mikudagur 30. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Effo-deildin 10. umfar
Rólant Waag Dam
Arnbjørn Hansen. Tað er maðurin,
sum skal vinna dystirnar fyri EB/
Streym. Arnbjørn Hansen er lykilin,
sum skal lata dyrnar upp fyri EB/
Streym. Soleiðis søgdu mong – og
tað eru tað framvegis mong, sum
eru sannførd um.
Men nógv bendir á, at sigrarnir
hjá EB/Streymi ikki einans er
tengdir at Arnbirni longur. Hans
Pauli Samuelsen, Sorin Anghel og
aðrir góðir menn eru ofta klárir
at traðka til sum málskjúttar,
men maðurin, sum hevur skotið
flest mál fyri EB/Streym í ár, er 25
ára gamli norðskálamaðurin Leif
Niclasen.
Fyri tveimum døgum síðani
gjørdi hann trý mál og tryggjaði
samstundis EB/Streymi trý stig.
Aftrat tí legði hann seg eisini á
ovastu rók á toppskjúttalistanum,
saman við Clayton Soares og
Klæmint A. Olsen, ið allir hava
skotið sjey mál hvør.
Við tíggju dystum gevur tað
í miðal 0,70 mál fyri hvønn dyst,
sum er eitt ógvuliga gott miðaltal
fyri ein áleypara.
Leif, Leif og Leif
Hetta er eisini avgerandi neyðugt
fyri EB/Streym. Undanfarin ár
hevur framgongdin hjá EB/Streym
í alt ov stóran mun verið tengd at
vandamikla kollfirðinginum. Og
hóast hesin var við frá dystarbyrjan
mánadagin, so var tað Leif Niclasen,
sum gjørdi málini, tryggjaði sigurin
og stjól yvirskriftirnar.
Tað sá annars hampiliga gott
út hjá tvøramonnum leingi. Eftir
stívliga 70 minuttir stóð framvegis
málleyst á jøvnum, og hóast frálíka
gongdin við at vinna hvønn dyst
á nýggja vøllinum ikki kundi
halda áfram í allar ævir, so vóru
ábendingar um, at eitt stig – í øllum
førum – ikki var óhugsandi.
Men best sum hesin veruleiki
ikki var longur burtur enn 19 min
uttir, so var Leif Niclasen framvið
fyri fyrstu ferð – 0-1 til EB/Streym!
Hetta kom óvart á tvøramenn,
sum við eitt høvdu skund, um teir
skuldu varðveita sannførandi hag
tølini sum søgdu, at TB vann allar
heimadystirnar á nýggja heima
vøllinum. Í eini roynd at koma inn
í aftur dystin byrjaði TB at sparka
langar og høgar bóltar fram í móti
verjuni hjá EB/Streymi.
Fyri Leif og hansara líkar er
hetta ynskistøður, har teir kunnu
strúka avstað og gera lívið súrt fyri
verjuleikararnar. Ofta spyrst eisini
eitt mál ella tvey burtur úr – og tað
var júst støðan 2. Hvítusunnudag, tí
í 82. og síðani 85. minutti slerdi Leif
Niclasen sigurin fastan, tá hann
fyrst í fínum samanspæli við Arnar
Dam legði bóltin í netið, og síðani
eftir at Hans Pauli hegnisliga spældi
hann leysan innanfyri verjuna.
Góð gongd
Málini eru ein staðfesting av góðu
gongdini hjá EB/Streymi seinastu
tíðina. Mánadagin var tað Leif, sum
traðkaði í karakter og í steypadyst
inum herfyri vóru tað Sorin Anghel
og Levi Hanssen.
Liðið hevur nú vunnið fýra dystir
á rað, meðan kappingarneytarnir
hava snávað í fleiri umførum. Í
roynd og veru hevur EB/Streymur
yvirhálað fýra lið hesar fýra dyst
irnar, ÍF, B36, HB og Víking. Víkingur,
sum er nummar tvey, hevur einans
vunnið tvey stig hesar dystirnar,
meðan EB/Streymur hevur vunnið
12. Tað hevur sjálvsagt týdning!
Tætt við botnin
Somuleiðis hevur tað týdning fyri
TB, at liðið hevur savnað sær níggju
stig á heimavølli av 12 møguligum.
Men nú NSÍ vann sær trý stig og
B68 bjargaði ein javnleik í hús, so
eru tey bara tvey stig aftanfyri TB
og harvið skal søguríka felagið bara
tapa einaferð, meðan NSÍ og B68
vinna, og so er TB skeivu megin
markið.
3 x Leif
FÓTBÓLTUR Arnbjørn Hansen er av
mongum skýrdur vandamesti áleyparin
í Effodeildini, men 2. hvítusunnudag
var tað aftur Leif Niclasen, sum gjørdi
málini og stjól yvirskriftirnar
Leif Niclasen gjørdi øll trý málini og harvið reint hattrick
Mynd: Áki Bertholdsen