mikudagur 30. mai 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 AB
10
9
0
1
33
8
+25
27
2 07 Vestur
10
8
1
1
36
9
+27
25
3 Víkingur II
10
5
1
4
24
18
+6
16
4 Skála
10
3
5
2
14
13
+1
14
5 B71
10
4
2
4
21
26
-5
14
6 HB II
10
3
2
5
14
17
-3
11
7 B68 II
10
3
2
5
17
23
-6
11
8 EB/Streymur II
10
3
2
5
12
21
-9
11
9 KÍ II
10
3
1
6
19
27
-8
10
10 NSÍ II
10
1
0
9
11
39
-28
3
1. deild menn
Jóannes Hansen
AB er framvegis oddalið í næst
bestu deildini hjá monnum, men
argjamenn hava ikki longur fult
stigatal. Í gjár var oddaliðið í
Gundadali, har væl mannað HB lið
vann 1-0. Høgni Midjord skoraði
sigursmálið longu í 8. minutti.
Stigatalvan sigur, at tað hevur
ikki verið so sannførandi hjá HB
tey fyrstu umførini, og tí kundi
sigurin tykjast óvæntaður. Men
royndirnar við HB eru, at tað ber
illa til at rokna út, hvussu liðið
fer at síggja út og harvið hvussu
mótstøðan verður. Hesa ferð var
HB liðið væl mannað, og tað var
einki forgjørt í tí, at heimaliðið
vann fulla úrtøku og harvið togaði
seg upp úr botninum.
07 Vestur var í Klaksvík, og tað
sá leingi út til, at heimaliðið skuldi
vinna. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti
KÍ um leiðsluna, sum klaksvíkingar
høvdu vunnið sær heil tíðliga. Men
07 Vestur svaraði dyggiliga aftur
við síðsta stóra korterið at skora
fimm mál.
Skála snávaði á Svangaskarði,
har heimaliðið javnaði til 1-1 í síðsta
minutti. Sandoyingar tykjast vera
komnir fyri seg. Hóskvøldið endaði
tað 1-1 í Gundadali ímóti HB, og í
gjár vunnu teir 2-1 í Leirvík ímóti
Víkingi.
Illa sperda NSÍ var um reppið
at vinna úrtøku við Margáir, har
Arnar Dam skoraði bæði málini
hjá heimaliðnum í 2-1 sigrinum.
Sigursmálið varð skorað í síðsta
minutti, tá ið EB/Streymur orsaka
av útvísing var undirmannað.
Úrslitini hesa ferð bera við sær,
at nú er KÍ á niðurflytingarplássi,
men tað er tætt, tí tað er bara eitt
stig frá 9. og fram á 6. plássið.
joannes@sosialurin.fo
AB noyddist
úr Gundadali
við ongum
Fótbóltur Argjamenn fóru sum av torvheygum
úr Gundadali og út um ánna, og vágamenn tóku
seg við sigri í Klaksvík inn á aftur toppliðið
HB - AB 1-0 (0-0)
1-0: Høgni Midjord 8.
Víkingur - B71 1-2 (0-1)
0-1: Tórður Hentze 8.
0-2: Finn Erik Thomsen 73.
1-2: Martin Olsen 90.+3.
EB/Streymur - NSÍ 2-1 (0-1)
0-1: Magnus Pauli Sørensen 42.
1-1: Arnar Dam 59.
2-1: Arnar Dam 90.
Reytt kort: Halluur Fláaberg, EB/Streymur, 81. (2 gul)
B68 - Skála 1-1 (0-1)
0-1: sjálvmál 34.
1-1: Ramon Højgaard 90.
KÍ - 07 Vestur 2-5 (1-0)
1-0: sjálvmál 9.
2-0: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 65.
2-1: Andrias Eriksen 73.
2-2: Holgar Durhuus 78.
2-3: Tór-Ingar Akselsen 79.
2-4: Rógvi E. Nielsen 88.
2-5: Tór-Ingar Akselsen 90.+2.
AB hevur nú tapt sín fyrsta dyst í ár
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Jóan Símun
skoraði
hattrick
Fótbóltur Jóan Símun Edmundsson
skoraði trý mál, tá eykaliðið hjá
Viking í dag vann heili 5-1 á Brodd.
Jóan Símun skal í næstum spæla
við føroyska U-21 landsliðnum
Tróndur Arge
Farna sunnudag byrjaði Jóan
Símun inni á besta liðnum og
fríggjakvøldið eftir, skoraði
hann hattrick á eykaliðnum.
Heimasíðan hjá Brodd skrivaði
í upptaktini, at talan var
um »stjørnuspekka« eykalið
hjá
Viking,
tí
fyrrverandi
Newcastle leikarin, Jóan Símun
Edmundsson, var við.
Akkurát
hvussu
stór
»stjørna« Jóan Símun er skal
verða ósagt, men toftamaðurin
gjørdi bart. Longu aftaná seks
minuttir legði hann Viking á
odda við nevum lobbara úr
høgru í brotsteigin.
Í seinna hálvleiki økti før
oyski landsliðsleikarin til 3-1
og 4-1 við at seta returar frá
málmannunum í mál.
Jóan Símun sigur við heima
síðuna hjá Viking, at hann
fegnast um avrikið og vónar
at koma seg veruliga til seinnu
hálvu.
Undir greinini er eitt sjón
bandabrot frá dystinum. Jóan
Símun spælir í reyðum og hev
ur nummar 10 á rygginum.