Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Russiski rithøvundurin Fjodor Dostojevskij (1821-1881) setti djúp og varandi spor í og ótøm­ andi keldur til manna­ sálina sum kanska eing­ in annar undan ella eftir hann. Stóra umskiftið í hansara lívi kom í 1849, tá ið hann varð dømdur til deyða fyri upp­ reist­rarvirksemi, men í sein­astu løtu, beint áðr­enn dómurin skuldi fremjast, broytti Zar­ ur­in dómin til 10 ára fongs­ul í Sibiria. Tá ið 10-ára revsingin varð yvirstaðin, og hon­ um varð loyvt aftur at búgva í Sankta Pæt­urs­ borg, fór hann av álvara at skriva skald­søgur – nakað hevði hann skrivað, áðr­enn hann varð hand­tikin – sum allar gjørd­ust ódoyggi­ ligar. Í 1860 skriv­aði hann Tað deyða húsið, ein lívs­søga úr fanga­ leguni í Sibiria. Eina­ staðni í bókini greiðir hann frá, hvussu hann hitti ein russ­iskan aðals­ mann, sum hevði verið fangi í fleiri ár dømdur fyri at hava dripið konu sína. Nú livdi hann, eftir at hava sitið revsingina av, stilt og lítilátið sum tvingsilsniðurstøðufólk í K. Hendan bókin, bio­ logiin legði støðið til hans­ara djúptstingandi sálarfrøði og religiøsu sjónarmið. Tann kendi háskúla­ stjórin á Haslev Há­ skúla, Knud Hansen (1898-1996) – stórt tal av før­oy­ing­um hava ging­ið á hes­um há­skúla – skriv­ aði í 1973 eina drúgva og sera áhugaverda bók um Dostojevskij og hansara skaldaverk. K.H. gjørd­ ist heiðursdoktari í Keyp­mannahavnar Uni­ versiti 1979. Í Sosialinum nú ein dagin skrivaði Jógv­an Sundstein, fyrr­ver­andi løgmaður, eina frálíka grein um niður­gerð og útspilling av fólka­ valdum politikarum. Í sama blaði hevði ein annar persónur fyri kort­um í fleiri vikur eina framhaldsgrein – á donskum – við áhaldandi útspillingum og ærumeiðingum um okk­ara løgmann. Har var einki mark: við sjey­ tumma spíkum sló hann fast, at okkara løgmaður »snyder og bedrager.« Altso: løgmaðurin er ein snýtari og ein svíkjari. Sagt við øðrum orðum hann lýgur og hann fals-ar. Hetta varð sum sagt áhaldandi kunn­gjørt í Sosialinum utt­an viðmerking frá redak­ tiónini. No comment. Ber tað ikki til her at siga, at man merkt die Absicht und wird ver- stimmt? Í skaldsøguni Foma og hansara offir greið­ir Dostojevskij frá ein­um persóni, Foma Opiskin, sum er tað »aller­ ubetyde­ligste, mest intet­sigende menneske, grænse­løs selvglad …– Sådanne mennesker føler sig næsten altid sårede, de lider under tidlig­ere tiders fiaskoer… deres selv­følelse er som en byld, hvorfra der ved den blotte berøring flyder gift og galde…« Útspilling og máttloysi Heri Mohr »Vit fagna ymiskleikanum« Føroya Pedagogfelag Tá ið tú møtir einum flokki av børnum og pedagogum teirra á veg til eitthvørt ella bara spákandi ein túr, so mugu tað vera tey fæstu, ið geva sær gætur, hvussu fjølbroytt og ymiskt, arbeiðsøkið hjá pedagogum er. Málbólkurin hjá pedagog­ um er: • Menniskju í øllum aldri úr vøggu í grøv • Alt lívskeiðið ella part­ar av lívsskeiðinum (barna­ garðar, frítíðarskúlar, bú­ stovnar, verkstøð, o.s.fr.) • Menniskju á øllum støði børnum og vaksnum – frá vælvirkandi børn­um og vaksnum, til børn og vaksin, við trupulleikum av atferð, menn­ingar­ órógvi, tarni ella øðrum. • Menniskju á veg inn í sam­felagið – uppaling av smá­børnum, menniskju á leið út úr samfelagnum – marginaliserað og út­ stoytt • Menniskju í stríð við sam­ felagið – byrjandi krimi­ nalitetur og útagerandi • Menniskju, ið ikki hava fingið grundleggjandi trygg­leikan - umsorganar­ svikin Hetta fjølbroytni og ymisk­ leikin í avbjóðingunum í ger­andisdegnum hjá peda­ gog-um, sæst eisini aftur á øllum teim økjum, teir ar­ beiða: m.a. vøggustovur, barna­garðar, frítíðarskúlar, forskúlar, skúlar, ungdómar (Margarinfrabrikkin, Húsið, o.s.fr.), dagrøktin, Ser­nám, Landssjúkrahúsið/Barna- deild, almannaverk, stuðlar, sum arbeiða innan bæði skúlan og við børnum og ungum og vaksnum, ið tørva stuðul antin í heiminum ella í dagtilboðum, bústovnar, verk­støð, døgn- og við­ gerðar­stovnar fyri børn, ung og vaksin, kvinnuheim, frítíðarskipanir til børn og ung, eldraøkið. Umframt alt hetta er vanligt, at pedagogar eru við í leiðslu og samskipan á sosiala og pedagogiska økinum og at seta i gongd sosial og pedagogisk pro­ sjekt. Tann, ið skal arbeiða við einum so breiðum málbólki, kem­ur á leið síni at hava ábyrgd av, at skulla samstarva við nógvar aðrar fakbólkar: m.a. fólkaskúlalærarar, sosial­ráðgevarar, peda­gog­ iskar ráðgevarar, psyko­logar, psykiatarar, sjúkra­røktar­ frøð­ingar, heilsurøktarar o.s.fr. Umframt stovnar, ið hava ábyrgd av børnum, ung­ um og vaksnum . Menniskjasýnið hjá peda­ goginum er, at øll, ið arbeitt verður við og saman við, verða fatað sum handlandi persónar við vitan, dreymum hugsanum og meiningum um lívið og framtíðina. Týdn­ ingarmikið er, at øll: børn, ung og vaksin, verða tikin við uppá ráð, verða tikin uppí og fáa týðandi royndir við at hava ávirkan á egið lív. Hetta menniskjasýni og peda­gogiska fatan ber í sær, at aðalendamálið í pedagog­ iskum virksemi hjá peda­ gogum er: • At skapa eitt umhvørvi merkt av umsorgan og tryggleika, har ymisk­ leikin verður virdur • At taka støði í møguleikum og tilfeinginum - sum besta grundstøðið undir menning • At stuðla upp undir for­ vitnið og ríkidømið upp á hugskot og kreativitet, so, at tann, ið arbeitt verður við, fær hug til lívið og hug at læra • Í mestan mun, at taka tann, ið arbeitt verður við, við í demokratisku gongdirnar og avgerðirnar, so tey læra at taka á seg ábyrgd av felagsskapinum og sær sjálvum - við støði í teirra fortreytum • Arbeiðsplássið hjá peda­ gogiskum starvsfólki utt­an mun til, um mál­ bólk­urin er børn, ung, vaksin, normaløkið ella sosial­pedagogiska økið, skal skapa karmar um eina sera týdningarmikla samfelagsuppgávu, ið ber í sær: uppaling, dannilsi, menning, lívsførleika, og sosialisering, meining við lívinum. Pedagogurin skal evna at menna eitt pedagogiskt rúm, ið er eyðkent av: pro­fessio­ naliteti, áhuga, engagementi, læring, stuðli, vegleiðing, tryggleika og umsorgan. Eitt rúm, har tað ber til at gera sær jaligar royndir við lív­ inum Alt hetta hevur við sær, at týdningarmikið er at hava vælútbúnar pedagogar til øll hesu ymiskligu fakøkini, pedagogar við eini hollari pedagogiskari vitan og fatan, og starvsfólk við hjartanum á rætta stað. Sendið viðmerkingar til post@sosialurin.fo