerast til liðið.
Best hevði verið um
kappingarleiðarin hevði
fingið kunning um døm-
ing, áðrenn hann úttalar
seg um slíkt. Hann var
eisini fyrstur eftir at dyst-
urin var av, at spyrja dóm-
araparið hví vit dømdu,
sum vit gjørdu, og hann
fekk svarið tá. So tað er
eitt sindur undrunarsamt
hví hetta dømið verður
tikið uppaftur nú og ser-
liga tá avgerðin var røtt.
Sambært altjóða regl-
um var avgerðin røtt og
kann
staðfestast
av
dómarafelagnum.
Avgerðin var
røtt
25
24
Nr. 47 - 9. mars 2004
Jákup á Borg var við í hóp-
inum hjá OB, tá hesir um
vikuskiftið tóku lut í so-
nevndu Viking-Cup kapp-
ingini í Århus.
Í seinasta dystinum í
kappingini, sum var móti
svenska Hammerby, varð
Jákup eisini sendur inn á
vøllin, og sambært heima-
síðuni hjá felagnum, so
stóð nýggi leikarin seg væl.
Sagt verður, at hann tóktist
kvikur og at hann hevði
nøkur fín innlegg, sum tó
helst skulu hækkast nakrar
fáar sentimetrar afturat.
Spælið hjá Jákupi var eisini
við til at leggja stórt trýst á
svenska liðið seinastu løt-
una, men tað eydnaðist tó
ikki at venda dystinum,
sum endaði við 1-0 sigri til
Hammerby.
Kappingin endaði annars
við, at OB vann bæði steyp
og tær 100.000 krónurnar,
sum vinnarin fekk, so hóast
talan í seinasta dystinum
gjørdist um tap, so mundi
lagið á leikarum og leiðar-
um vera á eini leið, tá kósin
sunnukvølidið varð sett
móti Odense.
Tá danska kappingin
byrjar aftur, leggur OB fyri
við heimadysti móti FC
Midtjylland, áðrenn odda-
liðið, Brøndby, kemur á
vitjan.
-jm
Jákup slapp
at royna seg
Seinastu
tíðina
hevur
brasilski Alex José dos
Santos vant við B36, og
eftir øllum at døma hava
báðir partar verið nøgdir
um tað, sum teir hava sæð.
Í øllum førum varð um
vikuskiftið staðfest frá
Frem, at teir hava gjørt
leigusáttmála við B36, og
fer brasilski leikarin sostatt
at spæla við føroyska árs-
talsfelagnum hetta kapp-
ingarárið.
Annars ljóðar úr B36, at
teir framvegis ikki hava
slept ætlanunum um at
styrkja um hópin við enn
einm málverja. Herfyri var
danski Henrik Bødker og
royndarvandi við felag-
num, men avtalan varð tó
av ongum. Tá segði Krist-
ian á Neystabø, formaður í
B36, at teir vóru nøgdir við
teir málverjar, sum longu
eru í felagnum, men sum
skilst, so fer B36 í næstum
at fáa vitjan av einum litav-
iskum málverja, sum skal
royndarvenja við liðnum.
Hartil kemur so eisini, at
B36 ætlandi fer at gera
sáttmála
við
enn
ein
brasilskan leikarar, og skal
talan í hesum førinum vera
um ein áleypara, sum í síni
tíð hevur leikt við íslendska
Leiftur saman við fleiri før-
oyskum leikarum.
-jm
B36 og Santos
skrivaðu undir
C
M
Y
K
24