mikudagur 30. mai 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
2. hvítusunnudag vóru tríggir
føroyskir súkklarar við í súkklu
kappingini Pinseløbet i Hammel.
Torkil Veyhe kom á sigurspallin
við tað at hann gjørdist nummar
trý í B-bólkinum, sum er eitt støði
niðanfyri teir, sum súkkla fulla tíð.
Eitt nú kann nevnast, at vinnarin
í A-bólkinum gjørdist stórtalentið
Rasmus Guldhammer, sum súkklar
fyri liðið hjá Michael »Kyllingen«
Rasmussen, Christina Watches -
Onfone.
Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-
Olsen luttóku í aldursbólkinum
menn 40 ár og eldri. Her gjørdist
Bogi Kristiansen, sum umboðar
Hareskov Cykelklub, nummar seks
við tíðini 02.12,08. Hetta var júst
omanfyri ein minutt aftanfyri vinn
aran. Gunnar Dahl Olsen endaði á
einum 23. plássi.
Eisini Súsanna Skylv luttók í
kvinnukappingini. Her fekk hon
eitt 16. pláss í einum felti við 48
súkklarum.
albinus@sosialurin.fo
Torkil Veyhe á
sigurspallinum
Súkkling Torkil Veyhe, sum súkklar fyri Odder CK í Danmark,
gjørdist 2. hvítusunnudag nr. 3 í Pinseløbet i Hammel
Tróndur Arge
Síðani 2004 hevur kekkiski
landsliðsmálverjin
staðið
í
Chelsea-málinum. Nú er greitt,
at tað verður eisini hann, ið
skal verja málið komandi
fýra árini. Síðani hann kom
til felagið frá franska Rennes
hevur Chelsea millum annað
vunnið trý Premier League-
heiti, fýra ferðir FA Cup, tvær
ferðir Carling Cup og nú eisini
eitt Champions League-heiti.
– Eg eri fegin um at skula
halda fram í hesum góða felag
num í fýra ár aftuat. Vónandi
verða tey komandi fýra árini
eins góð og tey farnu átta, sigur
Petr Cech við heimasíðuna hjá
felagnum.
Petr Cech hevði bara eitt ár
eftir á sáttmálanum, men helst
munnu avrikini hjá honum í
Champions League hava sann
ført Roman Abramovich um
at halda fast um málverjan. Í
Champions
League-finaluni
valdi hann røttu síðu í øllum
fimm
brotsspørkunum
hjá
Bayern
Munchen
í
brots
sparkskappingini. Hann bjarg
aði tveimum, umframt at hann
eisini bjargaði einum brots
sparki í umdystinum.
trondur@sosialurin.fo
Cech heldur
fram í Chelsea
Fótbóltur Hann var ein av
hetjunum í Champions League
-finaluni ímóti Bayern Munchen, og
nú hevur Petr Cech skrivað nýggjan
fýra ára sáttmála við Chelsea
Hilmar Jan Hansen
Í dag er føroyska flogbólts
manslandsliðið farið avstað til
Luxembourg at kappast í EM-
undankapping fyri smátjóðir,
sum verður um vikuskiftið.
Føroyar eru í bólki við
Skotlandi,
Írlandi,
Norður
írlandi og Luxembourg, so flog
bóltsmenninir skulu spæla til
samans fýra dystir.
Tann fyrsti verður fríggja
dagin klokkan 17 ímóti Írlandi,
so verður spælt ímóti bæði
Luxembourg og Norðurírlandi
leygardagin og at enda ímóti
Skotlandi sunnudagin.
Venjari hjá føroyska liðnum
er Romica Øster og aftur at sær
hevur hann Suna Hansen sum
hjálparvenjara, og teir hava
tikið hesar spælarar út til
kappingina:
Thorvald Danielsen, Trygva
Hansen og Jón Syderbø úr
Mjølni, Boga Midjord og Suna
Juul Pedersen úr Fleyr, Ólav
Jensen og Jón Joensen úr SÍ,
Fróða Bærentsen og Rasmus
Mortensen Potts úr TB, Gunnar
Olsen Jørgensen og Jóhan
Petur á Stongum úr Aalborg
Volley og Bjarna Larsen úr ÍF.
hilmarjan@sosialurin.fo
Menninir
avstað
Pætur Albinus
Nevndin í FC Suðuroy hevur gjørt
avtalu við slovenska verjuleikaran,
Saša Kolman, um at gerast venjari
hjá besta mansliðnum, tað, sum
eftir er av hesum kappingarárinum.
Tað sigur FC Suðuroy á heimasíðu
síni
Saša hevur tikið venjaraútbúgv
ing í heimlandi sínum. Hann kom
til Føroya síðst í januar 2012 fyri
at spæla við FC Suðuroy í Effo
deildini.
Pól F. Joensen fór úr venjara
starvinum fyri einari viku síðan,
og síðan tá hava Tórður Wiberg
Holm, Bogi Mortensen og Egill
Steintórsson tikið sær av besta
mansliðnum. Saša Kolman er nú
altso settur sum høvuðsvenjari og
Tórður Wiberg Holm heldur fram
sum hjálparvenjari.
Saša Kolman heldur fram við at
spæla fótbólt við besta liðnum og
verður sostatt leikandi venjari.
albinus@sosialurin.fo
FC Suðuroy sett
blaðungan venjara
Fótbóltur Saša Kolman settur sum leikandi venjari
hjá FC Suðuroy. Hann er júst vorðin 28 ára gamal og
er harvið greitt hin yngsti venjarin í Effodeildini