mikudagur 30. mai 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pól
Huus á
midnátt
Midnáttarsamkoman
er eitt tiltak sum van
liga savnar nógv fólk á
Norðoyastevnu.
Røðari á midnáttar
samkomuni í Vágstúni
í ár er Pól Huus Sól
stein.
Pól Huus Sólstein er
føddur og uppvaksin í
Klaksvík. Sum ungur
spældi hann nógv ár
við Klaksvíkar Horn
orkestri. Av frítíðar
ítrivi
annars
hevur
hann
tónleik,
bók
mentir og list.
Pól
Huus
tók
studentprógv í Gøtu
gjóv og fór beinleidis á
hægri handilskula. Frá
1992-96 varð hann út
bugvin eksportteknik
ari.
Av arbeiðsroyndum
hevur Pól Huus arbeitt
á havsbrún 1997-2005,
HB Granada í Íslandi
2005-2007 og hevur
havt egið virki í Klaks
vík síðani 2008.
Midnáttarsamkom
an byrjar við at skótar
nir ganga kyndlagonga
frá KFUM&K oman í
Vágstún. Aftaná verð
ur fýrverk og felags
sangur.
snorri@sosialurin.fo
- Tað er sera umráðandi, at
ársins fyrsta summarstevna
framvegis skal hava ein savn
andi leiklut, siga fyrireikar
arnir av Norðoyastevnuni
– Norðoya Frítíðar- og Ítrótt
arráð. – Stevnan skal vera
fyri øll.
Fyri nøkrum árum síðani
var nógv tos um, hvørt tær
ymisku summarstevnurnar
høvdu sæð sínar bestu dagar,
og at tær so líðandi fóru at
hvørva.
Hesa avbjóðingina tóku
tey í NFÍ til sín, og vildu líka
sum laga stevnuna nakað,
soleiðis at Norðoyastevnan
aftur kundi koma til heiður
og æru.
- Vit hava síðani 2010 ar
beitt við at styrkja nakrar
berandi bjálkar, sum leiðslan
metir hava stóran týdning
fyri stevnuna. Her er talan
um setanina, midnáttarsam
komuna og fólkafundin, siga
fyrireikararnir.
Hetta er bert ein partur
av tí, sum hent er í so máta.
Eitt serstakt tiltak í so máta
er eisini skrúðgongan beint
eftir kappróðurin frá Klaks
víkgarðinum og heim í Vágs
tún.
Nevndin í NFÍ hevur
eisini gjørt eitt stórt arbeiði
fyri at lova teimum lokalu
listafólkunum,
tónleikar
unum,
sjónleikarum
og
øðrum framat at vísa kynst
ur síni.
Norðoyastevna,
tónleikur
og tivoli hoyra óloysiliga
saman. Soleiðis verður eisini
í ár, tá tey sum fara í tivoli
økið kunnu hoyra góðan og
fjølbroyttan tónleik frá bæði
ungum og royndum tón
leikarumum úr Klaksvík og
aðrastaðni frá.
Millum tey sum fara at
spæla
er
klaksvíkingur
in Hans Andrias Jacobsen
(myndin). Hann byrjaði at
spæla, tá hann var 14 ára
gamal.
Hann hevur m.a. fingið
íblástur frá The Beatles og
amerikanska Bon Iver. Hans
Andrias spælir við Grand
ma’s Basement og hevur
nýliga lagt eitt staklag á
alnótina.
Hann verður at hoyra
fríggjakvøldið klokkan 22.
Annars er skráin hon,
at hetta kvøldið klokkan
20 spælir Lindi Gardar og
klokkan 21 Hallur, Beddi og
Kristina.
Leygarkvøldið
klokkan
19 spælir Óvita Blues Band,
klokkan 20 Kular Røtur,
klokkan 21 Lindi Gardar og
klokkan 22 Jens Marni Han
sen.
Sunnudagin klokkan 15
verður Hanus G. Johansen
at hoyra, klokkan 19 Rógvi
Jacobsen
og
endar
tón
leikurin klokkan 20, tá Karl
Martin og Eyðun framføra.
Íalt verða 10 konsertir í
tivoliøkinum um vikuskiftið.
snorri@sosialurin.fo
Tíggju konsertir í tivoli
Norðoyastevna
savnar fólkið
Berandi bjálkar
Aðrastaðni á síðuni er greitt frá nøkrum av tí sum
nevndin í NFÍ hevur arbeitt við, har nakrir berandi
bjálkar verða við til at mynda stevnuna.
Setanin er í ár løgd til tiltak, sum Klaksvíkar
talvfelag skipar fyri. Gunvá við Keldu, borgarstjóri
skal seta Norðoyastevnuna í Vágstúni klokkan 18.30
har Klaksvíkar Hornorkestur kemur at spæla.
Klokkan 19 er útitelving á skránni í Vágstúni, har
bestu unglingarnir hjá Klaksvíkar Talvfelag telva
á stóra talvborðinum í Vágstúni og kappast um
ferðasteyp.
Eisini verður skipað fyri simultantelving, har
møguleiki verður at royna seg móti einum av sterkastu
telvarunum í Føroyum.