Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto Føroyar Ghetto Føroyar Tað verður javnan skotið eftir málinum hjá útisetum, sum koma aftur til Føroya. Eftir fleiri ár í øðrum lond­ um, er føroyska málið ofta ikki so reint longur. Men hvat hevur so størri týdning, for­mur­in á tí, ið verður sagt, ella innihaldið? Sjúrður Juul Ravnsfjall, ið er útbúgving lærari í før­ oysk­um og donskum, er greið­ur. – Um formurin er við til at gera tað, at boðskapurin verð­ur misskiltur ella ikki up­p­f­angaður, so hevur form­ urin ómetaliga nógv at siga, sig­ur Sjúrður Ravnsfjall. Unn Kragesteen, ið hev­ur tikið eitt grundskeið í ling­ vi­stikki, heldur hinvegin, at boð­skapurin er tað týdn­ing­ ar­mesta, so leingi fólk skilja hvat verður sagt. – Eg skilji ikki hví, at for­ murin skal hava so nógvan týdn­ing. Eg siti sjálv við orða­bókini frammi tá eg skrivi, tí tað liggur eitt slag av trýsti á, at tú skal skriva rætt føroyskt, og tað haldi eg onkursvegna er eitt sind­ ur skeivt, sigur Unn Krage­ steen. Eiga at vegleiða og ikki rætta Tað hevur stóran týdning hvussu vit bera okkum at, tá vit hoyra fólk tosa bronglut. - Tað finna ymsir mátar at rætta fólk ella vegleiða fólk. Mann nýtist ikki at siga ‘hey hey, tú skal ikki siga soleiðis’. Mann kann siga ‘eg havi ein góð­an máta, tú kundi kanska roynt henda mátan eisini eisini’. Mann kundi verið meira inkluderandi upp á tann mátan, sigur Sjúrður Ravns­fjall. Hann vísur eisini á, at rætt­ing er eitt øgiliga neiligt løtt orð, í øllum førum í sam­ bandi við tað føroyska málið. - Vit eru von at verða rætt­ aði í skúlanum, vit eru von við tær reyðu strikurnar. Tí seta vit tað bara í samband við nakað negativt, heldur hann. - Tað tykist eisini sum at fleiri halda seg aftur og melda seg úr samfelagskjakinum, tá tað verður rættað uppá tey. Tey tora ikki og hava kanska ikki tann rætta mátan at siga ting­ini uppá, har eru kanska for nógvar danismur í teirra máta at tosa uppá, sigur Unn Krage­steen. Smíða nýtt men ikki trútta At málið er livandi er nokk lítil ivi í. Javnan verða nýyrði smíð­að fyri nýggj fyribrigdi, sum koma í einum jøvnum streymi úr útlondum. Sjúrður Ravnsfjall held­ur eisini, at vit eiga eftir føri­mu­ ni at royna at smíða nýggj før­oysk orð. - Nú vit hava eitt føroyskt mál, hví so ikki royna at nøra og fjálga um tað. Og um hesi nýgg­ju orðini ikki rigga, so fella tey burtur. Um fólk ikki taka tey til sín, so fella tey burt­ur, og so má mann royna eina aðra leið, vísur Sjúrður Ravns­fjall á. Unn Kragesteen sigur hin­ve­gin, at tað ofta kennist sum at nýggju orðini verða trúttað niður í fólk. - Í staðin fyri kanska at lok­ka fólk við ella at seta tað upp á ein serliga vakran máta, so ger man tað eitt sind­ur sum at ‘hetta er tað – so­leið­is skulu tit siga’, og tað er eitt sindur av máldiktaturi í Føroyum, sigur hon. Ein trupulleiki fyri fólkaræðið At tað kennist sum, at tað verð­ur rættað og trúttað í føroyska málinum kann verða ein trupulleiki fyri fólka­ræðið, um fólk byrja at halda seg aftur við at siga sína meining, av ótta fyri at verða happaði fyri teirra mál­burð. Unn Kragesteen met­ir eisini, at vit eru við at verða í teirri støðu nú. - Eg haldi at vit eru komin har til nú. Um mann vil bjar­ ga tí føroyska málinum, sum eg sjálva als ikki haldi er á vanda­kós, so haldi eg eisini at mann skal verða meira tolin við teimum ungu, sum koma aftur úr útlondum við nýggj­um hugtøkum í førn­ ing­inum, staðfestir hon. Boðskapurin størri týdning enn málið Ghetto Føroyar Tað er í lagi, at útlendsk orð snýkja seg inn í kjakið, um tað kann gera boðskapin greiðari. Hinvegin er føroyska málið ungt, og tí er eisini neyðugt at leiða málið og at smíða nýggj føroysk orð, halda útisetar í Keypmannahavn Føroyska málið er undir stórum trýsti millum útisetar. Ofta fýlast fólk á allar tær danismurnar, ið snýkja seg inn í gerandisprátið. Unn Kragesteen og Sjúrður Juul Ravnsfjall kjakaðust um málsliga formin mótvegis innihaldinum og um týdningin av at onnur rætta og vegleiða, tá tað kemur til málið í almenna rúminum Tað var ein innilig løta, tá Margreta á Rógvu framførdi tvey av sínum egnu løgum. Margreta kundi eisini avdúka, at hon í løtuni, saman við fleiri øðrum tónleikarum, arbeiðir við at gera eina demo og vónandi fáa ein bólk upp á beinini