Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Undir orðaskiftinum á tingi í gjár umrøddu tingfólk upp­ skot­ið um gjøld og ann­að í sam­bandi við makr­el­fisk­i­ skap­in. Jákup Mikkelsen, løg­ tings­mað­ur Fólka­floks­ins vildi hava at vita, um Vinnu­ nevnd­in hevur umrøtt møg­ u­leik­an at seta upp vak­ mynd­a­tól umborð á øll­um skip­u­num til tess at tryggja, at eing­in fisk­ur verð­ur tveitt­ ur fyri borð. Men tann spurningin hevði vinn­u­nevnd­in als ikki við­gjørt. – Kanska er tað tí, at vita halda, at føroyski fiskimenn gera ikki slíkt – (altso tveita fisk fyri borð, red.) segði Al­ fred Olsen. Hvør skal siga... Sam­ bands­menn halda ikki, at fisk­i­menn tveita fisk ú­t­aft­ur, men tað gera fólka­floks­menn eftir øllum at døma. So er spurningurin, hvør fylg­ir betur við á felti­num, vinnu­lívs­menni­n­ir í Fólka­ flokk­i­num ella skriv­stov­u­ menn­inir í Sam­bands­flokk­ i­num... Tað er ikki vist, at løgmaður klárar at telja til 19 í dag, og so stend­ur hann enn eina­ferð við eini hótt­ an, sum hann skal trekkja aft­ur so ella so. Skal løg­mað­ur halda orð, so verða bæði Jen­is av Rana, Bill Just­ in­us­sen og hans­ara egni Ei­vin Jac­ ob­sen koyrdir úr samgonguni. Men tað verða teir kortini ikki –  kenna vit løgmann rætt. Sam­ gong­an skal í dag hava fund, har trýst utt­an iva verð­ur lagt á teir tríggj­ar »ó­skikk­i­ligu« ting­menn­ i­nar, sum so ann­að­hvørt atkvøða rætt í morgin, ella onk­ur mill­um­ loysn verð­ur funn­in, so fólk­ini í sam­gong­uni kunnu semj­ast um, hvussu ting­ið at­kvøð­ur í morg­in. Søg­an um Jenis av Rana, sum vil sleppa úr samgonguni, er end­ur­tik­ in ofta – so ofta, at hann valla man hava tað so ringt í has­um sel­skap­ i­num, sum hann letst. Hesaferð stend­ur all­ur Mið­flokk­ur­in tó sam­ an – báð­ir ting­menn­in­ir atkvøddu tað sama! Sjónvarpið spurdi Bill Just­in­ us­sen, um tað var beiggj­an hann hugs­aði um, sum var størsti keypari á upp­boðs­søluni í fjør. Men tað av­ vísti hann blankt – við at spyrja, um hann so ikki átti at verið í Fólka­ flokkinum. Men tað sum hendi í løgtinginum í gjár er tek­in um, at sam­gongan ikki er so sterk, sum vit kanska hava hil­d­ið. Fólka­flokk­ur­in hev­ur havt gott tak um løg­mann og Kára P. Høj­gaard. Tí er tað eitt stórt stig hjá Eiv­in Jacobsen, sum sit­ur á tingi sum fyrsti varamaður fyri tey trý landsstýrisfólkini hjá Sam­bands­ flokk­i­num. Tað er heldur einki dulsmál, at Sam­bands­flokk­urin heldur enn feg­in vil hava eina upp­boðs­sølu – ella sum løg­mað­ur segði í ting­i­num í gjár, at upp­boðs­søl­an í fjør var ein dundr­andi suksé... Tað er ilt at síggja, hvør tað er sum ræð­ur – og hvør tað er, sum hev­ur so stóra ávirkan á pol­i­tik­ar­ ar­nar, at summ­ir ganga púr­asta frá sín­um stevn­u­mið­um til tess at lívga onkr­ar lobby­ist­ar. Tað sum er upp­ aft­ur meira ó­rógv­andi er, at okk­ara pol­it­iska skip­an ikki megn­ar at semjast um at gera ein skip­an, sum skal býta út stóru virð­ini í sam­fela­ g­num nøkulunda rættvíst. Pol­it­iska skip­an­in bukk­ar und­ir fyri trýsti­ num hjá lobby­istunum. Hetta er so makrelurin – spurn­ ing­ur­in er so, um vit skulu tora at hugsa tank­an, hvussu skil­ið verð­ur, um vit finna olju eisini. Sum støðan er nú, er tað Sam­ bands­flokk­ur­in sum ikki er før­ur fyri at vera stjórn­ar­ber­andi. Um trýst­ið frá løg­m­anni á Eiv­in Jac­ob­ sen fer at elva til mót­trýst, fáa vit at síggja seinni í dag – so løg­mað­ur um ikki annað kann telja upp í 17. Nógv verður uttan iva lagt fyri, tí tað tel­ur nógv at vera løgmaður. Er Fólkaflokkurin um at missa takið á Sambands­flokkinum? Um tað gekk sum ætlað hjá full­veld­is­lands­stýr­i­num hjá Anfinni Kallsberg, so høvdu vit tik­ið fullveldi í ár. Eftir ætlan, skuldi fólka­ at­kvøða verða 26. mai í 2001 um fullveldi, men 23. febr­ u­ar í 2001 boðaði Anfinn Kalls­berg frá, at hann ikki longur tók undir við fólka­ at­kvøð­uni. Í staðin samd­ust Fólk­a­flokk­ur­in, Tjóð­veld­ is­flokk­u­rin og Sjálv­stýr­ is­flokk­ur­in um eitt lóg­ar­ upp­skot um ein bundan sjálv­stýr­is­leist. Sambært hesi semju skuldu øll mál­søki utt­an rík­is­mál yv­ir­tak­ast fram til 2012 – alt­so í ár. Sam­bært hesi ætl­an skuldu øll mál nú ver­ið yv­ir­tik­in og so­leið­is ong­ar bind­i­ng­ar ver­ið mill­ um Før­oy­ar og Dan­mark. Ætl­an­in var so – nú eing­ir peng­ar komu úr Dan­mark til Før­oya – at vit í ár skuldu hava eina fólka­at­kvøðu um loys­ing frá Dan­mark. Jú sanniliga – at mong­ um brest­ur ætl­an. Meðan Tjóð­veld­is­flokk­ur­in er fán­ a­ð­u­r, Høgni er grán­að­ur, so leiðir Fólka­flokk­ur­in nú eitt fíggj­ar­mál­a­ráð, sum hev­ur til end­a­máls í ár at binda Før­oy­ar ein­ar 200 mill­i­ón­ir tætt­ari at Danmark. Kundu havt fullveldi í ár At telja upp í seytjan Tað eru ikki sørt álvarsamar skuld­set­ing­ar, sum verða sett­ar mót­i løg­manni og Jørg­ en Nicl­a­sen á Vága­port­al­i­ n u m leyg­ar­dag­in. Vit hava ikki sæð nakra doku­ menta­ti­ón frá Ólavi í B e i t i , sum prógva, at skuld­set­ing­ar­nar passa. Men hann, ið tegir, hann sam­tykkir. Soleiðis fullu orðini á Vága­port­a­li­num: »Siti í sama viðfangi og hugsi um okk­ara løg­mann og fíggj­ar­mála­ráð­harra, ið, sam­bært søg­um, ið ganga manna mill­um, skylda før­ oyska sam­fel­ag­num ikki so lít­ið av pen­ingi til mvg or­sak­að av sín­um ver­andi ella li­kvi­der­aðu fel­øg­um, og spyrji eis­ini meg sjálv­an, hví leiðsl­an í Taks ikki ger nak­að við ta skuldina???« Vit bíða spent, um løg­mað­ ur og Jørg­en Nicla­sen fara at av­sanna tíð­ind­ini. Gera teir ikki tað, so er tað helst tí, at skuld­set­ i n g ­a r ­n a r eru sannar – men so kunna teir ikki stýra l a n d ­i ­ num! Vágaportalurin: Løgmaður og Jørgen skylda MVG Tjóvur trýr hvør maður stjelur...? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Út­spill­ ing og mátt­loysi Heri Mohr kjak á síðu 22 Tá tey sum skulu verja svíkja Jenis av rana kjak á síðu 23