Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Sunnudagin verður danski skemtarin og sjónleikarin Lars Hjortshøj, 45 ár. Í dag, fríggjadag, verður gittarspælarin í Rolling Stones, Ron Wood, 65 ár. Mánadagin 4. juni verður Maria, vanliga kallað Mia, í Skorini 90 ár. Mia er eitt rætti­ ligt havnarfólk. Hon er yngst av teimum níggju børnunum hjá Agnas f. Nico­laj­sen úr Havn, og Jógvan Jensen av Dul á Strondum. Frá hesum staðarnavni fingu børnini sær eftirnavnið á Dul. Agnas og Jógvan bú­sett­ ust um aldaskiftið í Kon­ rads­brekku, sum Gr. Kamb­ ansgøta fyrr varð kallað. Hetta var í húsunum, sum Conrad Nicolajsen, abbi Miu, bygdi fyrst í 1880-unum. Mia var bert ársgomul, tá pápi hennara doyði í 1923, bara 47 ára gamal. So við og við giftust øll systkini út. Sum frá leið vóru tey tvey eftir. Grímur, sum var næstyngst, giftist inn í barnaheimið við Andreu, ættað úr Kunoy. Mia hevði ongan skund at giftast og bleiv verandi heima. Tískil kom Mia at búgva saman við Grími og Andreu og teirra børnum í 12 ár. Tað vóru góð viðurskifti teirra millum, og tey eru framvegis eins góð so nógv ár aftaná. Nú er Mia einsamøll eft­ ir av hesum ættarliðnum á Dul. Seinasta árið eru svigar­ innurnar Astrid og Andrea farnar. Sum ung kom Mia at ar­ beiða sum genta hjá dóm­ ara­hjúnunum Gerdu og Erik Bonnevie. Her var hon frá 1. juli 1939 til 1. august í 1941. Tá mátti hon gevast, tí mamman gjørdist sjúklig, og hon mátti fara heim at vera um hana. Agn­as doyði í 1945, 64 ára gom­ul. Sama ár fór Mia til Keyp­ manna­havnar at læra at seyma á eini seymistovu. Hon búði í tvey ár hjá beiggja sín­ um, Páll, sum tá búði í Dan­ mark. Mia kom heim aftur í 1947. Hon fór tá at arbeiða á heilsøluni hjá beiggja sínum Jákupi. Í 1950 kom hon at ar­ beiða á skrivstovuni hjá Mariu Poulsen, har beiggin, Grím­ur, var stjóri. Her kom hon at verða kend sum arbeiðs­som, skilagóð og fyri at vera sera kring við tølum. Hon hevði ábyrgdina av bók­haldi og rokn­skapi. Hon stóð eisini fyri inn­keyp­inum. Mia var eisini inn­keyps­ferðir uttan­ lands, millum annað í Týsk­ landi. Serliga gott skil hevði hon á porselensvørum, sum hevur verið ein stórur partur av vøruúrvalinum hjá Mariu Poulsen. Mia arbeiddi har til 1985 ella nærum 35 ár. Í 1959 giftist Mia við Poul í Skorini, ættaður av Eiði. Hann var einkjumaður og átti synirnar Róland og Sámal, ið vóru smádreingir tá. Mia og Poul búsettust í hús­unum hjá Poul í Mort­ans­ stovubrekku 5. Synirnir vóru tá farnir til ommurnar á Eiði og í Havn at vera, men Mia megnaði at savna familjuna aftur og at byggja eitt nýtt og gott heim uppaftur. Tað eru tey øll framvegis sera takk­ som fyri. Í 1965 fingu Mia og Poul dóttrina Ragnhild, uppkallað eftir fyrru konu Poul. Mia var 43 ár, tá hon gjørdist mamma. Hetta gjørdi tað ikki minni stuttligt hjá teimum at fáa eina lítlasystur. Ragnhild giftist við Mar­ cus Jacobsen í Klaksvík og eiga tey fýra børn. Sámal, gift­ur við Mariu, býr á Eiði, og Ró­land, giftur við Elsu, býr í Havn. Tilsamans eru nú 11 ommubørn og 13 lang­ ommu­børn. Ragnhild hevur nú í fleiri ár skipað fyri bókhaldinum í virkinum hjá Hanus Hansen í Grønlandi. Men hon kem­ur javnan heim at vitja mamm­ una. Poul doyði í 2003, 85 ára gamal, aftaná at vera vikn­ aður so líðandi í nøkur ár. Mia megnaði at hava Poul heima alla tíðina, og var hon um hann til tað seinasta. Tað eru børnini eisini takksom fyri. Nú løna tey henni tað eisini aftur. Vit bæði eru ættað úr sama túni í Konradsbrekku. Mia er ættarkær og hevur ver­ið trúgv at vitjað aftur í barn­dómsheimið. Tað hevur eisini verið og er framvegis eitt ógvuliga gott samband og vinskapur mill­um ættarfólkið hjá okk­um báðum, sum nú hava búð í Kon­rads­ brekku í fleiri ættar­lið. Mia heldur føðingardagin í Starvsmannafelagshølunum í J. H. Schrøtersgøtu 9 4. juni frá kl.16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit ynskja Miu hjartaliga tillukku við hesum stóra deg­ num. ó. Mia í Skorini 90 ár Mia Henda myndin er tikin brúdleypsdagin hjá Miu og Poul í 1959. Her eru øll tey nýggju systkini við makum. Aftasta raðið v.f: Jimmy, maður Bjørgu á Dul, Jákup á Dul, Johan Wolles, giftur við Signhild á Dul, Elspa, gift við Dánjal á Dul, Dánjal, Hans Sundstein, giftur við Johonnu á Dul, Grímur á Dul, Poul í Skorini. Miðraðið: Bjørga á Dul, Astrid, gift við Jákup á Dul, Signhild á Dul, Andrea, gift við Grími á Dul og Mia á Dul. Fremst: Páll á Dul, Aleksandra, gift við Páll, Thala, gift við Jógvan á Dul, Jógvan. Nú er bert Mia eftir av hesum 18. Nýggjur dómara­fulltrúi Hanna Vang er sett í starv sum dóm­ara­fulltrúi í Før­ oya rætti. Hon byrjar 1. juni. Hanna Vang er ættað úr Leirvík. Íslendsk rokkkonsert í Norðurlandahúsinum Manskórið úr Dalavík í Ís­ landi og sangarin Matti Matt hava rokk-konsert í Norð­ urlandhúsinum í Havn í morg­in, leygardagin 2. juni klokkan 19:30. Á skánni eru kend løg hjá The Beatles og Queen, eitt nú Hey Jude, Let it be, Yesterday, Bohemian Rapsodie, Don´t stop me now og We are the champions. Kórleiðarin, Guðmundur Óli Gunnarsson, hevur arrangerað sangirnar, og hann fer eisini at greiða frá løg­unum, sum hava verið so kend í fleiri áratíggju. Orkestrið, sum spælir, er mannað við viðurkendum ís­lendskum tónleikarum. Hetta er fjúrtanda ferðin, at kórið førir fram hesa skránna, sum hevur verið sera væl umtókt í Íslandi. Fleiri enn 3.000 fólk hava verið til konsertirnar, sum hava verið í Salurinn í Kopavogur, Mentanarhúsinum Hof í Ak­ ur­eyri og í mentanar­húsinum Berg í Dalavík.