Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Kanningin fevnir um 557 næm­ing­ar, og vísir greitt, at 22 prosent av dreingjunum og 15 prosent av gentunum søg­du seg hava roykt sein­as­ tu 30 dagarnar. Úrslitið sigur eisini, at nígg­ju prosent av øllum næm­ing­unum søgdu seg royk­ja dagliga, longu tá teir vóru 13 ára gamlir ella yngri – heilt niður í 9 ár. Henda kanningin verður gjørd í samstarvi við 35 lond í Evropa, og vísir greitt, at royk­ingin millum tey 15 ára gomlu minkar ár undan ári, og at tað eru fleiri dreingir enn gentur sum roykja. - Tað serstaka er, at broyt­ ing­in er farin fram seinastu fimm árini, tí í 2007 royktu fleiri gentur enn dreingir, sig­ ur Pál Weihe, yvirlækni. Av øðrum áhugaverdum úrs­lit­um kann staðfestast, at tað er sera lætt hjá teim­um 15 ára gomlu at fáa fat­ur á sigarettunum, hóast aldurs­ mark­ið er hægri. Vinfólk byrja Kanningin er gjørd í øll­ um skúlum og hava um 85 prosent av øllum næm­ingum í 9. flokki svarað spurn­ing­un­ um í kanningini, sum varð gjørd í mars og apríl í fjør. Ein partur snýr seg um tey sosialu viðurskiftini hjá teim­um 15 ára gomlu, í mun til tað at roykja. - Tað vísir seg rætti­liga greitt, at hetta hevur nógv at siga, serliga tí at vinfólk teirra roykja, sigur Pál Weihe. Hetta er kortini ikki ein­ asta áhugaverda eygleiðingin í hesum sambandi. Tað er eisini greitt samsvar millum royk­ing og sosiala atferð: Tað er minni sannlíkt at roykjarar lesa bøkur, og meiri sannlíkt at tey brúka kvøld­ ini á barrum ella diskotekum. - Og vit fáa her tíverri eisini staðfest, at royking er knýtt at fleiri negativum at­ferðar­mynstrum, vísir Pál Weihe á. Teir 557 spurdu næm­ing­ ar­nir geva greitt til kennar, at teir sum roykja skulka meiri úr skúlanum enn ikki-roykj­ arar. - Haraftrat fáa teir verri karakterir, eru í fleiri bar­ døg­um, hava trupulleikar við vin­fólkum og drekka nógv rús­drekka ísenn, staðfestir hann. Sjálvmorð Eitt heldur sjáldsamt fyri­ brygdi, sum verður av­dúk­að í kanningini er, at tey ungu vita fullvæl, at tað er skaði­ ligt at roykja. Umleið 80 prosent av næm­ing­unum siga seg vita, at tað kann standast stórur heilsu­vandi av at roykja ein pak­ka av sigarettum um dag­ in. Her er talan um ta lika­m­ ligu heilsuna, og tá ein tosar um ta sálarligu heilsuna, hev­ ur ein eisini fleiri áhugaverd úrslit at vísa á: Roykjarar ger­ ast oftari keddir ella dep­res­ siv­ir enn onnur. - Ja, úrslitið vísir eisini, at tey føldu seg meiri nyttuleys og vóru minni nøgd við seg sjálvi, sigur Pál Weihe. Og hann leggur álvarsamur aftr­at: - Tey hugsa eisini oftari um at skaða seg sjálvi og royna oftari sjálvmorð. Nú fyriliggur so henda kann­ing­in, og kann hon verða eitt gott amboð í hond­ ini á teimum, ið arbeiða við at fyribyrgja royking. snorri@sosialurin.fo Bert fimti hvør ungur roykir KANNING “Tey ungu roykja kanska í meira lagi. Men tey sum roykja fækkast í tali”. Tað vísir ein kanning, sum deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt um roykivanarnar hjá næmingum í 9. flokki um alt landið Haraftrat fáa teir verri karakterir, eru í fleiri bardøgum, hava trupul­ leikar við vinfólkum og drekka nógv rúsdrekka ísenn HAGTØL - Roykjarar halda tað vera í lagi, at bróta reglur, um tær ikki tykjast teimum rímiligar, sigur Pál Weihe, yvirlækni, nú roykivanarnir hjá teimum 15 ára gomlu eru skrásettir FAKTA Kanningin lýsir roykivanarnar hjá teimum 15 ára gomlu í Føroyum. Hon byggir á data sum eru savnað í samband við European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD) í 35 evropeiskum londum millum 100.000 næmingar. Síðani 1995 hava allir 15 ára gamlir næmingar svarað einum spurnarblaði um royking, rúsdrekka og onnur rúsevnir. Fimta kanningin varð gjørd í fjør, og luttóku 557 føroyskir næmingar. BYRJA TÍÐLIGA Teir flestu dreingirnir byrja at roykja sum 14 ára gamlir, meðan genturnar byrja 1-2 ár seinni, vísir kanningin