fríggjadagur 1. juni 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Hendir onki heilt skjótt,
stendur okkara høvuðsstað
ur á gravarbakkanum.
Tað heldur havnarnaðurin
og gamli handilsmaðurin yv
ir øllum, Hans Mortensen.
Tí hevur hann tikið stig
til eina stórfingna ætlan fyri,
hvussu miðbýurin í Havn
skal síggja út í framtíðini.
Í hesum sambandi hevur
hann fingið tríggjar arkitek
tar at gera eitt uppskot um,
hvussu miðbýurin í Havn
kann gerast meiri lokkandi
og livandi.
Visjónin
hjá
teimum
fyri teirri nýggju Havnini
varð løgd alment fram í
mikukvøldið
fyri
einum
stúgvandi fullum Norður
landahúsi.
- Ónda ringrásin er farin
ígongd. Okkara uppgáva er
ikki bara at henni, men at
venda henni, sigur hann
- Og tað mugu vit gera,
áðrenn tað er ov seint.
Og hann heldur, at tað
verður ikki so leingi, so er tað
longu ov seint og tískil er tað
neyðugt at fara til verka nú.
Ovboðið
Fleiri av uppskotunum hjá
arkitektunum kunnu setast
í verk beinanvegin, men
onnur liggja longri frammi í
tíðini.
Men tað, sum beinleiðis
trýstið á knappin og fekk
Hans Mortensen at fara
undir hesa verkætlanina,
var, tá ið hann var boðin at
halda røðu á árliga arkitekta
dagurin, sum skuldi haldast í
Nýggju Perluni í Vágsbotni.
- Eg skilti als ikki, at ein
arkitektadagur skuldi hald
ast í sokallaðu nýggju Perlu
ni
- Eg helt, at tað var
næstan skomm at biðja land
sins arkitektar halda sín ár
liga dag har.
Men Hans Mortensen helt
sína røðu. Og aftan á varð
hann boðin at síggja eitt
uppskot um, hvussu ætlanin
er at skipa ølt plássið niðri á
Skálatrøð.
- Tá var ovboðið, staðfesti
hann.
- Vágsbotnur og Skála
trøð eru pláss við ótrúligum,
arkitektoniskum møguleik
um, men í ramasta álvara
ætlar Tórshavnar Býráð at
fylla stóran part av vágni
við gróti og at rundanum
er ætlanin at byggja stórar
bygningar og aftanfyri er
ætlanin at gera stórt parker
ingshús við teirri avleiðing,
at ferðsluruðuleiki verður
dagligur kostur í grannalag
num.
- Verður hendan ætlanin
framd er dreymurin um frið
sælasta staði í landinum,
knasaður
sundur,
heldur
Hans Mortensen
Tí fór hann longu dagin
eftir arkitektadagin heim til
Gunnar Hoydal, fyrrverandi
býararkitekt
í
Havn,
og
ørindini vóru at fáa hann við
til at gera uppskot um ein
framtíðar miðbý í Havn.
Afturat sær fingu teir
so Osbjørn Jacobsen, sum
hevði gjørdi nýggja varð
merkið í Íslandi, sum er
stóra konserthúsið, Harpan
í Reykjavík og Mette Skjold,
sum hevur fingist nógv við
býarætlanir.
Ikki liðugt
Ætlanin er ikki, at hetta skal
vera eitt liðugt uppskot,
men skulu vera eitt ískoyti
til
kjakið
um
framtíðar
havnina og sum kveiking til
royndina at skapa ein liv
andi, samanhangandi bý.
Tað bleiv ovboðið
hjá Hans Mortensen
EIN NÝGGJUR HØVUÐSTAÐUR Tá ið Hans Mortensen sá ætlanina fyri, hvat ætlanin er at
gera við Skálatrøð, bleiv tað ovboðið hjá honum. Tí hevur hann fingið tríggjar arkitektar
at gera eitt uppskot um, hvussu miðbýurin í Havn skal skipast í framtíðini
Eg helt, at tað var næstan skomm
at biðja landsins arkitektar halda sín
árliga dag har
Nýggi Áarvegur
Soleiðis hugsa tey sær, at Áarvegurin skal síggja út í framtíðini. Áin er opin, vegurin er einsrættaður omaneftir og garðurin inn til Amtmansborgina er
brotin niður. Ein træbrúgv framvið ánni kann skapa samband ímillum so at alt økið ímillum Bringsnagøtu og Ósan verður ein træbryggja