Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 petersen Nøvn Til minnis um Hannu Valdimarsdóttir Góða Hanna! Her er so tómt, nú tú ert farin. Hurð tín stóð al­tíð opin og altíð surraði kaffi­ maskinan, og so fingu vit okk­um eina sigarett. Av lyndi vart tú blíð, fitt og fyrikomandi. Líkamikið hvønn tú tosaði við, áttu øll uttan undantak alt gott at bera tær. Tú vart víðagitin á psykiatrisku deild. Um onk­ ur var í neyð, vart tú altíð klár at hjálpa. Tú gavst tína síðstu sigarett, um onkur mangl­aði. Saknurin, Hanna, er ógvu­liga stórur, hvør kundi sum tú bjóðað inn til nýbak­ aða køku, ella koyrdi tú ein høsnar­unga í ovnin. Tú elsk­ aði at mála, serliga blómur. Tú gjørdi vøkur kort, undir blómumyndunum stóð eitt ørindi úr bíbliuni. Tú hevði onga bíbliu her á stovninum, men tað lá ræði fyri hjá tær at citera óteljandi vers. Minnist tú sunnudagar­ nar, tá vit fóru í kirkju.Vit spældu eisini bingo, bæði í VB-húsinum og á Hamra­ garði. Millum mangt ymiskt vit vóru til, var eisini kvinnu­ borð­haldið í VB-húsinum. Hanna, tú vart mitt­punkt­ ið á Eiðisgarði, øll elskaðu teg. Tey siga, maður kemur í mans stað, men saknurin av tær kann ikki sigast við orðum. Vit eru øll á Eiðisgarði takk­som fyri tíðina vit fingu saman við tær. Hvíl í friði góða Hanna. Øll her senda familjuuni eina heilsan og takka fyri hugnaligar vitjanir her suð­ uri. Um tað kann ugga tykk­ um, so vil minnið um Hannu altíð verða verandi her suð­ uri. Búfólkið á Eiðisgarði 90 ára føðingardagur Mánadagin 4. juni verður Mia í Skorini, Tórshavn, 90 ár. Dagurin verður hildin frá kl. 16 í hølunum hjá Starvs­mannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Tann 5. juni verður Elna Poulsen, Fuglafirði, 90 ár. Dagurin verður hildin í Lonini frá kl 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Leygardagin 16. juni verður Harry Hansen, Strendur 80 ára gamal. Dagurin verður hildin í pensionista­húsinum á Strondum 16.juni millum kl 17:00 og 21:00. Øll eru hjarta­liga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 9. juni hava Maria og Jens Erik Ras­mus­ sen á Toftum gullbrúdleyp. Dag­urin verður hildin á Svanga­skarði frá kl. 11.00 - 15.00, og øll eru hjartaliga væ­l­kom­in. Gullbrúdleyp 20. juni hava hjúni Ebba og Jákup Nysted Joensen gull­ brúd­leyp. Dag­urin verður hildin leygardagin 23. juni í Eydnuni á Oyrabakka kl. 19. Øll eru hjartaliga vækomin. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, vinarliga sigið frá innan 12. juni á tlf. 422088 ella 272188. Silvurbrúdleyp Týsdagin 12. juni hava Ann og Hans Fróði Hansen Klaks­vík verið gift í 25 ár. Dag­urin verður hildin heima á Kráar­gøtu 70, kl. 18.00. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 217585 ella 457585 áðrenn 4. juni. Klæmint Isaksen prógv sum DipMDT 23. mai 2012 fekk Klæmint Isaksen, fysioterapeutur, prógv í Mechanical Diagnosis and Therapy við Inter­nationala McKenzie Institutti á University of Otago, New Zealand. Próvtøkurnar vóru tiknar í Berlin og Peterhead. Hann hevur sostatt lokið hægstu útbúgvingina í MDT, og ber nú heiti DipMDT. Klæmint starvast á Havn­ ar Fysioterapi og Vága Fysio­ terapi. SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr