Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagin 6. juli verður havna­lagið á Sandi karmur um eina heilt serliga mót­ tøku. Henda dagin verður Sandur partur av teirri stóru regatta-siglingini, tá skip og bát­a­r í stórum tali fara at sigla millum oyggjarnar. Í hesum sambandi verður skipað fyri serligum tiltaki, sum byrjar longu klokkan 16. Men klokkan 19 verður høvuðs­til­takið henda dag­in, tá seglskipini koma at brygg­ ju, har kommunan bjóðar væl­komin. Síðani verða skip­ i­ni opin fyri vitjandi. Seinni um kvøldið fara harmonik­u­menn at spæla til felagssang í tjaldinum, eins og føroyskur dansur og harmonikudansur er á skrán­ni. snorri@sosialurin.fo Taka ímóti regatta’ini Sørvágur: Fyrireikararnir hava av álvara verið úti um seg, og hava megnað at fáa fat­ur á fleiri kendum nøvn­ um úr útlondum at framføra á festivalinum. Men føroyingarnir smæð­ ast heldur ikki burtur, tá teir fara á teir ymisku pallarnar í bygdini. Ikki færri enn 17 bólk­ar og einstaklingar fara at seta sín dám á henda fyrsta stóra festivalin í bygd­ ini. Hetta vikuskiftið verður bygd­in nærum umskapað til ein rættan western-bý, við øll­um tí sum hartil hoyrir. Út frá hesum er ætlanin, at bæði børn, ung og vaksin kun­nu fáa eina ógloymandi uppliving av tónleiki, hug­na og samvera við tey túsund­ tals fólkini sum eru væntað hig­ar. Sum skilst á fyri­ reikar­un­um er áhugin fyri hesum fyrs­ta festivalinum av slíkum slagi í Sørvági sera góður. Og tað gongur eisini sera væl at selja atgongumerkini í forsølu á sølustøðunum kring landið. - Vit ætla at gera alt fyri at hetta skal gerast ein ógloymandi festivalur. Hesar dagarnar skal Sørvágur kóka, siga fyrireikararnir. snorri@sosialurin.fo Sørvágur fer at kóka FESTIVALUR Í Sørvági eru tey av álvara byrjað at síggja fram til vikuskiftið 8. og 9. juni, tá bygdin verður karmur um tann stóra country- og bluesfestivalin REGATTA Sum ein partur av regatta-siglingini í summar, fara øll skipini at leggja at á Sandi. Her verður nógv gjørt burturúr UNG OG ELDRI Vikuskiftið 8. til 9. juni verður Sørvágur karmur um tann stóra country- og bluesfestivalin, sum skal vera fyri alla familjuna í góðum Wild West-stíli Mynd: faroeislands.dk Royki­ forboð við Marg­áir Mentan­ar­nevnd­in í Sunda kom­mu­nu mæl­ir býráð­num til, at royki­forboð verður sett í felags­húsinum og kring fót­bólts­vøll­ in við Margáir, har EB/Streym­ur spælir heima­dyst­ir sínar. Hetta verður gjørt, tí roykiforboð er gald­ andi á almennum støð­ um, og nú eisini verður galdandi við Margáir. Í grundgevingunum verður serliga hugsað um, at talan er um eitt stað, ið leggur dent á eitt heilsugott lív, og tískil hoyrir royking ikki heima har. Hetta var eitt av mál­unum, sum støða skuldi takast til á býráðs­fundi í gjár­ kvøldið. snorri@sosialurin.fo Slakar 400.000 komnar inn Fyribils uppteljingin frá lands­inn­savn­ing­ini hjá Bláa Krossi Før­oya her­fyri vísir, at slak­ar 400.000 krónur komu inn. Enn er upp­telj­ing­ in tó ikki heilt liðug, stend­ur á lesa á heima­ síðu­ni hjá Bláa Krossi. Í ár varð savnað inn til tvey endamál: Bygg­ ing­ina av nýggjum við­gerð­ar­heimi á Nesi fyri fólk við rústrupul­ leikum og verk­ætlan­ ina ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Hetta er fyri­byrgj­ andi verkætlan, ið vend­ir sær til børn og ung, ið vaksa upp í heimi, har rúsdrekka ella onnur rúsandi evni hava merkt ella merk­ja gerandisdagin. Í 2011 komu 488.000 krónur inn í lands­inn­ savn­ing­ini hjá Bláa Krossi. snorri@sosialurin.fo