Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Í dag, fríggjadag, verður amerikanski sjónleikarin Morgan Freeman, 70 ár. Leygardagin er liðið eitt ár síðani, at Miðlahúsið keypti Vikublaðið frá Petur & Petur. Vikublaðið er mest lisnað blað í landinum. »Flatar rukkur« á Norðoyastevnu Í hesum døgum verður seinasta hond løgd á ársins útgávu av hallarkabarettini hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum í ár hevur fingið heitið »Flatar rukkur« og einki stendur aftan fyri tær, sum hava verið undanfarnu árini – heldur tvørturímóti stærk á sørvágs couNtry og blues Festivali s2 s24-30 s24-30 frá miðlahúsinum til hvørt húsarhald í Føroyum Ókeypis lýsingarblað s34 Stuttligari at selja sandalur enn vetrarskógvar 30. mai 2012 + fleiri onnur kend nøvn 30. juni 2012 frá kl. 15 til 03 Í VÁGSBOTNI Keyp atgongumerki í Vodafone í SMS, Kunningarstovuni í Havn og á voxbotn.fo VikustjÓrin Finn meg í blaðnum vikutema Vika 22 Summar­ kappingin Norðoya­ stevnan frá síðu 17 Mentanar­ stevna í Skálavík frá síðu 39 Bátatreff frá síðu 45 Einhell bensin plenuklippari 2,45 KW, klippur 51 cm, bioklipp og síðuútkast. Vanl. prísur 1898,- 169800 SPAR 200,- TILBOÐ Gjøco Oljudekk- beis træverja Tann góða gamla, sum heldur tá ið á stendur, 9 l. Vanl. prísur 798,- 63800 SPAR 20% Einhell kanttrimmari El 370 W, klippur 25 cm. Vanl. prísur 398,- 33800 Nilfisk trýstreinsari C105.5-5 EU til alt vanligt heimabrúk 79800 SPAR 15% Jógvan Gerðalíð farin Tað var 2. hvítusunnudagur, men longu í munnanum á tunlinum bylgdist kenslan í barmi av, at talan var um heilt serligan dag. Sólin skein av heiðum himni, tað stóð við klettin á Hellisenda, Núpurin tóktist bína og Kvígingaskarð kendist leingj­ ast. Svartbræddu húsini í gomlu Gerðum tóktust ser­ liga vøkur, og Líðin hugdi há­bærsliga út yvir Eiðið og gjørdi seg til at vera vitni til tað, sum nú skuldi vera. Jógvan Gerðalíð varð bor­ in til gravar. Líradag – 26. august – vera tað 96 ár síð­ani, at Malvina, ættað úr Viður­ byrginum í Árnafirði, føddi Jákupi, bónda í Gerðum, frum­borna sonin. Tey fingu níggju børn, og nú eru trý eftir á lívi – Solborg í Leirvík, Karla í Klaksvík og Villi í Hirts­hals. Av góðum grundum plaga skarðarnir ikki at vera so stórir, tá ið næstan aldar­ gomul fara til gravar. 2. hvítu­ sunnu­dag var skarðin stórur í Betesda, og tað var ikki so undarligt. Inntil hann fyri nøkrum fáum mánaðum síð­ani ikki orkaði meir, var Jógvan ein unglingi. Drúgvur, trúgvur og elsk­ aður í samkomuni, har hann hevði verið í meiri enn 90 ár. Høgt í metum millum klaks­víkingar, norðoyingar og føroyingar annars, hóast hann ongantíð tráðaði eftir at vera í fremstu røð. Men hann var ofta í miðdeplinum, tá ið trúfasti bóndin møtti upp, um tað so var í gleðishøpi ella í sorgarhúsi. Bar eina hjartaliga heilsu fram, eitt orð úr skriftini og kanska eina yrking, sum hann hegn­ is­liga hevði samansett til høvið. Áhugin fyri mentan og alsk­urin til fólk og fólkalív var orsøk til, at hann var kendur og átti vinir kring allan knøttin. Ein partur av kjølfestini mundi stava frá unglingaárunum á flatl­ ondum. Á heimabeitinum gekk hann væl í spenn við eitt nú skyldmenninar Fischer Heinesen og Robert Joensen, sum báðir hava lagað stórar varðar eftir seg. Ikki minst eysturi í Barmi, sum liggur til garðin, og har Jógvan bygdi hús, dámdi teimum at spenna frá. Jógvan stórtreivst í Barmi, og óteljandi í yngru ættarliðnum kunnu skriva undir uppá, hvussu góður og áhugaverdur vertur hann var har eysturi. Uttanfyri føroysku eingj­ argarðarnar vann hann sær vinir eitt nú sum radio­ ama­tørur. Og tað hevði al­ stóran týdning, tá ið hann saman við vinmanninum Theodori við Keldu, keypti upp­tøkutól longu í 1946, tá ið manskórið í Betesda var í Keypmannahavn umborð á Skálanesi, sum fekk frystilast ísetta. Jógvan stóð fyri nógvum upptøkum. Í tíðini undan band­upptakaranum syrgdi hann fyri, at einstaklingar og kór kring alt landið høvdu møgu­leika at taka upp. Herfyri kom tvífløga út nevnd Traditio­nal music in the Faroe Islands. Tutl og franska útgávu­felagið Fré­ meaux & Assosiés góvu út. Fløg­an fæst í 32 londum, og elstu upp­tøkuna eigur Jógvan Gerða­líð! Tjørnuvíkingar syngja Kingo sang í 1950. Undir jarðar­ferðini kendist tað tignarligt aftur at hoyra tey úr Norður­streymi syngja, og hetta var minni um, hvør og hvussu hann var, sum vit 2. hvítu­sunnu­dag vóru savnað at heiðra og minnast. Tá ið boðini 24. mai bór­ust um, at nú var Jógvan slókn­ aður, runnu orðini úr Matteus 25 fram fyri meg: Gott, tú góði og trúgvi tænari!..Far inn til gleði harra tíns!" Í okkara umhvørvi á Heyg­um minnast vit Jógvan sum arbeiðsmann. Hann var borin til garðin, og í tríati árunum var hann niðri og fyri­reikaði seg at verða bóndi. Heimaftur komin legði hann til brots at bróta upp úr nýggjum. Um hesa tíð­ina tvífaldaðist fólkatalið í bygdini eftir fáum árum. Tað var neyðugt við meiri byggi­ lendi. Tí vóru vánirnar lítlar fyri jarðarbrúki í stórum stíli. Jógvan hálsaði um, og tað var í gravkúm, brøytum og øðrum stórum maskinum, at hann stríddist við grót og dynamitt og mold og sand og betong. Samstundis mjólkaði hann neytunum, fóðraði seyð­in og rok­aðist við hoyggj og gras, og ongan­tíð ilskaðist hann, tá vit børn vóru uppií, og eitt nú funnu fragd í at leypa í súr­hoyggja­brunnin. Og so var hann eftir lítl­ ari løtu farin í annan ham. Kæra kona hansara Astrid, sum stóð honum við lið í meiri enn 70 ár, og sum nú er 92 ára gomul og býr á røktar­ heiminum, bustaði skógv­ arnar á trappuni, og so fóru tey so tignarlig á møti. Mána­ kvøld, mikukvøld og sunnu­ morgun og sunnukvøld var hann í Betesda, og í mong ár var hann um vetr­ar­nar á Viðareiði á møti hvørt týs­kvøld saman við vin­ monnunum John Høj og Jógv­ani Tróndheim, og tá ið hann var í bestu árum kendi hann tað vera stóran forrætt at ferðast kring landið eitt nú saman við Victori Danielsen. Heilt til tað síðsta kendi hann seg sum part av sang­ kór­inum, sum hann var ferða­leiðari á øllum uttan­ lands­ferðunum, og sum hann onkuntíð stjórnaði fyrstu árini í óvanliga langa stjórnar­skeið­num hjá Jógv­ ani við Keldu. Lítillátin segði hann, at tað var gleðin í Harranum, sum var styrki hansara, og sum var orsøk til, at hann hevði yvir­skot at vera trúfastur og umsorganarfullur ímóti Jákupi, Jens Christiani, Øss­ uri, Henny og øllum teirra – ikki minst Anju, abba­dóttr­ ini, sum er trúboðari á Filips­ oyggjunum og sum hann fylgdi við serliga stórum eym­leika – og øll, sum komu á hansara leið, kendu seg eiga part í hans­ara um­sorgan og vinskapi. Tað kunnu eisini vit mongu, sum í fjøl­miðla­ ørindum hava heitt á hann, skriva undir uppá. Jógvan var góður við fjølmiðlarnar. Ikki minst fínu frásøgurnar í náttúrusendingunum hjá Jo­han Mortensen standa negld­ar í minninum. Síðsta heyst bar Annika Egholm, bókavørður í Klaks­ vík, hug­skotið fram um eina stóra viku undan løgtings­ valinum at hava eina løtu um val og valtøl í Norðoyggjum á bókasavninum. Jógvan var millum teirra, sum møttu upp, og løtan var hugnalig. Nærveran og umhugsnið hjá Jógvani kendust enn eina ferð, men hesa ferð taldist hann ikki millum teirra, sum gjørdu viðmerkingar og søgdu søgur. Tveir dagar seinni ringdi hann. Viðhvørt hevði hann trupulleikar við rødd­ini, og nú var tað aftur so­leiðis. Tí hevði hann ikki tikið orðið. Hann hevði ann­ars ætlað sær at sagt søgur um val og val­fundir, sum hann mintist frá ung­ lingaárunum, tá ið Jóannes bóndi og Andras Samuelsen vóru í velmaktini. Vit av­ ráddu so, at hann skuldi festa hetta – ikki á blað – men í wordskjal og so senda tað í telduposti. Hetta er eitt tað seinasta kæra minnið um 95 ára gamla vinmannin, sum nú hevur lagt árarnar inn. Fyri trimum mánaðum síð­ani heilsaðust vit á sjúkra­ húsinum. Nú orkaði motor­ urin ikki meir, segði hann og segði seg kenna ævigan ugga og frið í, at reiðarin var góður at hella seg at. Nú er hann farin í annað ljós, eftir at hava strítt hitt góða stríð. Á veg aftur úr Gerðum og ímóti tunlinum 2. hvítu­ sunnu­kvøld sást víkin fram­ vegis liggja blonk og há­tíðar­ lig, nú hon hevði verið vitni til, at stór mannamúgva hevði fylgt einum av frægu bygdar­synunum seinastu ferð­ina um Gerðabø, har so ógvu­liga nógvir tímar standa á kontu. Minnisvarðin uppi á Grund­um og stabbin á Hellis­enda, sum Jógvan og aðrir síðst undir krígnum stoyptu til vippu at kava av, eru millum ítøkiligu minnini, ið standa eftir mannin, sum gav okkum so nógv, og sum fer at liva í minni okkara. Gerðalíð ljóðar so poet­iskt. Á kortinum er einki stað­ar­ navn, sum eitur so. Í Gerðum vóru nógvir Jógvan Joensen. Tí skifti Jógvan eftirnavn í 1939, tá ið hann var 23 ára gamal. Ein partur av Líðini liggur til Biskupsstøðgarðin, og tann sunnari til Gerðar. Tí mundi tað vera so líka til við skaldargávunum hjá Jógvani at komponera sær eftirnavnið Gerðalíð. Navnið spillir ongan, plag­ ar at verða tikið til, og í hesum førinum er tað perónurin og vitnis­burðurin, sum liggur eftir hann, ið lyftir upp og kastar serliga glæmu yvir Gerða­líð. Ærað veri minni um Jógv­ an Gerðalíð! Jóannes Hansen