mikudagur 30. mai 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Røttu fólkini
mugu standa
í handlunum
– Tað er umráðandi, at røttu fólkini standa í handlunum, tá ferðafólk kemur. Er tænastan vánalig,
gevur tað alt fyri eitt keðiliga umtalu, og tað kann kosta okkum nógv, sigur Theresa T. Kreutzmann
Rannvá G. Fossaberg
Fyri góðari viku síðan kom fyrsta
ferðamannaskipið inn á Havnina,
og í dag hevur tað næsta longu
lagt at bryggju. Komandi tíðina
vera nógv ferðafólk at síggja
kring landið, og tað merkir eisini,
at tær ymsu kunningarstovurnar
í Føroyum hava úr at gera við at
kunna føroyingar og útlendingar,
sum ferðast í Føroyum.
Sum heild duga føroyingar væl
at taka ímóti ferðafólki, men er
tað nakað, vit skulu duga betri, er
tað at veita nóg høga tænastu. Tað
heldur stjórin á Kunningarstovuni
í Havn, Theresa T. Kreutzmann.
– Vit hava nógvar professio
nella veitarar, men sum heild
skulu vit øll duga betur at veita
ferðafólkunum tænastur á nóg
høgum støði, sigur Theresa T.
Kreutzmann.
Tænastan má hækka
Føroyingar skulu duga betur at
taka ímóti øllum teimum útlend
ingunum, sum velja at koma til
Føroya at ferðast. Sambært stjór
anum á Kunningarstovuni í Havn
er tað av alstórum týdningi, at tey
fólkini, sum standa í handlunum,
hava vitan um tey ymsu sløgini
av ferðafólkum og eru tilvitað
um týdningin av høgari tænastu
veiting.
– Skulu vit veita røttu tænast
una til ferðafólk, mugu vit vita,
hvørji og hvussu tey eru, tí tjóð
skapirnir eru ógvuliga ymiskir
sum ferðafólk. Harafturat er
tað umráðandi, at fólkini, sum
standa í handlunum, skulu fáa
ferðafólkini at kenna seg væl
og fáa høgar tænastuveitingar,
sigur Theresa T. Kreutzmann.
Hon heldur, at handilsfólk, sum
í stóran mun eru andlitið úteftir
og umboða landið, mugu syrgja
fyri, at alt gongur, sum tað skal,
í handlunum.
– Um eitt ferðafólk fær eina
keðiliga uppliving inni í einum
handli í Føroyum, fortelur við
komandi tað alt fyri eitt fyri
øðrum ferðafólkum. Eitt nú skulu
handilsfólkini verða kunnað um
kurs, taxfree, gjaldsmøguleikar
og so framvegis, soleiðis at alt tað
riggar, sum tað skal, sigur Theresa
T. Kreutzmann. Sum dømi nevnir
hon, at fleiri útlendingar ikki eru
vanir við at nýta PIN-kodu, tá
goldið verður við gjaldskortið,
og tað kann elva til trupulleikar
og møguliga mista sølu, um ikki
handilsfólkini eru vitandi um
aðrar gjaldshættir.
Føroyingar skulu reypa
Theresa T. Kreutzmann vísir á,
at Føroyar hava tað, sum skal til
fyri at verða eitt frálíkt ferða
mannaland, men at tað áhald
andi eru viðurskifti, sum gera, at
vit ikki eru tað fullkomna ferða
mannalandið.
– Eg sakni, at øll tey, sum
onkursvegna fáast við ferðavinnu,
hava meira vitan um, hvat allir
hinir veitararnir fáast við. Alt
verður nógv lættari, um vinnan
arbeiðir eftir sama leisti og kann
leiðbeina, kunna og vísa á tey til
boðini, sum hóskar best til teir
ávísu ferðafólkabólkarnar, sigur
Theresa T. Kreutzmann.
– Summi ferðafólk vita ótrúliga
nógv um Føroyar, meðan onnur
als onga vitan hava, men tey hava
øll á ein ella annan hátt brúk fyri
vegleiðing, greiðir Theresa T.
Kreutzmann frá og leggur afturat,
at hóast føroyingar kunnu hjálpa
og vegleiða, er tað alneyðugt, at
skeltingin kring landið verður
betri.
Umframt at hava ta neyðugu
vitanina um teir møguleikarnar,
sum ferðafólkini hava, er eisini
týdningarmikið, at vit læra okk
um at gerast betri til at fortelja
øðrum, hví Føroyar er eitt gott
land at ferðast í og hvat vit eru
góð til.
– Vit eru alt ov lítillátin og
tora ov illa at fortelja ferðafólki,
um hvussu góðar Føroyar eru. Vit
eru rímiliga vælfungerandi, og tey
allarflestu ferðafólkini, sum hava
vitjað okkara oyggjar, lata væl at.
Tað er eingin orsøk hjá okkum
at vera lítillátin, tí sum heild
duga vit væl, greiðir Theresa T.
Kreutzmann frá.
Brúk er fyri
kunningarstovum
Nú er er háárstíð hjá ferðavinnuni,
og tíðin, har Theresa T. Kreutz
mann hevur nógv um oyruni.
– men vit hava nógv at gera
alt árið, tí í vetrarhálvuni og um
várið fyrireika vit summarið,
sigur Theresa T. Kreutzmann,
sum leggur afturat, at tey hava
serliga nógv at gera við cruise-
vinnuna júst nú.
– Orsøkin til, at vit vit satsa
so nógv upp á ferðafólkini, ið eru
við stóru cruise-skipunum, sum
koma inn á Havnina, er tann, at
tilsamans koma millum 20.000-
30.000 fólk við hesum skipunum
og tískil, er hetta ein av teimum
størsti
ferðafólkabólkunum
vit fáa, og tað skal sjálvandi
gagnnýtast, sigur Theresa T.
Kreutzmann. Millum 300 og 3.000
gestir eru við skipunum hvørja
ferð, og ein stórur partur av teim
um kemur inn á kunningarstov
una á Vaglinum í Havn.
– Hóast stórt sæð øll brúka
internet og kunnu finna nógvar
upplýsingar umvegis teldu og
telefon, koma nógv fólk inn á
kunningarstovuna í Havn. Hetta
merkir eisini, at vit skulu hava
nóg mikið av prentaðum tilfari
til ferðafólk, sigur Theresa T.
Kreutzmann, sum heldur, at tað
framvegis er neyðugt við kunn
ingarstovum.
– Uttan kunningarstovur hava
ferðafólkini einki natúrligt stað at
venda sær til. Tey høvdu ivaleyst
gingið inn á matstovur, kontór
og handlar fyri at fáa kunning,
har starvsfólkini hava nóg mikið
at gera frammanundan, tí tað er
nú einaferð so, at ferðafólk ikki
kunnu fáa alla vegleiðing og upp
lýsingar á internetinum, greiðir
Theresa
T.
Kreutzmann
frá.
Hon dylur tó ikki fyri, at nýggja
tøknin eisini setur krøv til kunn
ingarstovur og onnur, ið fáast við
ferðavinnu.
– Samfelagið broytist støðugt,
og tí mugu vit eisini broyta kunn
ingarhættirnar, so sjálvt um vit til
dømis ætla at menna onkra serliga
app, so skulu vit samstundis ikki
undirmeta prentað tilfar, sigur
Theresa T. Kreutzmann, sum
trívist væl í stjórasessinum á
Kunningarstovuni í Havn.
– Hetta er ein góð og spennandi
tíð. At hyggja at, meðan eitt av
stóru ferðamannaskipunum legg
ur at Havnini, gevur mær eina
fantastiska kenslu. Við tøttum
samstarvi kunnu vit innan ferða
vinnuna í Føroyum verða við til at
geva teimum vitjandi ógloymandi
upplivingar, sum tey einans
kunnu fáa í Føroyum.
rannva@sosialurin.fo
í meldrinum