Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto Føroyar BankNordik stuðlar sendingini Tað er ongantíð skilagott at leypa framav, og nú er ein vika er farin síðani, at and­ látið av Degi & Viku varð kunngjørt. Eg havi líkasum roynt at vant meg við tankan um, at hvørki John­ sig­urd Johannesen ella Bogi Godtfred verða partur av mínum gerandisdegi í summ­ar. Tað er svárt, men tað er til at liva við. Men tað er absolutt og aldeilis ikki til at liva við, at Dagur & Vika fer í summar­frí. Dagur & Vika er meiri ella minni einasta grund­gev­ingin fyri, at vit yvir­høvur tosa um eitt public service sjónvarp í Før­oy­um. Líka síðani 1985 hev­ur Dagur & Vika verið reglu­liga á skrá. Men nú vit skriva 2012, hevur leiðslan í okkara einasta public ser­ vice stovni avrátt at bumba okk­um 27 ár aftur í tíðina! Kringvarpsstjórin, sum herfyri var so elegant úti og skýrdi samlaða jour­nal­ ist­hóp­in fyri primadonnur, slapp í farnu viku at mikro­ fon­ini í sínum egna stov­ni, har ein av sokallaðu prima­ don­nu­num spurdi hana, nær hon gjørdist greið yvir, at Dagur & Vika ikki fór at vera á skrá í summar. Svar­ ið frá Mittún Jacobsen var, at tað visti hon fyri fleiri mán­að­um síðani og tað varð stýrið eisini kunnað um tá. Journalisturin, ið hevði kringvarpsstjóran í út­ varps­stovuni, hevði røkt sín­ar skyldur, fyrireikað seg og researchað. Hann var var skjótur at upplýsa fyri stjóra sínum, at hann hevði tosað við limir í Kring­varps­ stýri­num. Hesir høvdu ikki fing­ið kunning um hetta, og hava heldur ikki skriv fing­ið um hesa avgerð. Ikki fyrr enn beint áðrenn tað gjørd­ist almenninginum greitt, at Dagur & Vika ikki verður sent í summar, fin­gu limirnir í stýrinum hjá Kringvarpinum somu kunn­ing. Tað var sum at fáa re­vol­var­an fyri tinningin, hevði onkur stýrislimur sagt. Og tað var einki ann­að at gera enn at taka av­ger­ð­ ina til eftirtektar. Við øðrum orðum stan­ da útsagnirnar hjá stjóra Kringvarpsins og tað, limir­nir í stýrinum føra fram, í beinari andsøgn til hvørt annað. Svarið hjá Mit­tún Jacobsen til hetta var, ”soleiðis er tað”. Var tað nakar, sum tosaði um prima­donn­ur, spyrji eg bara? Hvussu verður og ikki eru sparingar einasta grund­gevingin fyri hesi full­komi­liga høpisleysu av­gerð, sum tað er, at taka Dag­ur & Viku av skrá í summ­ar. Mær lystir at vita, hvussu nógv spart verð­ur í krónum og oyrum hes­ar sjey vikurnar. Tí øll starvsfólkini, sum eru knýtt at tíðindadeild sjón­ varp­sins, skulu undir øll­ um umstøðum hava løn. Tey eru jú í føstum starvi – eisini hóast Dagur & Vika fer í summarfrí. Okk­ urt avloysarastarvi verð­ ur spart, gamaní, men eg fari at loyva mær at ivast í, at lønin til nakrar stu­ den­tar, sum vanliga av­ loysa í sjón­varpi­num um summ­ar­ið, er so mikið høg, at tíðindadeild Kring­ varp­sins við at spara tað burt­ur, fær ráð til at dekka kom­munu­valið í heyst, um­ framt óvænt­aðar upp­gáv­ur í úrtíð, sum tey ann­ars ikki hava ráð til, um Dag­ur & Vika hevði verið á skrá. Tað kostar nógvar peng­ ar at framleiða sjón­varp. Tað er hvørki nýtt ella óvænt­að. Játtanin til Kring­ varp Føroya er somu­leið­is kend av øll­um teimum, ið vara av stovninum. Og tá Mittún Jacobsen fyri fleiri mánaðum síðani visti, at tey hava planlagt so illa í stovninum, hon varð­ar av, at einasta sjón­varps­tíð­ inda­send­ingin í landinum má takast av skránni, fyri at fáa endarnar at røkka saman, so hava hon og hennara fólk planlagt heilt ófati­liga illa. Hetta er er í besta føri ódug­na­semi og í versta føri fúl arrogansa og líkasæla! Tí Dagur & Vika er ikki bara tíðindi. Sum einasti sjón­varps­tíð­inda­miðil hev­ur Dagur & Vika eisini ein uppdragandi leik­lut. Eina mennandi og lyft­an­di funktión. Dag­ur & Vika er eisini eftir­lit­ið. Vakt­hund­ ur­in. Dagur & Vika er tann tíð­inda­in­stans­ur­in, sum hevur størst tyngd og mest týdning í Føroyum. Dag­ur & Vika skal ganga á odda, varpa ljós á gruggutt viður­ skifti og rópa varskó, tá vandi er á ferð ella okkurt ófrætta­kent er í luftini. Men fyrst skal Dagur & Vika í summarfrí. Hvør er primadonnan? Ghetto klumman Ghetto Føroyar er nýggja sendingin hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn. Sendingin er frísk, frek og festlig og eru tað Barbara Holm, Eydna Skaale, Rógvi Nybo og Rólant Waag Dam, ið gera hana saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, sum taka sær av tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í triðju sendingini. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt føstu tættirnar, sum eru beinleiðis tónleikur, klumman og miðlaprikið. Á Oyrasunds næminga­ heimi­num er ikki einans veitslu­r­ómur at hóma um viku­skiftið. Hvønn sunnudag klokk­an 11 fara áleið 50 før­ oy­ingar í barnasalin á Oyra­ sundi, har tey hittast til sunnu­dagsskúla, prát, hugna og sang. Helst mugu nógv halda, at lestrarlívið á Oyrasundi er merkt av veitslum og ítrótti, men eisini onnur áhugamál vera røkt á Oyrasunds næm­ inga­heiminum. Heini S Kristiansen og Rósa Danielsen eru bæði virk­in innan Eliaskirkjuna í Keypmannahavn, og hvønn sunnudag skipa tey fyri sunnudagsskúla fyri teim­ um smáu á Oyra­sundi. Elias­ kirkj­an varð upp­runa­liga stovn­að av føroyingum, sum mangl­aðu eitt kristiligt stað at halda til, tá ið tey fluttu til Keypmannahavnar. Elias­kirk­jan er grundað á frá­læruna hjá føroysku fólka­kirkj­u­ni, og hvørt leygar­kvøld er møti á skrán­ ni, eins og tey mangan hava andakt í Hotel Tórshavn. Heini og Rósa vísa á, at tað eru nógv ymisk fólk sum savnast um sunnu­dags­ skúlan hvønn sunnudag. Skil­nað­urin millum tey trúgv­andi og tey ikki trúgv­ andi á Oyrasundi er ikki stór­ ur, og Heini S Kristiansen vís­ur á, at tað als ikki er so fýra­kantað, sum fólk vilja gera tað til. - Øll møgulig fólk hittast til okkara sunnudagsskúla, og vit eru eisini við til eina rúg­vu av øðrum ítrótt­ar­ lig­um tiltøkum, sum eru á Oyra­sundi. So eg haldi ikki tað er so fýrakantað, sum fólk vilja gera tað til, sigur hann við Ghetto Føroyar. Danir kenna ikki Gud At flyta til Keyp­manna­havn­ ar er fyri tey flestu ein stór av­bjóðing. Heina og Rósu vísa á, at hendan flytingin mer­k­ir fyri mong, at tey mugu endurskoða teirra trúgv. Í Føroyum fyllur Gud og trúgvin ógvuliga nógv hjá nógv­u­m føroyingum, men í Keypmannahavn er Gud næst­an ósjónligur í sam­ felag­num. - Tá ið man flytur úr Før­ oyum, og missur alt tað natúr­liga og trygga, kristna um­hvørvið, so má man veru­ liga hugsa um hví tað er at man trýr, og hví man velur at fara á sunnudagsskúla. Men eg haldi, at tey flestu hava Gud í hjartanum, tí so nógv fólk koma á sunnudagsskúla hóast alt, sigur Heini S. Kristiansen. Haraftrat hava danir nógv­ar fordómar um krist­ nar føroyingar, og hetta hava Heini og Rósa merkt. - Eg havi upplivað í skúla­ num, at onkur hevur spurt um eg eri trúgvandi og um eg hati samkynd, greiður Heini frá. Sjálvur heldur Heini hetta verða sera áhugavert og spenn­andi, tí júst hesir for- dóm­ar gera, at hann kann kjakast um Gud og greiða fólki frá hvussu trúgvin veru­liga fungerar. - Føroyingar hava Gud við sær frá barnsbeini. Danir kenna so lítið til trúgv og til tað trúgvandi lívið, at ein veru­liga má greiða væl frá tí, so at tey skilja veruleikan sum hann er, sigur Heini. Á universitetum fær ein altíð at vita, at ein skal seta spurnartekin við alt. Eingin skal takast fyri givið. Hesin lærdómur hevur tó ikki merkt trúnna hjá Heina og Rósu. - Eg haldi ikki skúlin hevur fingið meg at ivast. Men sum kristin kanst tú gott fara at hugsa um tað nú pass­ar at Gud er til. Tað er bara ein natúrligur partur av lívinum, greiður Rósa frá. Trúgvin trívist eisini á Oyrasundi Rósa Danielsen og Heini S. Kristiansen greiddu frá útisetalívinum í Keypmannahavn tá tú ert trúgvandi. Eitt av teimum væl dámdu tiltøkunum er ein stórur sunnudagsskúli á Oyrasundskollegiinum, har ofta væl omanfyri 50 fólk hittast