mikudagur 30. mai 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Tað var einki minni enn eitt bragd,
at kvinnulandsliðið í flogbólti mest
sum sópaði vertirnar úr Luxem
bourg av vøllinum, tí undan kapp
ingini var áskoðanin hjá teimum
flestu, at heimaliðið var favorittur
og væntandi fór at vinna allar sínar
dystir.
Í hesum fyrsta dystinum var
spenningurin størstur, og tá av
tornaði, høvdu bæði lið settbóltar,
áðrenn Føroyar endaðu við at vinna
28-26. Vertirnir komu betur frá
byrjan í øðrum setti, men so komu
tær føroysku afturíaftur og vunnu
25-21, og í triðja setti høvdu tær
funnið seg sjálvan og góða spælið,
so tað endaði 25-19 og dysturin 25-19
til Føroyar.
Ein dreymabyrjan í EM-undan
kappingini fyri smátjóðir, har
føroyska liðið visti millum lítið og
einki um áðrenn, hvørjari mótstøðu,
roknast kundi við. Hetta gav
vónir um, at nakað veruliga kundi
spyrjast burturúr, samstundis sum
dysturin millum hini bæði liðini í
bólkinum, San Marino og Ísland,
endaði við 3-1 sigri til San Marino,
eftir at Ísland annars var komið á
odda.
Funnu ikki geistin
Leygardagin skuldi tað tó vísa seg,
at San Marino var tyngru at syfta,
enn nakar hevði væntað, tí sjálvt
um føroysku flogbóltskvinnurnar
henda seinnapartin komu betur frá
byrjan í dystinum og vunnu fyrsta
sett 25-22, eydnaðist teimum ikki at
halda fast við geistin frá Luxem
bourg-dystinum.
Tvørturímóti var tað San Marino,
ið mentist, sum dystinum leið, og tí
kundi eingin fingur setast á sigurin
hjá San Marino, ið ikki minst dugdi
at gera sær dælt av persónligu feil
unum á føroyska liðnum, har tað
ikki vísti seg, sum neyðuga dirvi var
til staðar, so kvinnurnar veruliga
tordu at spæla sítt spæl, men heldur
onkursvegna hildu aftur og annars
gjørdu ov nógvar feilir.
Hetta endaði tí við, at San
Marino vann síðstu trý settini og
dystin 3-1, við settúrslitunum 25-20,
25-16 og 25-15. Samstundis gav hetta
eina mynd av, at San Marino helst
var sterkasta liðið í bólkinum og
kundi vinna hann.
Spurningurin var bara, hvussu
langt tað fór at røkka hjá føroysku
kvinnunum,
sum
sunnudagin
skuldu spæla ímóti Íslandi, tí
Luxembourg, sum Føroyar vundu
burturúr
fríggjakvøldið,
vann
leygarkvøldið ein sera tryggan 3-0
sigur á Íslandi, við settúrslitunum
25-21, 25-20 og 25-14.
Endaðu aftast
Á pappírinum skuldi Ísland verið
væl og virðiliga yvirkomilig mót
støða, men tað er bara ikki á pappír
inum, at dystirnir verða spældir, og
tað fingu Føroyar at sanna sunnu
dagin, tá tær íslendsku kvinnurnar
vístu seg sum alt annað enn greitt
veikasta liðið í bólkinum, sum ann
ars kundi verið tann mest upplagda
niðurstøðan eftir teir báðar fyrstu
dystirnar hjá øllum.
Tvørturímóti bleiv talan í veru
leikanum um eitt slag av eyðmýking,
tí Ísland vann ein greiðan 3-0 sigur,
har tað var í fyrsta og serliga øðrum
setti, at einki riggaði. Tey taptu
Føroyar 19-25 og 14-25, og hóast
betur gekk í triðja setti, 21-25, var tað
ov seint hjá kvinnunum spakuliga
at koma í gongd tá.
Í hesum triðja settinum helt
spenningurin sær nokk so langan
veg, tí føroysku kvinnurnar máttu
og skuldu vinna settið fyri at yvir
liva. Men nærri enn at vera aftanfyri
19-20 komu tær ikki, og tí eydnaðist
ikki heldur ímóti endanum at fáa
fatur í Íslandi, sum vann uppiborið,
men alt ov lætt.
Hin dysturin í bólkinum endaði
við, at San Marino vann 3-2 á
Luxembourg eftir spæl í tveir tímar,
har settúrslitini vóru 25-22, 19-25,
23-25, 25-16 og 15-8. Hesi bæði liðini
fóru tískil víðari til endaspælið
næsta ár, meðan Ísland og Føroyar
mugu ynskja sær betri eydnu til
næstu ferð.
hilmarjan@sosialurin.fo
Góða byrjanin helt ikki
Flogbóltur Alt sá út til at skula ganga upp í eina hægri eind, tá flogbóltskvinnurnar
fríggjakvøldið vunnu ein knúsandi 3-0 sigur á Luxembourg, men tað helt bara ikki, tí liðið
tapti fyri bæði San Marino og Íslandi og kom sostatt ikki víðari til endaspælið
Tað byrjaði so væl við sigri á Luxembourg, men endaði við tapi fyri bæði San Marino og Íslandi. Her ein mynd frá Luxembourg-
dystinum, har Eina Kalsø og Hjørdis Johannesen blokka, meðan Helen á Lakjuni spent fylgir við
Magnús Aðalsteinsson og Niclas Joensen royna sum venjari og hjálpar
venjari at leggja kvinnunum lag á í einum av dystunum í Luxembourg,
har Føroyar kappaðust í EM-undankappingini fyri smátjóðir