mikudagur 30. mai 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Ráð fyri rørslutarnað
Levi Mørk
limur í Tórshavnar býráð
Komandi tíðina fari eg at
virka fyri, at Tórshavnar
kommuna
fær
eitt
so
nevnt »handikapráð« (mál
nevndin
átti
at
funnið
okkum eitt hóskandi navn).
Handikappráð eru vanlig
uttanlands – eitt nú í DK.
Eitt slikt ráð kundi verið
til stóran fyrimun fyri fólk
við
skerdum
førleikum.
Ráðið kundi tosað teirra
sak og soleiðis eisini ávirka
førda politikkin – teimum
til fyrimuns. Ráðið kundi
natúrliga verið knýtt at
sosialu deild og partsvís
eisini verið mannað við
kommunustýrislimum.
Hetta er so eitt. Annað
er, at stórur tørvur eisini
er á einum ráði, ið virkar
fyri betri umstøðum fyri
ungdómi okkara. Her er
avgjørt nakað at arbeiða
víðari við. Tiverri tykist tað
at vera ringt at fáa slík ráð
vald og at gerast virkin í
samfelagnum.
Eitt
er
makrelsemjur,
makrelbýti, deplar o.a. Polit
iski áhugin í Føroyum má
eisini síggja tørvin á teimum
bleytu virðunum. Menning
og framburður verður eisini
skaptur, tá vit tora at spyrja,
hvussu fólkið hevur tað og
hvat kann gerast betri.
Eg ætli mær í hvussu er
innan kommunalpolitik her
í høvuðsstaðnum at virka
fyri betri umstøðum hjá
teimum, ið hava serligan
tørv.
Eg fari tí í næstum at ar
beiða fyri, at Tórshavnar
kommuna fær skipað eitt
sokallað »ráð fyri rørslu-
tarnað«.
Eitt slíkt »ráð fyri rørslu
tarnað« er til stórt gagn
hjá folki við skerdum før
leikum. Ráðið fer at menna
møguleikarnar hjá rørslu
tarnaðum at koma til orð
anna og at seta sína avirkan
á førda politikkin.
Skipanin av ráðnum
Eg mæli til, at ráðið m.a. verð
ur skipað soleiðis, at politisk
umboð fyri kommunur eru
nevndarlimir, umframt sjálv
andi umboð fyri Javna, MBF
og Føroya Pedagogfelag.
Somuleiðis mæli eg til,
at ráðið verður eitt máls
øki undir Sosialunevnd bý
ráðsins.
Tey bleytu virðini
Ein yvirskipað heildarætlan
má gerast, sum umfatar
børn og ung, rørslu-, menn
ingartarnað osv, sum harvið
umboðar tey bleytu virðini.
Eg sakni eisini ein skipan,
sum hevur sum politiskt mál
at hava alstórt atlit teimum
veiku í samfelagnum. Hug
sjónir um, hvussu kommun
an varðar av teimum veiku.
Hugsjónir, sum verða lagd
ar í tryggar karmar, teimum
veiku at gagni.
Tíverri tykist tað at vera
toført at fáa slík ráð sett á
stovn og at virka eftir ætl
anini. Tey bleytu virðini
verða tíverri ofta sett í aft
astu røð.
Men allar góðar kreftir
mugu finna saman um hetta
ráðið, at fáa tað sett á stovn
– og at fáa tað at virka eftir
ætlan!
Møguleikar eru eisini at
leggja fleiri ráð saman, sum
umboða tey bleytu virðini.
Ungdómsráð og
onnur ráð
Somuleidis er eitt »ung
dómsráð« harðliga tiltrongt
í Tórshavnar kommunu, so
at ungdómurin týðiligari
verður hoyrdur, enn meira
enn hann er nú, so at eisini
hann fær møguleikan til
at seta sína ávirkan á poli
tikkin.
Eg havi góðar royndir við
at slík ráð vera hoyrd. M. a.
haldi eg, at t. d. Ferðslu
nevndin, Eldraráðið og tær
staðbundnu
nevndirnar
verða hoyrdar, og eru tær
alneyðugar fyri folkið og
nærdemokratiið.
Uppskotið fyri býráðið
Eg fari í næstum at leggja
uppskotið um »ráð fyri
rørslutarnað« fyri býráðið
í Tórshavnar kommunu til
politiska støðutakan og til
umsitingina at arbeiða við.
Ja, her er avgjørt nakað at
arbeiða við hjá Tórshavnar
kommunu!
• Sí her leinkju til
Handicaprådet hjá Struer
Kommunu:http://www.
struer.dk/webtop/site.
aspx?p=12263
• Les meira: www.
levimork.com
• Á mínari App: http://
itunes.apple.com/us/
app/levi-m-rk-s-app/
id523428109?mt=8&ls=1
Hósdagur 31. mai
Stoktur medistari / Salt neytakjøt
Fríggjadag 1. juni
Hvítleyksfrikadellur / Rivjasteik
Leygardagur 2. juni
Coulottusteik
Mánadagur 4. juni
Fiskafrikadellur / Hamburgarryggur
Týsdag 5. mai
Grýturættur / Rullusteik
Mikudag 6. mai
Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur
Sosialurin 341800
Hetta seinasta árið hava 17 pedagogar og 7 lærarar tikið eitt ískoyti til pedagog- og læraraútbúgvingina
á Universitetinum í Stavanger, og hava nú altjóða viðurkent BA-prógv í pedagogikk.
Finn Wenningsted Larsen hevur tikið í sambandi við próvhandanina.
Fremra rað: Kari Søndenå, professari, Stavanger, Ingilín Berg, Alisa Hammer, Monika Joensen, Puali Nielsen,
samskipari, Gudný Wardum, Oddvør Poulsen,Lis Láadal Højgaard, Jensia Brodersen og Bjørg Djurhuus.
Aftara rað: Hildur Patursson, leiðbeinari, Ingunn V. Niclasen, Sonja Olsen, Anna Rúna Heinadóttir,
Noomi Schwartson Christiansen, Birgit Thomsen, Anna ì Garði Patursson, Annika í Garði Patursson,
Tóra Højgaard,Joensen, Majbritt Jacobsen, Malan Thomsen, Anna Maria Justesen, Helena Fríðheim,
Sólgerð Andreasen og Marna Hansen. Á myndini vanta Nita Sørensen og Bjørg Grunnveit Lutzen.
BA-prógv á Universitetinum í Stavanger