Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 30. mai 2012 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein býlingur á Penaplássi – nei, ha? Jóhann Mortensen Sjálvandi hevði tað ver­ið eitt rama skríggj. Um tað í heila tikið kom so langt. Annaðhvørt hevði onk­ur á teknistovuni ella onkur limur í byggi- og býar­skipanar­ nevnd­ini verið so mikið at sær komin og tilvitandi um náttúru og umhvørvi, at málið steðgaði har. Og so varð ætlanin duld sum mans­ morð. Sum heild eru bæði starvs­fólk og politikkarar í Tórshavnar kommunu tilvit­ andi um náttúru, umhvørvi og estetisk virði. Viðhvørt er fyrisitingin ella onkur annar tó gáloysin. Dømi eru um tað, um vit reika eitt sindur runt í kommuni. Serliga í út­ jaðaranum. Nú umhvørvisvika hevur verið, og fólk og felagsskapir hava ruddað og gróðursett trøð og runnar fyri at fríðka, fari eg at taka eitt mál fram, sum avgjørt hevur við um­ hvørvið og náttúruna í høv­ uðsstaðarkommuni at gera. Herfyri frættist, at ætl­ anin er stykkja út nøkur grund­stykki í Kaldbak. Fólk fegnast uttan iva – fleiri fólk, børn, bilar, súklur, hund­ar, ja meiri lív. Menning ella fram­ burður verður tað van­liga kallað. Nú ein dagin spurdi so onkur, um eg hevði gáað um, hvat ætlanin var at gera. Nei, tað hevði eg ikki. Søkti so um innlit. Jú, eftir teimum tekningunum, sum stutt eftir komu við telduposti, sæst, hvør ætlanin er.Víst eitur tað “framtíðar broyting í byggi­ samtykt”, men eftir hes­um tekningum er ætl­anin at byggja á bønum frá bygd­ arvegnum og oman ímóti sjóvarmálanum í tveimum støðum. Eitt eyðkenni fyri Kaldbak er tann stóri bøurin, líka úr fjøruni og niðan í brattan – slættur bøur og heyggjar, sum skapa fjølbroytni í náttúr­uni. Skal bygdin vaksa, er óivað neyðugt eisini byggja á dyrk­aðum bøi, men eg seti spurnar­tekin við, um tað er rættt at taka bø, sum bæði tey, sum her búgva, og tey, sum vitja bygdina, hava fragd at njóta. Her hava vit bø, sum sam­an við fjøru, og teimum eyð­kendu gomlu býlingum, skapa eina heild, sum fer fyri skeytið, um henda ætlanin hjá Tórshavnar kommunu verður framd. Skilji, at í fyrstu atløgu verður stykkjað út við verandi býlingar, og tað hevur neyvan nakar ímóti, men tað, eg seti spurnartekin við, eru framtíðarætlanirnar. Fyrst í árinum var kendur danskur arkitektur, Jan Gehl, í Føroyum. Hann helt fyrilestur um rúmið millum bygningarnar og var eisini í tveimum útvarpssendingum. Hann setti m.a. spurnartekin við henda mátan líkasum at sleppa húsum niður ella leggja tey framvið longum vegum. Mælti heldur til sam­byggingar av ymiskum slag. Hevði tað ikki verið eitt hug­skot at hugsa um orðini hjá hes­um arkitektinum, og roynt okk­urt slík í eini bún­ að­ar­bygd? Málið um fleiri grund­ stykki við verandi býlingar – og framtíðar útstykkingarnar kanska eisini – hevur uttan iva gingið sína gongd eftir reglunum. Málið hevur ligið frammi, so borgarar hava havt møguleikar at kunna seg við ætlanina. Men eingin av teimum, eg havi spurt, hevur lagt merki til ætlanina og møguligar kunngerð um, at ætlanin lá frammi, so vit mugu bara staðfesta, at vit eru í so dølsk. Tá tað er sagt, fari eg kort­ ini at seta spurnartekin við, um slík framferð er nøktandi og nóg fólkaræðilig. Tá ein kommuna arbeiðir við eini ætlan at stkkja út og broyta eina bygd, vildi eg hildið, at kommunan átti at hildið ein kunnandi fund á staðnum um ætlanina. Um so varð gjørt, kundu vit tala um “nær­demokrati”. Tá eg var í útbúgvingar­ ørind­um í Danmark í 70-árunum, búði eg á einum kollegii, sum var útjaðarin í tí býarpartinum. Hinumegin túnið var búnaðarlendi. Bøur og veltir og longur niðri ein lívdarál við vøkrum trøum. Men framburðurin kravdi, at nakað varð tikið av til ein býling. Í góðari tíð varð fund­ ur lýstur. Tilfar lagt út, so fólk kundu kunna seg und­ an fundinum. Á fundinum greiddu so politikk­arar og fólk frá byggi­fyri­sit­ing­ ini frá ætl­anini og alterna­ tivum møgu­leikum. Aftaná varð so drúgt kjak og fund­ urin endaði við at mæla til eitt alternativ, sum var í hampiligum samljóði við um­hvørvið. Slíkt hevði eisini borið til í Tórshavnar komm­ unu. Spurningurin er ikki, um bøurin er óðal ella kongs. Um hann verður sliðin ella ikki – tað verður hann. Men eina og aleina tí at eg haldi, at hetta er ein partur av okkara náttúru, ein grønur blettur, sum ikki eigur at verða nýttur til at byggja á uttan so, at tey, sum búgva her, heilt avgjørt halda, at her má og skal byggjast. Meiri­lutin ræður jú. Høvuðsstaðurin hevur ikki nógv slætt, atkomuligt ella dyrkað lendið fram við sjóvarmálanum. Vit hava Sanda­gerð, sum avgjørt átti at verði hampað. Økið av Pena­plássi og niðan um Tór­garðs­vík. Boðanes, sum aftur er opið og frítt. Vit hava slættan í Sandvíkum. Henda bøin Í Kaldbak og so er nakað vestanfyri eisini. Tí eiga vit at vera varin og veruliga hugsa okkum um, um inntriv skulu gerast í bø og vakurt lendi ella ikki. Tað verður ikki grøn náttúra aftur! At slík øki altíð hava havt virði, síggja vit í náttúru­ friðingarlógini, sum ásetir, at skulu inntriv gerast í lendi frá sjóvarmálanum og 100 metrar niðan, skal frið­ ingarmyndugleikin góðtaka ætlanina! Áður bar til at fara oman í fjøruna Yviri við Strond, men nú er alt hegnað til seyða­ beiti. Tað sama hevur verið á Boðanesi, men har er hegnið tíbetur tikið niður. Men í Kaldbak er einki hegn. Bara bøur, býlingar og fjøra..... ... Tað er kalt, men veðrið er gott. Hava júst gingið ein kvøldartúr á bønum – fram­ við fjøruni, á hellunum og á Mógvanesi. Náttúran er vaknað. Lív er komið í. Jarm­ andi lomb og gákandi grágæs. Tjøldur, æður og fjørufuglur. Og eitt sindur úr landi flutu tveir fuglar. Tíverri lá kikarin við hús. Helst tveir hiplingar eftir hvíta øsinum at døma – sá hann fyri fyrstuferð ífjør. Hiplingur varð avoyddur í Føroyum fyri ikki so heilt nógvum árum síðani, men fugla­køn siga, at hesin sjáld­ sami gesturin ikki so sjáld­ samur longur, so kanska fer hann aftur at byggja í Før­ oyum..... Hvat høvdu havnarfólk sagt, um kommunan legði ein nýggjan býling á Penaplássi Yviri við Strond?