Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá tveir triðingar av føroyingum ikki vísa eini fólkaatkvøðu ans, merkir hetta ikki, at nakað er galið við før­oyingum. Tá er okkurt galið við fólkaatkvøðuni og spurningunum, sum hon setur. ”Fyri okkum, sum hildu, at vit vóru komin ávegis móti má­ linum í arbeiðinum at nýskipa kommunurnar og teirra ar­ beiðs­uppgávur, var tað eitt stórt vónbrot at ásanna, at tey tingfólk, sum vóru við í hesum ávegis arbeiði, hava svikið tær avtalur, sum har vóru gjørdar, fyri síðan at senda ein fyrispurning um kommunusamanlegging til fólkaatkvøðu, sum tey allar­ flestu ikki vildu vita av. Tá 67% av fólkinum ikki vísur áhuga fyri tí, sum skal fara fram í nærum­hvørv­ in­um, er tað ikki fólkinum, tað er galið við, men við fyri- spurninginum, sum settur er. Fólkaatkvøðan er dumpað, og tí fara vit í Framsókn at arbeiða víðari við at nýskipa kommunurnar eftir lógini um kommunusamanleggingar. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður lógin send til fólkaat­ kvøðu. Fólkaatkvøðan skal fyriskipast eftir sama leisti, sum val til løgtingið verður skipað eftir, nevniliga at Før­ oyar eru eitt valdømi.” Hetta segði eg á lands­ fundinum hjá Framsókn her­ fyri. Tað fall ikki í góða jørð hjá Eyðuni á Lakjuni, sum tí hevur gjørt vart við seg í bløð­unum. Eg standi við tað, sum eg segði á landsfundinum. Eg kann tó fegin ásanna, at mein­ingarnar kunnu vera ymiskar um, hvussu ein demo­kratisk tilgongd um saman­legging av kommunum skal vera. Eyðun á Lakjuni heldur, at ein fólkaatkvøða, har bara triðjihvør tímir at atkvøða, er í lagi. Tað er so hans­ara meining. Eg haldi nakað annað. Eg havi í nógv ár roynt at sannføra fólk um, at Føroyar eiga at verða skipaðar í størri kommunalar eindir. Eg haldi eina skipan við færri, men sterkari kommunum, vera ta bestu til at átaka sær fleiri av teimum uppgávum, sum landið í dag umsitur. Framsókn hevur í til­ gongd­ini ikki ført nakað slag av negativari umrøðu ímóti fólkaatkvøðuni, sum var, men vit taka bara til eftirtektar, at Føroya fólk ikki hevur ynskt hesa atkvøðugreiðsluna. Lógin um kommunu­sam­ an­legging er eftir mínum tykki framvegis galdandi og er ikki tikin av við fólka­at­ kvøðuni – kanska tvørtur­ ímóti. Eg skal tó lova Eyðuni, at tá nýskipanarlógin um før­ oyskar kommunur er klár, og vit vita, hvørji málsøki eru ætlað at verða løgd út til kommunurnar at umsita, skal Føroya fólk sleppa at eiga avgerðandi orðið - á eini fólkaatkvøðu. Sum eg bleiv glað, at lesa í fjøðmiðlunum, at nú verður sett Barnaumboð á stovn í Føroyum. Hetta hevur verið upp á tal fyri stuttum, upp­skot sett fram av and­støðuni í Tinginum, men fekk tíanverri ikki undirtøku og fall. At okkum tørvar slík­ an stovn, er ongin ivi um, og eru slíkir stovn­ ar í londunum rund­ an um okkum. Og sera um­ráðandi, at vit halda barna­rættinda­sátt­mál­ an hjá ST. Vit sum dagliga starv­ ast millum børn, uppliva mangan, at stovnur sum hesin er saknaður. Tað er tíanverri ofta soleiðis, at tað eru tey vaksnu, ið verður tikið hensyn til og ikki børn­ ini. Tey verða ikki altíð hoyrd og vird, sum tey hava krav uppá. Onkun­ tíð, ikki eingang spurd, um teirra hugsan og mein­ing. Tað hevði mang­an verið øðrvísi av­ gerðir, um børnini blivu hoyrd og vird. Tí vit vita, at børnini siga frá, bæði so og so. Tað er nógvar, stórar og ávlarsligar uppgávur, eitt slíkt Barnaumboð skal taka støðu til. Fyrst og fremst fyri­ byrgjandi, og samstarva við teir fakbólkar, sum frammanundan eru í teimum ymsu økinum og ikki minst verða á varð­haldið og verji hjá øllum børnum í Føroy­ um. Eg haldi so avgjørt eisini, at tað skal verða ein kærustovnur. Eg skal verða tann fyrsta at ynskja Barna­ umboðnum vælkomið. Og skal tað verða mín inniliga vón, at øll á tingi taka undir við hesum, uttan mun til politsika áskoðan, hetta mugu og skulu øll verða samd um, børnunum til gagns og frama. Barnaumboð, lati barna­ røddina blíva hoyrda Bjørghild Djurhuus Heilsufrøðingur Ingeborg og Bjørn – og hin kroniskt illi gásarsteggin Jenis av Rana løgtingsmaður Part av yvirskriftini havi eg ”lánt” frá Høgna, ein­um av okkara frægu út­varps­ journalistum. Í klummu í Sosialinum h. 14. mei skrivar hann um grannan, grábøkuta gásasteggjan, sum saman við bøgu sínari eigur 13 fittar ungar, sum sb. Høgna ”hvør er fittari enn annnar”. Avbera skemtiligt hugleiðir Høgni um steggjan, sum hóast gleði og stoltleika altíð er illur. Gásasteggin er ikki einsa­ mallur um at vera illur. Í Sosialinum mikudagin 9. mei og í Dimmu 14. í sama, leika fakfelagskvinnan Ingeborg og advokaturin Bjørn í. Orsøkin til sinni teirra er m.a. fátæku royndir mínar og annara at forða álopunum á tey arbeiðsleysu. Rossatár, hvæsir Ingeborg, fíggjarligt ábyrgdarloysi eftirapar Bjørn - hvørs agenda tykist vera at verja samstarvsfelaga sín, sum av einihvørjari løgnari orsøk er farin at halda seg hava fingið rætt at gera av, hvat fólkavald løgtingsfólk skulu halda, siga, ætla og gera. Friður við teimum trim­ um- og gásasteggjanum. Kenni øll fýra, handan øðina eru álop teirra vandaleys og boða óivað frá samvitskubiti. Loyvi mær tó nakrar fáar rættleiðingar til trý teirra (steggjan lati eg yviraftur til Høgna). Tá tey, sum skulu verja, svíkja Tá stýrið fyri ALS valdi at leggjast á tey arbeiðsleysu, framdu tey, ið tað manna, eftir mínu tykki eina ófatu­ liga hjartaleysa gerð móti nøkrum av teimum veikastu í føroyska samfelagnum. ”Eg var arbeiðsleysur ein dag, tað var ringasti dag­ur í lívi mínum”, segði gam­al maður, og hann helt fram: ”tað tykt­ist, sum lívið hevði mist alla meining”. At skerja lønina hjá hesum framman­ undan so hart raktu við 5%, misteinkiligera tey við at áseta karensdagar og omaná at áleggja teimum hægri gjald, burdi fingið umboð fakfelaganna at vakna, vart borg og kravt aðrar loysnir- sum heldur ikki tróta. Skeivar skuldsetingar At tosa um at kassin tømist og skuldseta bæði andstøðuna, Jenis og fakfeløg fyri at vera fíggjarliga ábyrgdarleys, tí tey onki alternativ vísa á, er bæði veruleikareinging og óreiðiligt! Ferð eftir ferð vístu vit á, at bjargingin fyri fjar­andi ALS kassan er at økja inn­ tøkurnar. Inntøkur, sum fyrst av øllum eiga at verða skaptar við øktari framleiðslu, og harnæst, um tá neyðugt, við at hækka inngjaldið til ALS, serliga fyri høgu inntøkurnar ( tær yvir kr. 540.000 eru í dag totalt friðaðar, man nakar skilja hví )! Alt hetta førdu vit ferð eftir ferð fram, í løginginum, í fjølmiðlunum og á fundum, har eisini umboð fyri ALS lut­tóku- og tað vita tey bæði, Bjørn og Ingeborg, full­ væl! Var hon við til at taka eina skeiva avgerð, hevði virðiligast verið at við­gingið tað, heldur enn at leggj­ast á onnur! Eitt sindur av sjálv­ rann­sakan skaðir ongan. Eru tey fólkavaldu ørindadreingir hjá ALS stýrinum? Ferð eftir ferð verður ført fram, at Løgtingið blint eig­ ur at fylgja ynskjum ALS stýrisins. Hetta er milt sagt arrogant og beinleiðis vanda­ mikið tos! Tey sum manna Løgtingið hava bjóðað seg fram, og eru vald til, at stjórna øllum samfelagnum. Onki øki, heldur ikki ALS ella stýrið tess, er undantikið! Tann dag løgtingsmenn og kvinnur fara á herferð inn í føroysk heim, í hesum føri við rokningum til tey veikastu, tí at uttanfyristandandi, ikki fólkavald, senda tey, er demo­ kratiið í álvarsligum vanda! Til eina og hvørja tíð verður tað hin einstaki føringurin, sum, gjøgnum atkvøðu sína og løgtingsumboð sítt, av­ ger hvussu landið verður stjórnað. Hesum má sjálvt ”ALS stýrið” boyggja seg fyri! Tað er galið við spurning­unum, ikki við føroyingum Poul Michelsen