fríggjadagur 1. juni 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Hesum taki eg væl ímóti.
Tað sigur Heðin Morten
sen, borgarstjóri í Havn, eftir
framløguna í Norðurlanda
húsinum mikukvøldið.
Hann fegnast um, at Hans
Mortensen hevur uppskot
um, hvussu Havnin skal sígg
ja út.
- Tað er gott, at borgarar
geva sítt íkast til, hvussu
okkara høvuðstaður skal
síggja út í framtíðini.
- Tað er altíð gott at vita,
hvussu nýggj eygu síggja
høvuðstaðin, sigur borgar
stjórin.
Ikki ókent
Hann leggur tó dent á, at
nógv av hesum uppskotu
num eru ikki ókent.
- Seinastu árini hava fleiri
arkitektar gjørt uppskot um,
hvussu Havnin skal síggja út,
bæði Eystaravág, Vestaravág,
Skálatrøð, Vágsbotnur, Vaglið
og Steinatún.
- Nógvir av tonkunum,
sum vórðu lagdir fram í gjár
kvøldið, eru ikki fremmandir
fyri okkum.
Hann vísir eisini á, at um
sitingin í býráðnum arbeiðir
við fleiri ætlanum at fyri at
fáa betri trivnað í Havnini.
Samstundis er kommunan
við at leggja síðstu hond á
eina heildarætlan fyri, hvus
su øll kommunan skal síggja
út um 25 ár.
Hann sigur, at býráðið er
longu í ferð við nakrar ætlan
ir um at broyta bíðin fyri at
økja um trivnaðin.
Hinvegin vil borgarstjórin
fegin tosa við Hans Morten
sen um ætlanina.
Eitt, honum dámar sera
væl við uppleggingum í
mikukvøldið, er, at fleiri av
uppskotinum eru lutfalsliga
einføld og bílig at seta í verk.
- Eitt uppskot var at
steingja Mylnugøtu, ímillum
Vágsbotn og Vaglið, fyri bilar
og at gera tað til eitt trappu
tún.
- Er politiskur meiriluti
fyri tí, kundi tað verðið
gjørt í morgin, sigur Heðin
Mortensen.
Frían bryggjukant
Tann heilt stóra ætlanin,
sum varð løgd fram í Norður
landahúsinum mikukvøldið,
var, hvussu Vestaravág og
Skálatrøð skuldi byggjast.
- Nettupp fyri hesi økini
eru fleiri uppskot gjørd.
Serliga eitt uppskot frá
MAP-arkitektum
rennur
honum til hugs.
- Men tað er avgjørt posi
tivt, at fleiri uppskot verða
løgd fram.
Hinvegin heldur borgar
stjórin, at eitt, sum býráðs
politikarar eru samdir um,
er, at tað skal ikki íbúðir ella
onnur hús heilt út á bryggju
kantin.
- Vit eru ein siglandi tjóð
og liva fyri ein stóran part
av sjóvinnu og hava vit fyrst
mist bryggjukantin til íbúðir
og onnur hús, hava vit mist
hann í ævir, tí so er vinnuligt
virksemið útihýst.
- Endamálið er at gera
býin hugnaligan og livandi.
Men tað ber heldur ikki til at
endavenda býnum og tí ber
tað ikki til bara at hugsa um
at gera tað hugnaligt.
- Tað skal eisini vera pláss
fyri vinnuligum virksemi,
staðfestir borgarstjórin.
Broyta hugburð
Ein reyður tráður í fram
løguni í Norðurlandahúsi
num var, at bilaferðslan skul
di víkja eitt sindur til frama
fyri fólk til gongu.
- Skal tað eydnast, skal ein
kolveltandi hugburðsbroyt
ing til. Hesar báðar seinastu
vetrarnar hava vit havt ein
skoytuvøll í Skálatrøð, men
tað eru øgiligar atfinningar
ímóti, at vit hava tikið eini
50 parkeringspláss til enda
málið.
Men í framløguni miku
kvøldið varð róð framundir,
at vit skuldu gera alt Vaglið
til ein skoytivøll um veturin
og tað hevði verið spennandi
at frætt, hvussu fólk høvdu
tikið ímóti tí, heldur Heðin
Mortensen.
Hinvegin dámdi borgar
stjóranum væl uppskotið um
at broyta Steinatún.
- Tað var einfalt og kann
gerast skjótt.
- Somuleiðis haldi eg, at
tað er frálíkt at taka garðin
til urtagarðin hjá Amtmans
borgini niður, men eg ivist í
um Havnará verður latin upp
aftur við tað fyrsta, leggur
borgarstjórin afturat.
- Tað ber eisini til at leggja
eina nýggja á oman á, sigur
hann.
Hinvegin heldur hann
ikki, at tað hevur slíkan
skund at broyta miðbýin, tí
tað, vit vanliga hoyra, er, at
tað er rættiliga hugnaligt at
spasera runt í Havnini.
Í uppskotinum, sum Hans
Mortensen hevur tikið stig
til um Havnina í framtíð
ina, hava tey serliga hugsað
um átta pláss.
Í framløguni, tey løgdu
fram mikukvøldið avdúka
ðu tey, at tey átta plássini
Vestara Bryggja, Skála
trøð, Vágsbotnur, Vaglið,
Steinatún, Eystara Brygg
ja, Áarvegur og Sjónleikar
húsið.
Serliga
væl
tók
áhoyrarafjøldin ímóti æt
lanini fyri Áarvegin, har
visjónin er at lata Havnará
upp og at bróta garðin inn
til Amtmansborgina, niður.
Men eisini Vaglið halda
tey, eigur at verða broytt
við tí endamálið at gera tað
til eitt virðiligt og hugaligt
býarrúm.
Á vaglinum halda tey,
at bilaferðslan eigur at
avmarkast. Mylnugøta úr
Vágsbotni, niðan í Vaglið,
eigur
at
verða
stongd
fyri bilar og í staðin skal
trapputún gerast av Vagli
num oman í Vágsbotn og
sjálvt Vaglið kann fáa ein
serligan dám við ljósum av
ymsum slagi og hvør veit,
kanska kann Vaglið eisini
gerast til skoytuvøll um
veturin.
Annars er ætlanin
at gera parkeringshús í
á Eystaru bryggju og á
Skálatrøð, við flagtaki, sum
verða natúrligt framhald
av lendinum.
Á Vestru bryggju hug
sa tey sær at gera mið
deplar fyri útbúgving og
gransking av ymsum slagi
og oljutangarnir skulu flyt
ast og ístaði skulu íbúð-ir
til lesandi og granskarar
byggjast har.
Á
Eystaru
Bryggju
síggja tey fyri sær, at
Kongabrúgvin og Skansin
skulu bindast saman við
eini gøtu, so at alt tað grø
na yviri við Strond kann
halda fram heilt inn til
býin.
Átta pláss styrkja
og menna Havnina
Hesum taki eg væl ímóti
Nýggja Vágsbotn
Í Vágsbotni verður mælt til at avmarka bilaferðsluna. Verður bilaferðslan á Skálatrøð samskipað, verður ferðslan í Vágsbotni bara tann, sum hevur tilknýti
til plássið. ,Tey halda, at Vágsbotnur kann verða hugnaligasta savningarstað í landinum, har tann góði sólargangurin og vágin og bátarnir draga fólk til sín.
Økið ímillum Vágsbotn og Vaglið kann samskipast sum ein hallandi urtagarður við trappum, frá Ráðhúsinum, yvir í bókhandilin og oman á bryggjuna.
Hetta kann verða okkara ”spanska trappa”, sum ein av arkitektunum tók til. Spanska trappan er vælumtókt savingarstað í Rom
EIN NÝGGJUR HØVUÐSTAÐUR
Tað er gott, at borgarar gera vart
við seg og koma við sínum íkasti
til, hvussu okkara høvuðstaður
skal síggja út í framtíðini,
heldur borgarstjórin í Havn