Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2004 23 Eftir at H71 og StÍF høvdu givið Neist- anum gyltan møgu- leika at vinna odda- sessin, tveitti bláa havnarfelagið møgu- leikan burtur, tá teir máttu lúta fyri KÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hondbóltskappingin í ár hevur síni heilt løgnu úrslit. Kanska hava mest merkis- verdu av hesum verið mill- um oddaliðið, Kyndil, og botnliðið, H71, sum fleiri ferðir hava givið øðrvísi úr- slit, enn stigatalvan hevur talað fyri, men eisini onnur dømi hava verið um hetta. Soleiðis mátti Neistin aftur leygardagin ásanna, at tað ikki bara er sum at siga tað, tá KÍF skal takast. At tosa um undirmeting og at menn taka ov lætt upp á uppgávuna tykist vera ov bílig umbering í slíkum før- um. Tí í øllum førum áttu teir hjá Kyndli at verið upp- settir, tá teir móti H71 skuldu verja oddasessin, og somuleiðis átti Neistin at lagt alla orku í, nú teir høvdu møguleikan at vinan oddasessin frá Kyndli. Stór – men lítil – verja Og fyrstu løtuna tóktist eis- ini ganga eftir vild hjá Neistanum. Teir fingu sær eina lítla leiðslu heilt skjótt í dystinum, men eftir tíggju minuttum var KÍF eisini komið á rætta lagið, og so fór at gerast trupult hjá Neistanum. Hóast verjan telir nakrar av størstu leik- arunum í landinum, so megnaði hendan lítið at gera við kviku Regin Peter- sen og Teit Joensen, og tá verjan so valdi at fara eitt sindur út eftir teimum báð- um, var lag á manni at spæla inn til Gert Joensen á strikuni. Soleiðis vóru greið tekin í hálvleikinum, um at KÍF væl kundi skapa eina sensa- tión, og enn høvdu teir at kalla ikki nýtt vandamesta álopsvápnið. Damir Oros, sum kanska er besti skjúttin í landinum, hevði bara skotið fýra kassar fyri steðgin, men í seinna hálv- leiki fekk hann av álvara ferð á. Hóast Neistin og serliga Heini Joensen royndu at gera sítt móti eini KÍF- verju, sum heldur ikki var serliga væl skipað, so megnaði stóri ungverjin mest sum einsamallur at svara aftur, hvørja ferð Neistin hevði hug at toga, og tá Jota í bláa málinum heldur ikki megnaði at sýna sama stórspæl, sum hann eitt nú sýndi á Strondum fyri viku síðani, so tóktist uppgávan vónleys. Eina løtu varð eisini roynt við mansverju móti Oros, men tá tók Regin Petersen aftur yvir, og so fór av álvara at líkjast ein- um sorli hjá heimaliðnum. Eitt skifti var munurin sjey mál, og tó at Neistin sein- astu løtuna fekk pyntað nakað um, so kom verulig- ur spenningur ongantíð í. Alt stendur opið Og fyri FM-vónirnar hjá Neistanum var úrslitið hesaferð ein bakkalá’ari av teimum heilt stóru. Enn er støðan tó soleiðis, at teir við fýra sigrum í seinastu fýra dystunum sjálvir gera av, hvussu endastøðan skal verða, men tá eru so ikki ráð til nøkur mistøk afturat. Tað høvdu teir kanska havt, hevði tal- an verið um ein tryggan sigur leygardagin, tí so hevði munurin niður til VÍF framvegis verið tvey stig. Ístaðin er støðan nú tann, at VÍF við einum málmuni, sum kann vísa seg at verða heilt nógv verdur, er farið framvið Neistanum, og tí krevst eftir øllum at døma eisini ein sigur í Vest- manna, tá Neistin vitjar har. Tað verður tó ikki hesin dysturin einsamallur, sum fer at avgera nakað. Bert trý stig eru nú á muni frá Kyndli á fyrsta- til StÍF á fjórða plássinum, og kom- andi tríggir dystirnir hjá Neistanum vera móti hin- um trimum oddaliðunum, og so er spurningurin, hvussu tey úrslitini fara at laga seg. Hjá KÍF hevði sigurin við sær, at teir aftur lyftu seg tvey stig burtur frá hoyvík- ingunum. Nakað pláss upp millum heiðursmerkini verður talan so ikki um. Til tess hava úrslitini verið ov óstøðug gjøgnum árið, men aftur í ár hava kollfirðing- arnir prógvað, at teir á ein- um góðum degi kunnu gera av við hvønn tað skal verða, og megna teir í fram- tíðini at stabilisera spælið nakað, so tykist tað ikki heilt óhugsandi, at teir kunnu fáa ein størri leiklut í føroyskum manshondbólti. Evnini hava teir í øllum før- um, og ikki minst tykjast teir eisini at hava stóran part av tí heimliga buli, sum krevst, til tess at byggja nakað munagott upp. Dysturin í tølum Neistin-KÍF 32-36 (13-17) Málskjúttar Neistin: Heini Hanusarson 13, Blagoje Buha 7(1), Áki Mørk 6, Dragisa Stojovic 4, Birgir Kass 1, Helgi Mich- elsen 1 KÍF: Damir Oros 13(2), Regin Petersen 7, Gert Han- sen 6, Teitur Joensen 6, Mirko Milinkovic 2, Hallur Hansen 2 Brotskøst: Neistin 1, KÍF 2 Útvísingar: Neistin 4, KÍF 4 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Neistin-KÍF 32-26 (13-17): KÍF er marran hjá Neistanum Ofta var víðopið í Neistaverjuni, har eitt nú Gert Hansen hevði góðar fortreytir inni á strikuni Kyndil fekk av vita frá Stjørnuni HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At eitt lið einans fær seks mál í bestu føroysku hond- bóltsdeildini er so á ongan hátt nakað, usm hendir á hvørjum ári. Men tað var so tað, sum hendi í KÍ-høllini sunnu- dagin, tá Kyndil vitjaði hjá Stjørnuni. Tað var nokk eingin, sum á nakran hátt roknaði við, at Kyndil fór at geva stór- vegis av mótstøðu í dyst- inum, men har frá og so til tað úrslitið, sum gjørdist veruleikin, er eitt langt petti. Vanliga plagar tað jú at vera so, at tá eitt lið hevur tryggjað sær sigurin væl og virðiliga, so verður ferðin sett nakað niður, men hetta hevði Stjørnan ongan hug til sunnudagin. Um tað var tí venjarin, Rógvi Nielsen, hevði 30 ára føðingardag, og tær soleiðis vildu geva honum eina føðingardags- gávu, skal verða ósagt, men í øllum førum fekk Kyndil eitt lítið sømiligt úrslit suð- ur aftur við sær, og meira er væl ikki at skriva um tað. Dysturin í tølum Stjørnan-Kyndil 31-6 (15-1) Málskjúttar Stjørnan: Joan M. Djor- djevic 8(6), Annika Ljós- stein 7, Bára S. Klakstein 6, Alina Olaru 5, Anna Krist- ina Samson 3, Una Olsen 2 Kyndil: Linda Weihe 2, Randi Wardum 2, Anja Heinadóttir 1, Hildur Mikkelsen 1 Brotskøst: Stjørnan 6 Útvísingar: Stjørnan 1 Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Stjørnan-VB 31-6 (15-1): Skammiligt úrslit Alina Olaru og hinar hjá Stjørnuni fingu ikki stórvegis av mótstøðu frá Kyndli um vikuskifitð Mynd: SáH 23 22 Nr. 47 - 9. mars 2004 Hóast VÍF brádliga tykist hava sett kós móti tindunum, so siga teir seg framvegis taka tað heila púrasta róligt HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at siga til, um leikararnir hjá VÍF nú hava tað eitt sindur lættari í leik- lutinum sum fólkaogn í Vestmanna. Í hondbólts- glaðu bygdini eru heilt nógv, sum við lív og sál fylgja við, hvussu flagg- skipini hjá felagnum standa seg, og tí hava bæði leikarar og venjarar verið noyddir at leggja rygg til nógv orð av tí heldur keðiligara slag- num hetta kappingarárið. Alt hetta tykjast áskoðar- arnir tó hava gloymt nú. Sunnudagin gjørdist talan um fjórða sigurin á rað, og tá vit sunnukvøldið fingu orðið á John Zachariassen duldi hann ikki, at lagið á leikarunum var nakað væl betri nú, enn tað hevur ver- ið fyrr í hesum kappingar- árinum. – Sjálvur havi eg ongan- tíð verið við, har tað hevur gingið so illa, sum tað hev- ur gjørt í ár. Eitt árið, tá spælt varð eftir gomlu regl- unum, mátti VÍF spæla endaspælið í niðara bólk- inum, men tað eru hampu- liga nógv ár síðani, sigur hann. Eftir tapið fyri Kyndli í byrjanini av grundspæl- inum viðgongur John, at tað sá sera svart út hjá vest- menningum, men hann heldur, at alt hetta vendi, tá tað eydnaðist at vinna úti- dystin móti Neistanum. – Sjálvandi mátti Neistin tann dystin spæla uttan Dragisa, Heina og Karl Oddmar, men talan varð um eitt vendipunkt hjá okk- um. Vit søgdu aftaná, at nú skuldi Kyndil bara missa trý stig, og tað hildu vit ikki vera so órealistiskt. – At tað so hevur gingið somikið skjótt seinastu vikurnar, sum tað hevur, kom kanska eitt sindur óvart á, men eitt nú hava hoyvíkingar verið okkum ein góður stuðul í hesum. Púra kaldir Men hóast gongdin nú hev- ur viðført, at vestmenning- arnir sjálvir kunnu gera av, hvussu ovarliga teir enda, so tykist hetta á ongan virka soleiðis, at leikararnir eru lyftir upp frá í ovfara- kæti. – Vit hava verið langt niðri í ár, so eg haldi, at vit taka tað púra róligt. – Enn hava vit so ikki funnið nakað stórspæl fram, og tað skal nógv pussast av, áðrenn vit kunnu sýna sama spæl, sum vit gjørdu móti StÍF í grundspælinum. Tað er ein- asti dysturin í ár, har eg haldi vit veruliga hava spælt væl, sigur hann. – Men nú fáa vit at síggja. Í løtuni er lagið í øllum førum gott, og vit hava sum sagt fingið gull- møguleikan aftur, men lætt verður tað ikki. Vit hava framvegis dystir eftir móti øllum hinum trimum odda- liðunum, og har mugu vit stig, um vit skulu enda ovastir, sigur altso John Zachariassen at enda. Við sigrinum á StÍF tryggjaði Søljan sær helst, at tær ikki enda á niðasta plássinum í deildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fremsta málið hjá Søljuni undan hesum kappingarár- inum var helst at sleppa sær av niðasta plássinum, har liðið annars ofta hevur hild- ið til, tá talan hevur verið um fyrstudeildar hondbólt- ur seinnu árini. Og við sigrinum á StÍF sunnudagin bendir nógv á, at hetta málið er rokkið. Í øllum førum skal eitt sera gott hugflog til, um tað skal eydnast Kyndli at fáa trý stig ella fleiri restina av kappingarárinum. Fingu ferð á Fyrstu løtuna var tað annars ikki so nógv, sum bendi á, at tað skuldi eydnast Sølj- uni at ogna sær stigini á degnum. StÍF var liðið, sum fekk betru byrjanina í dystinum, og tað skuldu ganga 11 minuttir, áðrenn heimaliðið fekk fyrsta mál- ið. Tá hetta eydnaðist, so var tað skjótt, at gongdin í dystinum tók at venda. Kristian Griksaite prógvaði enn einaferð, at hon telist millum heilt frægu mál- verjarnir í landinum, og so líðandi koppaði eisini yvir- vágin á máltalvuni til fyri- mun fyri heimaliðið. Og í seinna hálvleiki staðfestu tær á heimalið- num, at hesa leiðsluna vildu tær ikki missa. Mest sum alla tíðina hildu tær seg eini trý-fýra mál á odda, og tá StÍF so móti endanum minkaði munin niður í tvey mál, megnaði Søljan kortini at svara aftur, soleiðis at eingin ivi skuldi taka seg upp um endaliga útfallið. Plássini trygg Sum nevnt, so hevði sigurin við sær, at Søljan nú eftir øllum at døma hevur vissað sær, at tær ikki enda niðast í inniverandi útgávu av landskappingini. Gaman í hava tær enn ein dyst móti Kyndli, men munurin til tær er nú trý stig, so har skuldi tann stóri vandin ikki verið á ferð. StÍF skal helst neyvan rokna við so nógvum stig- um afturat, men heldur ikki teirra pláss í røðini tykist til at vika. Søljan kann kanska sleppa upp á átta, so tann vegin hendir neyvan nakað, og við fimm stigum upp til Neistan á fjórða plássinum tykist tað heldur ikki vera nakað, sum tosast skal um inni á Skála. Dysturin í tølum Søljan-StÍF 22-18 (10-8) Málskjúttar Søljan: Nicoleta Radu 9(4), Fía Selma Nielsen 5, Hertha Simonsen 4, Arn- leyg Haraldsen 2, Heidi Maria Akselsen 2 StÍF: Melica Ergic 6(2), Anna B. Danielsen 5, Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 3 Brotskøst: Søljan 4, StÍF 2 Útvísingar: Søljan 3, StÍF 2 Dómarar úr Stjørnuni: Karsten Joensen & Kristian Joensen. Hóast mest sum einki hevur gingið eftir vild í ár, so eru mennnir hjá VÍF av álvara við aftur í FM-stríðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At tað kann ganga skjótt hvønn vegin í ítrotti, er mansliðið hjá VÍF eitt sera gott dømi um. Hetta kappingarárið hevur orðið »kreppa« ferð eftir ferð verið heft á mansliðið hjá VÍF, sum hevur havt sítt vánalig- asta kappingarár í mannaminni. Ikki minst mundi stórtapið á heima- vølli fyri Kyndli í januar mánað undirstrika, at lið- ið so langt ífrá hevði for- tíðarinnar styrki, og tá hetta bara eina viku seinni varð fylgt upp av einum greiðum tapi inni á Skála, tóktust allar vón- ir um bara at fáa heiðurs- merki at vera burturi. Soleiðis var støðan fyri bara fýra umførum síð- ani, men síðani tá er nógv broytt. VÍF hevur í fýra dystum fingið átta stig og málmunurin í hes- um dystum hevur verið somikð sannførandi sum 128-98. Tá hini liðini, sum annars tóktust vera tey, ið skuldu stríðast um heiðursmerkini, sam- stundis hava kappast um at tveita stig burtur, er VÍF brádliga at finna á øðrum plássinum, har teir sjálvir kunnu gera av, hvussu lagnan skal verða. Sunnudagin var tað H71, sum stóð fyri skot- um, og tað var heilt skjótt greitt, at hetta var ein dystur, sum VÍF ætlaði at vinna. Motivatiónin mundi ikki vera minni, nú Kyndil og Neistin bæði høvdu mist stig, og uttan at hoyvíkingar fingu vart seg soleiðis stórvegis, fekk VÍF bygt sær eina hampuliga trygga leiðslu. Og at humørið hjá VÍF er í topp í løtuni, fingu hoyvíkingarnir eisini at kenna í seinna hálvleiki. TÍ hóast tryggu leiðsl- una, so fóru vestmenn- ingarnir ongan tíð niður í gear. Heldur settu teir veruligan trum á seinasta korterið, har H71 snøgt sagt varð trumlað niður, og einasta vápnið frá teirra síðu tóktist vera ónollur av ymsum slag, sum tó ikki fingu sett skeinur í sigurin hjá VÍF og nývunna 2. plássið. Dytsurin í tølum H71-VÍF 26-37 (12-18) Málskjúttar H71: Henrik Gerster 8(6), Heini Bendtsen 6, Halgir Dahl Olesen 5, Kristian Eli Zachariasen 3, Johnny Durhuus 2, Eyðun Jensen 1, Bárður Brimvík 1 VÍF: Ingi Olsen 10, Johnny Joensen 8, Sámal Joensen 5(2), John Zachariassen 4, Carl Jóhan Djurhuus 4, Har- ald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 2(1), Daniel Rápa 1 Brotskøst: H71 7, VÍF 4 Útvísingar: H71 5, VÍF 5 Diskvalifikatión: H71 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen. Søljan-StÍF 22-18 (10-8): Leyst hjá Søljuni Púra kaldir – Vit hava verið langt niðri í ár, so eg haldi, at vit taka tað púra róligt, sigur John Zachariassen Mynd: Álvur Haraldsen H71-VÍF 26-37 (12-18): So er VÍF vaknað C M Y K 22