mikudagur 30. mai 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
Hetta er fyrsta slíka ferðin
til havs, men Chris Duff hev
ur annars gjørt ferðir við
ár í hond í 27 ár, men altíð
framvið landi. Hann hevur
eittnú róð kring Stóra Bret
land, Ísland og Ný Zæland í
kajak.
Men nú hevur hann sett
sær fyri, sum tann fyrsti,
at rógva úr Skotlandi til
Íslands. Hann gjørdi eina
roynd í fjør, men veðrið
noyddi hann at gevast.
Hesaferð hevur hann bíð
að í 4 vikur á oynni Lewis eft
ir líkindum at leggja frá landi
og rógva til Føroya.
Sunnudagin kom Chris
Duff lúgvaður at landi við
suðurendan á Suðuroynni.
Tað tók 4 og ein hálvan
dag at rógva til Føroya úr
Skotlandi. Hann róði at enda
í 23 tímar út í eitt, og útfyri
Sumba, ella Suðurendanum
av Suðuroynni, kom hann í
ringt farvatn, vindurin vaks,
men hann náddi upp land.
Nú bíðar hann eftir líkindum
at halda víðari fram á ferðini,
men Chris Duff nýtir tíðina
til at hvíla seg í og at kunna
seg við landið, ið hann nú er
komin til.
-Tá eg róði í Íslandi, sigldi
eg til Íslands við Norrønu,
og tá kom eg í samband við
Føroyar. Eg hugsaði, at her
mátti eg koma aftur. Síðani
er hendan ferðin komin í lag,
sigur Chris Duff, sum ætlar
sær til Havnar og til Eiðis,
áðrenn hann leggur út á opið
hav ávegis til Íslands.
Hann hevur nýtt 4 ár til at
leggja tilrættis, smíðað bátin
og annars fyrireikað hesa
ferðina.
Sparin og varin
Chris hevur sjálvur smíðað
bát sín. Hann hevur lagað
hann til, sum hann vil hava
hann. Har er lítið rúm í skuti
num, har hann fær hvílt seg,
og hann hevur eisini eitt lítið
segl, ið kann verða til hjálpar,
um líkindini eru til tess.
Árarnar hevur ein vinmaður
gjørt honum, og tær rigga
sera væl og eru hartil so sera
lættar, tí tær eru hol innan.
Chris Duff var í síni tíð
kavari, men starvast nú sum
sjálvstøðugur timburmaður.
Spurdur um, hvussu ein
fíggjar slíka ferð sigur 54 ára
gamli Chris Duff:
- Eg havi ikki sponsorar.
Tað er ov strævið at fáast
við, tekur ov nógv tíð, og
so koma teir oftast ikki við
peningi, men útgerð. Og tað
er eisini fínt, tí mær tørvar
útgerð. Men eg royni hin
vegin at arbeiða hart sum
timburmaður millum ferð
irnar og at vera sparin, tí so
ber slíkt til.
Chris Duff leggur tó dent
á, at hann er sera varin, og at
tað ikki er vónin um at fáa
adrenalinið at súsa, ið fær
hann at gera slíkar ferðir.
Hann hevur virðing fyri
havinum og roynir at sleppa
undan óneyðugum vanda
støðum.
- Alt annað hevði verið
býtt, sigur Chris Duff, sum
eisini hugsar um konu sína,
Lisu Markli, sum er heima í
Port Angeles, og sum sjálv
sagt hugsar um mann sín og
hvussu tað gongst honum.
Veðurvindeyga
Nú bíðar Chris Duff í Vági,
innan hann leggur leiðina
norðeftir til Havnar og til
Eiðis, og síðani út á hav aftur
til Íslands.
- Tað fer væntandi at taka
7 – 8 dagar at rógva til Ís
lands, men nú bíði eg aftur
eftir veðurvindeyganum, so
líkindini ery tey heilt røttu,
sigur Chris Duff, sum hevur
samband við veðurmann og
við myndugleikar, ið fylgja
við á ferðini, og fáa at vita av
og á, hvar hann er staddur.
- Um náttina havi eg eitt
drívakker, sum seinkar báti
num, so hann ikki rekur ov
langt, tí so eg fái hvílt eitt
sindur. Annars havi eg VHF,
telefon og annars vanliga
neyðútgerð, sigur Chris Duff.
Hann hevur lagt til merkis
grøna litin, ið eyðkennir Før
oyar, og so eisini øll tey lit
ríku húsini.
- Og fólk eru fitt og fyri
komandi her, sigur Chris
Duff, sum á ferð síni fegin vil
uppliva oyggjarnar, fólkið og
mentanina, tí tað er eitt av
høvuðsendamálunum
við
ferðini.
Til ber at lesa meira um
Chris Duff og at fylgja net
dagbók hansara á www.
olypen.com/cduff
dagfinn@sosialurin.fo
Amerikumaður róð úr
Skotlandi til Føroya
Í løtuni vitjar amerikumaðurin
Chris Duff í Føroyum. Hann kom
á Vág sunnudagin, eftir at hava
róð higar úr Skotlandi í lítla báti
sínum, Northern Reach, sum
hans sjálvur hevur smíðað. Hann
ætlar sær víðari til Íslands
Chris Duff hevur róð
úr Skotlandi til Føroya
og ætlar sær til Íslands.
Sunnudagin kom hann á Vág
Mynd: Dagfinn Olsen