Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Fiskimannafelagið niður­lagt við løgtingslóg T ann 14. november í 2011 varð samgongan millum Miðflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Sam­ bands­flokkin og Fólka­flokk­ in skipað. Hendan dagin skál­aðu tey í sjampanju úti í Tinganesi, har mót­tøka var fyri nýggju lands­stýris­ fólkunum. Hendan sama dagin vóru vit fleiri onnur, ið vóru savn­ aði niðri á Bryggjubakka í hølunum hjá Føroya Fiski- mannafelag. Tí júst hendan sama dagin fylti Føroya Fiskimannafelag 100 ár. Her vóru fiskimenn, yngri sum eldri. Her vóru umboð fyri Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmestarafelagið, Ar­ beiðskvinnu- og arbeiðs­ manna­feløgini, onnur fak­fe­ løg, umframt aðrir gestir. Úr øllum landinum. Hetta var ein stórur og søguligur dagur. Ikki bara fyri felagið. Men fyri alt tað føroyska samfelagið. 100 ára stríð fyri at vinna fiskimonnum rættindi, hýrur og grundleggjandi mannakor. 100 ár, har fleiri ættarlið við strevi, stórum verkføllum og áhaldni, loksins megnaðu at savna allar fiskimenn í felag. At fáa samráðingarrætt og gera upp við støðuna, ið hevði verið galdandi í slupp­tíðini við sjálvdrátti og ómenn­iskja­ ligum korum. Har reiðarin bert kundi áseta treytirnar einsamallur og gera avtalur við hvørt skip ella hvønn yrkisbólk umborð sær. Landsstýrið møtti ikki Øll fakfelagsumboðini, ið vóru savnað til hátíðarhaldið, kundu siga somu søgu um stríðið og frambrotini hjá fak­felags­rørsluni. Eitt ótrú­ ligt stríð fyri felags­skapi og rættindum, sum hava flutt Føroyar framá og vunnið teim­um, sum veruliga skapa virðini, rættindi og rættvís kor. Men har vóru ongi um­boð fyri landsstýrið og sam­gong­ una at síggja henda 100-ára dagin. Flestu hildu, at hetta var tí at hitin, sjampanjan og munnbitarnir í Tinganesi drógu meira henda dagin. Nú, gott hálvt ár seinni, síggja vit, at hetta var neyvan bara tilvild. Tí umframt tað frontalálop, sum samgongan hevur gjørt á fakfelag og verka­fólk við flatskatti og pen­sjónsskatting, so kom næsta slysálopið í tinginum týs­dagin eftir hvítusunnu. Tá samtykti samgongan eitt broytingaruppskot í sam­ bandi við makrel­fiski­skapin. Hetta broytingaruppskotið skuldi koma ístaðin fyri tað fyrra uppskotið hjá sam­gong­ uni, har reiðarar við at gjalda eina krónu pr. kilo, kunnu manna øll skipini við bíligari útelndskari arbeiðsmegi. Fiskimenn seldir á uppboði Nú sigur samgongan, at tey skipini, ið fiska makrel, skulu hava sáttmálar fyri hvørt skipið sær. Tað merkir, at fiskimenn og fakfelagsrættindi nú skulu sejast á uppboði. Ongin kapp­ ing skal vera millum reiðarar um at fáa sum mest burturúr tilfeinginum. Men ístaðin skulu fiskimenn kappast um at fara niður í hýru til tess at fáa kjans. Og serligir sáttmálar kunnu gerast fyri bíliga innflutta arbeiðsmegi – altso sosiala dumping. Á henda hátt, verður ongin kapping um virðisøking og at fáa sum mest burturúr hvørjum kilo av tilfeingi okk­ara alra. Reiðaríini kunnu ístaðin nú bara økja um sína inntjening, við at fáa hýrupartin hjá manningini niður og harvið fáa meira í sín part. Og tey sterku, útlendsku kapitaláhugamálini, ið eru í ferð við at keypa alla tjóðar­ ogn okkara, fara at fegnast um at finna slíkan fress. Sostatt ein tjóðskaparlig, sosial og vinnulig taparakós fyri alt samfelagið. Sum í triðja heiminum Við hesum eru vit spolað meira enn 100 ár aftur í tíðina, tá tað snýr seg um rættindi hjá verkafólki og fakbólkum. Og vit hava somu skipan, sum tann mest primitiva kapitalisman hevði Evropa í 1800-talinum, og sum hon hevur í triðja heiminum enn í dag. Har tann, sum eigur vinnutólini, kann trýsta tey niður, sum virka og skapa virðini. Vorðið sum føðingar­ dags­gáva frá samgonguni til 100-ára dagin hjá Føroya Fiski­mannafelag. Og vorðið sum undirgraving av øllum fakfeløg­um og rættindum í Føroyum. Tí um tað ber til í einum parti av vinnuni, hví skulu allir arbeiðsgevarar so ikki sleppa at gera tað sama – eisini á landi? Annars er tað jú kapp­ingaravlaging við lít. Andstøðan krevur lóg og rætt Tjóðveldi kravdi í fjør lóg og rætt at galda í makrel­fiski­ skapinum. Ein greið lóg varð gjørd, sum legði treytirnar. Og Tjóðveldi noyddist at seta hart móti hørðum til tess at fáa løgmann at góðtaka, at í lógina varð sett: At øll mann­ ing, ið tók lut í fiskiskapi eftir makreli, skuldu fylgja teimum felags sáttmálum, ið eru galdandi á føroyska ar­ beiðsmarknaðinum. Hetta var ikki við í nakr­ ari lóg frá samgonguni hesa­ferð – tí í politikkinum hjá samgonguni tykist bert frumskógarlógin vera gald­ andi. Men Tjóðveldi, Javnaðar­ flokkurin og Framsókn settu tað fram sum lógaruppskot í tinginum týsdagin. At tað eru felags sáttmálarnir, ið verða samráddir á føroyska arbeiðsmarkanðinum, ið skulu galda. Og at onki skip sleppur til fiskiskap, sum hetta ikki er tryggjað og vátt­ að frammanundan. Samgongan feldi upp­ skot­ið. Og samtykti ístaðin sína lóg, sum undirgrevur alt fakfelagsstríð og møguleikan fyri einum skipaðum ar­beiðs­ marknað. Anarki ella skipað viðurskifti Men vit royna aftur undir triðju viðgerð í morgin. Vón­ andi stendur øllum tingfólki, fakfeløgum og vinnufeløgum greitt, hvat stendur uppá spæl her. Tað er valið millum øðru­ megin anarki, tilvild og ójavn­ar kappingartreytir, ið ikki eggja til framburð og menn­ing. Ella hinumegin eitt siviliserað og rættarbygt sam­felag, har ikki bert tann sterk­asti ella frekasti setir treyt­irnar hjá fjøldini. At niðurleggja Føroya Fiski­mannafelag (og hini yrkis­feløgini fyri sjófólk okk­ ara) við lóg, hevði sjálvt tann mest svartskygdi ikki roknað við frá hesi samgongu. Og hvat verður tað næsta, um hetta ikki verður steðgað bein­anvegin? At spola stríðið hjá und­ an­farnu ættarliðum av hug­ sjónarfólki, ið hava bygt hetta landið, 100 ár aftur í tíðina við einum pennastroki í Løgtinginum, átti at verið øllum ovboðið. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo 100 ára stríð hjá fiskimonnum kann verða spolað aftur til byrjanina í morgin. Samgongan hevur undir 2. viðgerð samtykt við lóg, at í makrelfiskiskapinum skulu reiðarar kunna gera avtalur við manniningina á hvørjum skipi sær - og ikki fylgja felags sáttmálum Øll gera tað! Summi í songini heima í kamarinum! Onnur í bilinum, úti í náttúrini ella kanska við køksborðið. Vit tosa sjálvandi um at biðja. Tað at venda sær til tað, sum er størri enn tú og ásanna, at helst er meir millum og jørð enn tað, ið rúmast í egnum knokki ella kanska á egnum matrikulnummari. Øll munnu vit hava roynt at sent ein tanka upp­eftir. Í mótgongd – og kanska eisini í viðgongd. Tað sigst jú, at tað eru fáir ateistar í einum flogfari, sum er í trupulleikum. Hinvegin er ikki altíð semja um, hvat eitt svar er. Eitt bønarsvar. Kann eitt nei eisini vera eitt svar? Líka síðan 1710, tá Leibniz kom við tí sokallaða teodicé- trupulleikanum, ið spyr, hví tað ónda er til, um Guð eisini er, hava fólk roynt at funnið eitt hóskandi svar til hetta. Og helst áðrenn við. Síðani hava ateistar sum Dawkins og onnur skírt fólk, ið trúgva, at vera býtt. Meðan onnur, eitt nú prestar, hava svarað aftur, at trupulleikin við ateistum er ikki, at teir ikki siga seg trúgva, men at teir hvørki hava humor - ella nakra guðfrøði at grundgeva við... Í slíkum støðum veit einhvør konfliktmeklari, at langur vegur er á mál. Trúgv er persónlig, men privat er hon ikki. Tí hon er eisini felagsskapur og samrøða. Ein glotti hómaðist nú um dagarnir, nú ein nýggj bók kom út, har tvær kvinnur skifta orð. Onnur er astrofysikari, Anja Cetti Andersen, ið einaferð lovaði olmussu, tá børnini vóru sjúk. Hin gamal starvsfelagi hjá mær, Anna Mejlhede, prestur í Holmens Kirke. Tær báðar gistu tvær nætur í kirkjuni og á Niels Bohr Instituttinum, og burtur úr hesum kom ein upplýsandi samrøða, og ikki tær journalistiskt illa úr hondum greiddu skotgrøvirnar, sum onkuntíð verða serveraðar. Tær eru samdar um, at meðan náttúrvísindin kann greiða frá hvussu, kann hugvísindin og serliga guðfrøðin greiða frá hví. Hvussu vit komu higar, og hví vit yvirhøvur eru her á jørðini. Burtur eru allar útsagnir um antin-ella. Heldur verður samrøðan tikin fram í ljósmála. Hetta er ikki bara áhugavert frá einum tíðindafrøðiligum sjónarhorni. Hetta er eisini áhugavert fyri flestu hampafólk, ið neyvan halda, at okkurt partú útilokar hitt. Har endamálið heldur er at skapa fatan og virðing enn konflikt og løtuvinning. Kann vera, at tað er trupult at greiða frá, hvaðani Káin og Ábel fingur sínar konur. Men hinvegin kunnu søgan um teir báðar læra okkum nógv. Læra okkum eitt sindur um, og hví og hvussu vit kunnu gera tað betur. Fyri eini hundrað árum síðan varð hildið, at tað helst bara varð ein spurningur um tíð, til átrúnaður fór at doyggja út. Og so seint sum fyri fáum áratígggjum síðan varð ikki nógv gjørt burtur úr hesum í bókmentasøguni. Tað er t.d. ikki fyrr enn nú, at verulig gransking fer fram um skaldskapin hjá eitt nú K.O. Viderø, ið virðisløntir føroyskir bókmentagranskarar áður enntá als ikki hava hýst í sínum innihaldsyvirlitum. Tað er heldur ikki so langt síðan, at fólk í fullum álvara argumenteraðu fyri, at okkara útvarp heldur skuldi verða merkt av flow um morgunin heldur enn gevandi guðfrøði og sálmasangi. Men annað útilokar ikki hitt, og vit læra altíð meir av at virða, at lívið hevur fleiri løg og fláir. At menniskjað bæði er kjøt og andi og einans víðkar verðina, tá tað sær ta stóru verðina uttan fyri sín egna sjónarring. Tað noyðast vit øll at gera viðhvørt! Theodor Eli Dam Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Eygamálið og sjónarringurin... Høgni Hoydal