mikudagur 30. mai 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Vit eiga at seta eitt árstal á
fyri, nær eingin skal roykja
longur í Føroyum.
Tað heldur Pál Weihe, for
maður í Fólkaheilsuráðnum.
Í dag er altjóða roykfríur
dagur og í hesum sambandi
saknar formaður í Fólka
heilsuráðnum ein greiðari
politikk fyri, hvussu vit fáa
Føroyingar at leggja av at
roykja.
Í øðrum londum verður
takið alsamt táttað um roykj
arar og summi lond hava
enntá sett árstal á fyri, nær
ongin skal roykja longur.
Í
Nýsælandi
hevur
stjórnin sett sær sum mál, at
har skal ongin roykja í 2025
og í Finlandi hava tey sett
sær fyri at í 2040 skal ongin
finnlendingur roykja.
Og í USA hevur heilsu
málaráðið orðað eina visjón
um eitt samfelag, har ongin
skal verða sjúkur ella doyggja
av tubbakki.
Hetta er eitt rák, sum
vindur meiri og meiri upp á
seg, og úti í heimi eru vísinda
fólk og politikarar við til at
leggja eina ætlan, tey nevna,
End Game, ella Endaspæl, til
rættis.
Endamálið við tí er at
fáa fólk at halda upp at at
roykja.
Hetta er ein 30 ára ætlan
og í Danmark verður eisini
tosað um at fylgja rákinum.
– Hóast nógvir roykjarar
eru so bundnir at tubbakki,
at teir ikki megna at halda
uppat,
hevur
páhaldið
verið, at royking er eitt
privatmál, sigur Charlotta
Pisinger, yvirlækni í gransk
ingardeplinum fyri fyribyrg
ing og fólkaheilsu í Danmark
við fleiri miðlar nú um dag
arnar.
Hon leggur afturat, at
tað er ikki ein einasta góð
grundgeving fyri at tubbakk
yvirhøvur skal vera til.
2000 er markið
Hetta er eisini eitt rák, sum
formaðurin í fólkaheilsuráð
num í Føroyum tekur undir
við.
– Í Fólkaheilsuráðnum
hava vit sett okkum sum
mál, at ongin, sum er føddur
eftir 2000, skal fara at roykja,
sigur hann.
Men hann tekur avgjørt
eisini undir við, at politiski
myndugleikin setir sær eitt
greitt mál fyri, nær ongin í
Føroyum skal roykja longur.
– Vit skulu hava eina
greiða null-hugsjón fyri tub
bakk, akkurát sum vit longu
hava í ferðsluni, har málið
við førda politikkinum er, at
ongin skal doyggja ella fáa
álvarsligt mein í ferðsluni.
– Men seta vit okkum
eina null hugsjón sum mál,
krevst tað eisini, at førdi
politikkurin hevur tað, sum
eitt miðvíst endamál, sigur
Pál Weihe.
– Tá ið tað kemur til hassj
eru vit at kalla náðileys í
okkara hugburði ímóti tí.
Men í veruleikanum er ongin
orsøk at gera nakran serliga
mun á hassji og tubbakki, tí
bæði eru skaðilig.
Pál Weihe sigur, at Fólka
heilsuráðið brúka eina milli
ón í ár í royndunum at fáa
børn ung ung at latsa vera
við at byrja at roykja.
– Tað er ikki øll verðin og
høvdu vit havt meiri pening,
høvdu vit kunna gjørt enn
meiri, sigur hann.
Áki Bertholdsen
– Vit vildu hava royking
heilt burtur úr eygunum
á børnunum og tískil
hava vit bannað royking
á øllum skúlans øki – og
á vegnum framvið skúl
anum.
Tað
sigur
Marita
Dalsgaard, skúlastjóri á
Toftum.
Í dag er altjóða royk
fríur dagur og tað skerst
ikki burtur, at tað treingist
saman um hjá teimum,
sum roykja.
Í
Havnini
hevur
Kommunan langt síðani
gjørt allar skúlar, allar
barnagarðar
og
allar
vøggustovur, roykfríar.
Hetta merkir, at tað er
ikki loyvt at roykja á øllum
matrikulnummarinum hjá
stovnunum, hvørki inn
andura ella uttandura.
Hetta hevur kommun
an gjørt tí at tey halda,
at tey vaksnu eiga at
ganga undan, sum góðar
fyrimyndir.
Á Toftum tóku tey
somu støðu fyri einum
hálvum ári síðani.
– Hetta er ein støða,
vit hava tikið í samráð við
kommununa, sigur skúla
stjórin.
Hon sigur, at tað er
trongt rundan um skúlan
og tískil er vegurin fram
við skúlanum eisini gjørd
ur rtoykfríur.
Tað merkir, at hvørki
næmingar ella lærarar
hava loyvi at roykja á øllum
matrikulnummarinum og
á vegnum framvið skúl
anum.
Ongin mótmælti
Annars
heldur
Marita
Dalsgaard, at royking er
ikki so stórur trupulleiki á
skúlanum, tí tað eru bara
einir seks, átta næmingar
í Framhaldsdeildini, av
teimum 200, sum tilsam
ans eru á skúlanum, sum
roykja.
Hon heldur, at fyri
nøkrum árum síðani vóru
tað enn færri næmingar,
sum royktu, men at tað
aftur hevur vundið eitt
lítið sindur upp á seg.
Hon
heldur
ann
ars, at yvirhøvur vir
ða næmingarnir royki
forboðið.
Tað gera lærararnir
eisini.
– Vit hava onkrar lær-
arar, sum roykja og hóast
tað varð tosað fyri og
ímóti, endaði tað við, at
roykiforboðið varð sett í
gildi.
– Tað var í hvussu so
er ongin, sum mótmælti,
sigur skúlastjórin.
Frammanundan hev
ur tað verið bannað at
roykja innandura í øllum
almennum støðum.
Og allastaðni verður
roynt at leggja niður í
skúlabørnini, at tey skulu
ikki fara at roykja, tí tað er
so skaðiligt.
– Tí hevði tað hevði
verið eitt sindur ørkym
andi fyri næmingarnir, at
forboð er fyri, at lærararnir
roykja innandura, men at
teir ístaðin verða sendir út
í tún at guva upp í eyguni
á teimum, sigur Marita
Dalsgaard.
Hava gjørt
allan skúlan
roykfrían
ROYKFRÍTT fyri at fáa royking
heilt burtur úr eygunum á
skúlabørnunum, hevur skúlin
á Toftum gjørt av at banna
royking á øllum skúlans øki
Um nøkur ár skal
ongin føroyingur
roykja longur
ROYKFRÍAR FØROYAR Vit skulu hava eina null hugsjón
hvat royking viðvíkur, akkurát sum vit hava, hvat ferðslu
viðvíkur, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Í Fólkaheilsuráðnum hava vit sett
okkum sum mál, at ongin, sum er
føddur eftir 2000, skal fara at roykja
Vit skulu hava eina
greiða null-hugsjón fyri
tubbakk, akkurát sum
vit longu hava í ferðsluni