mikudagur 30. mai 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Effo-deildin 10. umfar
Pætur Albinus
Tað hevði undan dystinum gingið
sum eftir ánni hjá KÍ, og við fýra
sigrum á rað vóru teir við at blanda
seg upp í oddastríðið. Meðan hýr
urin var góður í KÍ-leguni undan
dystinum, so var hann kanska so
sum so í HB-leguni, eftir at teir
nakrar dagar frammanundan ruku
úr steypahálvfinaluni og í Effo
deildini høvdu tapt tveir dystir á
rað.
Stórspæl hjá HB
Fyrstu 10 minuttirnar var leik
gongdin jøvn og serliga HB gjørdi
nógv lítil fríspørk, sum gav KÍ
møguleikan umvegis deyðbóltar.
Teimum spurdist tó einki burturúr,
og eftir einari javnari løtu var tað
HB, sum setti seg á dystin og leyp
hvøkk á KÍ.
Í 14. minutti fær HB nevniliga
brotsspark, tá ið Símun Samuelsen
verður spældur leysur í vinstru,
tuskar undan Sørmundi Kalsø,
sum í eini roynd at takkla bóltin
bara fær mannin, og ikki letur
tað vera nakran iva hjá dagsins
dómara, Eileri Rasmussen. Hóast
HB hevur misnýtt eina ørgrynnu av
brotsspørkum í ár, so eydnaðist tað
hesaferð. Fróði Benjaminsen sendi
skotið úr 11 metrum í mál til 1-0.
Tað gekk bara ein hálvur minuttir,
og so hevði HB økt til 2-0. Christian
R. Mouritsen spældi Jógvan S.
Nolsøe púra leysan, og einsamallur
við málmanninum sveik hann ikki.
KÍ-verjan sá alt annað enn trygg út
í hesi støðuni, og hetta gjørdi hon
eiheldur eftir einum lítlum hálvum
tíma, tá ið Rógvi Holm stútaði eitt
hornasparksinnlegg í málið til 3-0.
Skipanin á KÍ-liðnum var ikki
til at fáa eyga á, og eitt sera væl
leikandi HB-lið, har bæði stuttar
og langar spælingar sótu beint í
skápinum, fekk klaksvíkingar at
sýnast vilstir í Havn.
HB kundi væl havt økt um leiðsl
una undan hálvleikinum. Eitt nú var
HB tríggir ímóti tveimum í einum
mótálopi, sum Andrew av Fløtum
punkteraði við einari ivasamari
spæling, meðan Jógvan S. Nolsøe
aftur slapp at renna leysur, men
tað gjørdist ov spískt og royndin at
lyfta bóltin upp um Andras Gango
í KÍ-málinum miseydnaðist. 20 ára
gamli framherjin spældi ein góðan
dyst – hann rann seg væl leysan og
var ein støðug hóttan.
Hálvleiksstøðan var uppiborið
3-0 til HB.
KÍ vildi svara aftur
Frá byrjan í seinna hálvleiki
tóktist KÍ-liðið meiri tendrað og
tóktist svangir eftir at vísa, at
fyrri hálvleikur als ikki var nøkt
andi. Teir løgdu seg langt fram á
vøllin í eini roynd at trýsta HB,
men heldur enn at hetta gagnaði
teimum, so vórðu teir revsaðir. Teir
mistu bóltin í uppspælinum, og so
gekk tað skjótt fyri seg. HB spældi
næstan ikki ein einasta skeiva bólt
henda dagin, og spælingin fram
til Símun Samuelsen var eisini
júst, sum hon skuldi. Hann hevði
ongar trupulleikar av at renna Álv
Christiansen, sum hevði tað trupult
á høgra bakki hjá KÍ, av sær, og
komin inn um brotsteigarmarkið
langaði hann bóltin í netið til 4-0.
Tveir minuttir eftir hetta málið
fekk KÍ ein hin størsta møguleikan
at minka um munin, men ein púra
leysur Bárður J. Heinesen hevði
trupulleikar við at fáa tamarhald á
bóltinum, tað tók ov langa tíð og ein
HB-verjuleikari fekk beint bóltin
burtur av vandaleið.
Fimm minuttir seinni lúrdi
Jógvan S. Nolsøe aftur og kom at
standa leysur eftir eitt verjukiks,
men skotið endaði í føvninginum
hjá KÍ-málverjanum.
Tá ið góðir tíggju minuttir
restaðu í gjørdi HB tað til 5-0.
HB hevði einaferð enn hertikið
KÍ-hálvuna, og eftir eina flata
avlevering
sendi
Christian
R.
Mouritsen eina perlu upp í handara
málhorn úr 20 metrum.
Ein minutt eftir 5-0-málið fekk
HB eitt lítið skot fyri bógvin, tá
ið Fróði Benjaminsen varð rikin
av vølli. Dómarin metti, at hann
hevði roynt at filmað seg til eitt
brotsspark, og fyri hetta fekk hann
sítt seinna gula kort. HB-leikararnir
vóru greidliga misnøgdir við hetta
og vildu vera við, at tað var brots
spark.
Hóast KÍ hevði fleiri góðar mál
møguleikar at koma á máltalvuna
síðstu løtuna, so var hetta bara ikki
dagurin hjá teimum, og teir máttu
av vøllinum við einum eyðmýkjandi
0-5-tapi.
albinus@sosialurin.fo
HB trekti
tenninar úr KÍ
Fótbóltur Tað vóru frálík fótbóltslíkindi í Gundadali 2. hvítusunnudag, har HB
tók ímóti KÍ í uppgerðini við teirri drúgvu søguni. Henda dagin var tó eingin ivi. Eitt
vælspælandi HB-lið avhølvaði KÍ heili 5-0, og sigurin kundi væl verið størri
Bláu klaksvíkskingarnir vóru
tannleysir eftir vitjanina
hjá HB í Gundadali
Myndir: nordlysid.fo