mikudagur 30. mai 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Onkur hevur havt spurn
ingin um teir sonevndu
starakassarnar uppi og vent.
Og tað hevur ferðslupolitiið
eisini.
- Vit høvdu tað frammi
fyri fleiri árum síðani, men
niðurstøðan tá var eins og
nú, at tað var ov dýrt, sigur
Jan Fossaberg, leiðari fyri
ferðslupolitiið.
Hann hevur sjálvur verið
í Danmark og Noregi fyri at
kanna, hvussu hesir stara
kassar virka.
- Talan er um stationerar
kassar við myndatóli og ferð
mátara í, sum eru bundnir
beinleiðis at einum sentrali
umvegis telefonnetið. Hetta
merkir, at í somu løtu ferðin
er máld og myndin er tikin,
er hon at finna í skipanini,
sigur Jan Fossaberg.
Hetta merkir so eisini tað,
at tá ein bilførari er fangaður
í at koyra ov skjótt, hjálpir
einki at fremja herverk móti
ferðmátaranum.
- Tað ber eisini til at hava
ferðmátarar, sum ikki standa
í samband við ein sentral,
men tá kann bilførarin bara
bróta tólið, og so eru prógvini
burtur, sigur Jan Fossaberg.
Ein annar vansi við hes
um starakassunum er eisini,
at tað er eingin trygd fyri at
síggja, hvør koyrir bilin.
- Fyri at kunna føra eina
sak, mást tú kunna prógva
hvør koyrir bilin. Tað vita
fólk, og tí kunnu tey lata seg
í ein kepp ella bara halda
hondina fyri andlitið, tá tey
koyra framvið einum stara
kassa. Tá er ikki nóg mikið
við nummarplátuni, sigur
Jan Fossaberg.
Samband við borgaran
Leiðarin fyri ferðslupoliti
num í Føroyum sigur, at tá
tú koyrir í grannalondunum,
eitt nú í Noregi, so varnast
tú skjótt, hvussu norðmenn
koyra.
- Tú verður yvirhálaður
við rúkandi ferð, men so
knappliga fara allir at koyra
so hampiligt. So sær tú, at tú
koyrir framvið einum ferð
mátara, og tá hann er farin
aftur um, verður yvirhálað
aftur, sigur Jan Fossaberg.
Ein annar møguleiki, sum
verður brúktur, eru bilar,
sum verða settir fram við
vegnum, men tað er heldur
ikki ein loysn í Føroyum.
- Hetta krevur, at tú fyri
tað fyrsta hevur eina rabatt,
sum er nóg breið at seta bilin
á, og so krevur tað eisini, at
vegurin er beinur og ikki
bogar. Og tað er næstan eingi
slík vegastrekki í Føroyum,
sigur Jan Fossaberg.
Hann heldur tí, at tað
besta er tað, sum nú verður
brúkt.
- Vit kunnu máta ferðina
við lasarum, og tá fær tú
steðga bilunum beinanvegin.
Tú fær eisini staðfest í somu
atløgu, um bilførarin koyrir
við kenning. Eg havi eisini
verið úti fyri, at avdúka rús
evni í slíkari støðu, so eg
haldi, at tað eru nógvir fyri
munir við at gera, sum vit
gera. Og ikki minst so halda
vit sambandið við borgaran,
sigur Jan Fossaberg.
Sum nú er kann ferðslu
politiið stilla seg hvar sum
helst at máta ferð.
- Fólk finna skjótt út av,
hvar starakassarnir standa,
og so koyra tey bara hareftir
framvið teimum. Við at hava
samband við borgaran kann
tú eisini gera tína ávirkan
galdandi, so koyrt verður
eftir ferðslulógini, sigur Jan
Fossaberg.
Leo Poulsen
Fyri at fáa staðfest, um bil
førarar koyra við kenning,
nýtir ferðslupolitiið tey so
nevndu alkometrini. Bilfør
arin blæsur í tólið, sum so
vísir promilluna.
Trupulleikin er tann, at
alkometrið bert er vegleið
andi, og verður ikki góðtikið
sum prógv í rættinum. Tí má
ferðslupolitiið hvørja ferð
alkometrið vísir eina ov høga
promillu, fáa tikið eina blóð
roynd av bilføraranum, fyri
at ein skuldseting og seinni
ákæra um at koyra við kenn
ing kann halda í rættinum.
Men nú er eitt nýtt alko
metur ment, sum rætturin
góðtekur sum prógv, og tað
er hetta alkometrið, sum
ferðslupolitiið í Norðursæ
landi hevur royndarkoyrt.
- Tað hevur ikki alt riggað
eftir vild, og leiðslan vil hava
allar trupulleikar loystar,
áðrenn hini politiøkini í
felagsskapinum fáa nýggju
alkometrini. Men tey koma,
sigur Jan Fossaberg, leiðari
av ferðslupolitinum í Føroy
um.
Hann sigur, at sjálvt tá
nýggju alkometrini eru kom
in, verður stundum neyðugt
at taka blóðroyndir kortini.
- Við ferðsluóhapp verða
blóðroyndir tiknar automat
iskt, men tað verður eisini
neyðugt við blóðroynd, um
bilførarin eitt nú ikki vil ella
orkar at blása í alkometrið,
sigur Jan Fossaberg.
Hóast øll politiøki skulu
hava nýggju alkometrini, so
væntar Jan Fossaberg ikki, at
tey fáa hesi í ár, bæði tí allir
trupulleikar skulu loysast
fyrst, og tí fíggjarkarmurin
hjá politinum er so trongur.
Í sambandið við fram
takið hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd um at koyra
sámiliga,
hevur
eisini
ferðslupolitiið verið úti
um seg.
Vit gera altíð so nógv,
sum vit hava orku til,
men í sambandi við átak
ið hjá Ferðslutrygd hava
vit serliga lagt okkum
eftir at kanna ferðina hjá
bilunum, sigur Jan Fossa
berg, leiðari fyri ferðslu
politinum í Føroyum.
Og tað er ikki sørt, at
tað eru nógvir bilførarar,
sum koyra ov skjótt.
Eg havi ikki tølini beint
við hondina, men tað
er ein øgilig rúgva, sum
koyrir ov skjótt. Tað snýr
seg bæði um bilførarar,
sum missa kortið á stað
num,
bilførarar,
sum
missa koyrikortið treytað
og førarar, sum fáa klipp
í kortið, sigur Jan Fossa
berg.
leo@sosialurin.fo
Koyra alt
ov skjótt
Nýggj alkometur á veg
FERÐSLA Ferðslupolitiið á Norðursælandi hevur í eina tíð
royndarkoyrt eitt nýtt aklometur, sum rættarskipanin góðtekur
Lønar seg ikki við
ferðmyndatólum
FERÐSLA Í grannalondum okkara nýtir ferðslupolitiið
teir sonevndu starakassarnar at máta ferðina hjá
bilunum við, men í Føroyum fæst alt ov lítið burtur
úr í mun til kostnaðin at seta hesar kassarnar upp
Jan Fossaberg metir
ikki, at úrtøkan
stendur mun við
útreiðslurnar, tá talan
er um ferðmyndatól
við at hava samband
við borgaran kann tú
eisini gera tína ávirkan
galdandi