Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Effo-deildin 10. umfar Jóannes Hansen Í góðveðrinum í gjár fór NSÍ av Vágseiði við 2-0 sigri. Úrslitið ber við sær, at teir í Runavík nú kunnu hyggja niður á niður­flytingar­ strik­una, sum teir leingi hava kent marruna av at hyggja upp ímóti. Kári Reynheim hevur tett leik­arnar, sum fyrsta partin av kapp­ingini vóru rættuliga stórir. Tølini siga, at bara eitt mál er farið ígjøgnum tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið úrtøkan hevur verið full. Framrættaðu menninir skora tey málini, sum skulu til fyri at vinna stig og sigrar, og sum í løtuni tykjast bera við sær, at sjálvsálitið millum ungu menninar økist, og at teir so aftur fara at megna í uppaftur størri mun at nýta góðu fótbóltsevnini, sum búgva í teimum. Í Vági stendur verri til. Støðu­ talvan sigur, at talan var um lykla­ uppgerð. Full úrtøka hevði borið við sær, at størri samband fekst við hini liðini, sum royna at renna undan niðurflytingarhóttanini. FC Suðuroy tapti 2-0. Tað eru framvegis seytjan umfør og harvið 51 stig eftir at spæla um, so tað er framvegis møguleiki fyri, at okkurt kann venda øðrvísi seinni í ár, enn tað nú ger. Men sjálvandi var tapið stórt vónbrot. Venjaraskiftið og framúr avrikið í 2-1 sigrinum á sama vølli í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini mikukvøldið ímóti Víkingi, sum tá var oddalið í lands­kappingini, bóru bjartskygni og góðar vónir við sær. Tað sigur seg sjálvt, og tí er einki at siga til, at vónbrotið var stórt, tá ið Rói Jacobsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Mál og møguleikar Heimaliðið hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki, og eftir trilvandi fyrstu løtu mentu heimamenninir seg. Teir løgdu nógv fyri, men tað var torført hjá teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Bæði tí at teir ofta duttu í rangstøðufelluna, og tí at longu sendingarnar fram til John Tordar ikki vóru so neyvar. Tveir minuttir undan steðginum legði NSÍ seg á odda. Klæmint A. Olsen var tryggur úr ellivu metrum. Dómarin hevði peikað á blettin, eftir at miðvallarin Andras Frederiksberg varð feldur í gjøgnum­broti. FC Suðuroy royndi at svara aftur undan steðginum. Heimamenninir høvdu bóltin á stólpanum, og teir fingu einki burturúr góðari frí­ sparksstøðu. Harvið styrknaðu fyritreytirnar hjá NSÍ. Heimaliðið noyddist eftir steðgin at spenna álopsbogan meiri, og tað var intenst og spennandi, og tað vóru málmøguleikar í báðum endum. Brekkan hjá heimaliðnum gjørd­ist uppaftur brattari, tá ið mið­vallarin Poul N. Poulsen korter undan leikloki sá gult fyri aðru feð, og fýra minuttir undan leikloki varð NSÍ sigurin staðfestur. Jann Ingi Mortensen, sum hevur verið burtur frá seinastu ferðirnar, og sum hesa ferð varð innskiftur í 2. hálvleiki, var málskjútti. Uppspælið var í vinstru, og í staðin fyri at royna sjálvur, so valdi skilagóði Árni Frederiksberg at spæla Mortensen mannin, ið var púra blankur, tá ið hann staðfesti sigurin, sum ber boð um, at NSÍ er á rættari leið, og at tað ikki sær so gott út hjá FC Suðuroy. joannes@sosialurin.fo Rólant Waag Dam Liðið hjá Jógvani Martini Olsen er meiri ella minni uppsteðgað í landskappingini. Eftir at hava verið oddalið – bæði einsamalt og saman við øðrum – síðani fyrsta leikumfar, hevur liðið spælt sær av við fremsta pláss­ ið í Effodeildini. Hetta sama tíðarskeið hev­ur liðið tryggjað sær sætið í final­ uni um løgmanssteypið. Tað er at fegnast um hjá Víkingi, men kortini kann tað á ongan hátt góðtakast, at annars sterka liðið, einans hevur vunnið sær eitt stig av 12 møguligum sein­ astu dystirnar. Útivallaruppgávan í móti B68, sum eins og Víkingur hev­ ur havt tað trupult seinastu vikur­nar, gjørdist ikki dysturin, har lítið brúkiliga gongdin varð vend – hvørki hjá Víkingi ella B68. Tveir fluktarar Eitt mál og eitt stig í part flytir lítið á stigatalvuni. Men saman­umtikið er tað ikki nak­ að órættvíst úrslit, tí talan var sum heild um ein javnan dyst. Sjálvt spælið og mál­ møgu­leikarnir annars vóru hampiliga javnbýttir – heima­ liðið B68 hevði kanska fleiri kjansir, men teir hjá Víkingi vóru tað størri. Eitt nú stútaði Atli Gregersen á tvørtræið tíð­ liga í fyrra hálvleiki, og beint fyri leiklok misnýtti Kaj Leo í Bartalsstovu ein ovur­honds­ stóran møguleika, tá hann púra einsamallur sendi bóltin framvið málinum úr tveimum metra fjarstøðu. Ikki tí, eitt mál fekk Víkingur, men tað var ikki fyrr enn Jónleif Højgaard hevði lagt vert­irnar á odda við frálíkum fluktara. Fyri Víking var tað eisini talan um ein fluktara, tá Lasse Qvist eitt sindur heppið fekk beint bóltin í kassan og javnað. Tiltrongdur steðgur Nú er steðgur í landskappingini, tí eingin fótbóltur verður hetta vikuskiftið. Hjá bæði B68 og Víkingi er talan um ein til­ trongdan steðg, har venjararnir fáa stundir at seta seg niður og hyggja nærri at, hvat er galið. Hvat Víkingi viðvíkur, so skulu menninir hjá Jógvani Martin bara hava fatur á sama enda, sum teir høvdu við kapp­ingarársbyrjan, tá alt koyrdi sum smurt. Hinvegin er ongantíð komið gongd á maskina­ríið hjá B68, og upp­ gávan hjá Paula Poulsen er tískil at finna fram til, hvussu hansara menn fáa eitt felags­ stev, sum kann lyfta teir nøkur pláss upp eftir stigatalvuni. rolant@sosialurin.fo Báðir partar taptu FÓTBÓLTUR Báðir partar kunnu vera glaðir um javnleikin og eina stigið, men kortini er tað at meta sum ein ósigur hjá Víkingi at missa oddasessin, meðan B68 við einum sigri hevði verið røttu megin markið Aftur gerandis­ dagur í Vági Fótbóltur Við 2-0 sigri á útivølli heldur NSÍ fram við at arbeiða seg úr botninum, har FC Suðuroy gerst alt meiri isolerað Tað sær ikki gott út hjá FC Suðuroy, ið er isolera á niðasta plássið í Effo-deildini Savnsmynd