mikudagur 30. mai 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sansir.fo
Kom og fá
grønar fingrar
í Sandavági
Kom og fá
grønar fingrar
í Sandavági
Nú kanst tú fáa royndir við at dyrka
grønmeti og kryddurtir til føroyska
køkin, og vakrar blómur til føroyskar
urtagarðar og vindeygakarmar.
ALS hevur leigað vakstrarhúsið
í Sandavági til at framleiða eina
dygdargóða rávøru, millum annað til
tær matstovur, sum vilja gera eina
serliga matuppliving við føroyskum
rávørum.
Øll framleiðsla hjá vakstrarhúsinum
verður so umhvørvismild sum til
ber, og framleiðir vakstrarhúsið bara
vørur, sum ikki eru í kapping við aðrar
føroyskar vørur.
ALS skipar eisini fyri einari røð av
førleikagevandi skeiðum fyri tey, sum
fara at arbeiða í vakstrarhúsinum í
Sandavági.
Hevur hetta tín áhuga, skunda tær so
at tekna teg á als.fo.
Freistin at tekna seg er 1. juni 2012.
Tú fært arbeiðsloysisstuðul, meðan
tú arbeiðir í Sandavági.
Fá arbeiðsroyndir í Vakstrarhúsinum í Sandavági
Les meira á als.fo
ALS veltir nú upp úr nýggjum við at geva teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, nýggjar
spennandi avbjóðingar við tí endamáli at fáa fólk í arbeiði aftur.
- øll í arbeiði ella útbúgving