fríggjadagur 1. juni 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jóannes Eidesgaard
Fyrrverandi løgmaður, løgtings- og
landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin
Hvar gongur markið?
Fýra bankar á heysin
seinastu 20 árini
Sjálvandi skulu peningastovnarnir
vera varnir og ansa sær ikki at
koma í trupulleikar. Seinastu
tjúgu árini síðan 1992, eru fýra
bankar farnir á heysin. Fyrst í
90´unum var tað Sjóvinnubankin
og síðan Føroya Banki, og at enda
rendi Fíggjareftirlitið Fossbankan
á heysin. Her eftir aldarskiftið var
tað so Eik, sum fór á heysin. Tí
mugu og skulu bankar tryggja seg.
Men so er spurningurin, um tað er
varsemi, sum vit í dag uppliva, ella
tað er okkurt heilt annað?
Grammleikin førdi
til heimsumfatandi
fíggjarkreppu
Øll eru í dag samd um, at tað var
ein yvirhonds trongd til skjótar
vinningar, sum førdi til ta fíggjar
kreppu, sum stórur partur av
heiminum enn er í. Ein gramm
leiki, har tey ”smartu” ikki dugdu
sær hógv, men í einum einvegis
stríði eftir skjótum vinningum
vildu ríka seg upp. Stutt sagt
grammleiki, sum tók yvir, og vit og
skil vórðu blakað fyri borð.
Danska stjórnin ætlar nú at
seta skipan í verk, soleiðis at
týðandi bankar í samfelagnum
ikki koma sær í óføri. Væntandi
verða báðir stóru bankarnir í
Føroyum eisini partur av hesi
skipan. Hetta er avgjørt neyðugt
og skilagott. Gongur galið hjá
týðandi bankum í einum samfelag,
so fær tað so oyðileggjandi
ávirkan á alt samfelagið, at tað
almenna so ella so má bjarga.
Hetta hava vit roynt í Føroyum.
Tískil er tað skilagott, at
bankaleiðslur leggja seg eftir
skynsomum rakstri, soleiðis at
vit øll kunnu kenna okkum trygg.
Men hvar gongur so markið fyri
at tryggja seg? Ella sagt á annan
hátt, er tað ein konsolidering, vit
nú uppliva, ella er tað ein nýggj
jagstran eftir stórum vinningum
til bankan sjálvan og parta-eig
ararnar? Bank Nordik hevur ein
solvens uppá 15% og eina eginogn
uppá 2 mia.
Hvat merkir ein vinningur
upp á 170 mió. kr.?
Tá landskassin hevur yvirskot,
verður beinanvegin spurt, um tað
almenna ikki tekur ov nógv inn í
skatti, og um skatturin tískil ikki
átti at verið settur niður.
Siga vit, at bankin hevur uml.
20.000 viðskiftafólk her í Føroyum,
so hevur bankin ein vinning upp
á góðar 8.000 kr. pr. kunda. Um
vit rokna hetta yvir á útlendskar
bankar, so vildi teirra vinningur
verið astronomiskur. Danske Bank
hevur einar 2,2 mió kundar, og tí
vildi bankin við tølunum hjá Bank
Nordik havt ein vinning upp á
góðar 17mia. kr. Men yvirskotið í
2011 var góðar 2 mia. kr. eftir skatt.
T.v.s. at við tølunum hjá Bank
Nordik, so hevði Danske Bank
havt eitt yvirskot, sum var næstan
níggju ferðir størri.
Í mun til eginognina verður
vinningurin hjá Bank Nordik bara
eini 8,5%. Hetta er ikki nógv í mun
til tað avkast, sum íleggjararnir
eiga at kunna ynskja sær. Tí kundi
bankin við góðari samvitsku verið
niðurkapitaliseraður við eini 800
milliónum, uttan at solvensurin
kom undir lógarkravið. Hetta
kundi so komið tóma landskass
anum til góðar við fleiri hundrað
milliónum, sum ivaleyst høvdu
fingið bein at gingið á.
Brúkt 130 mió. kr. til at
fóta sær í Danmark
Í sama tíðindastreymi varð sagt,
at bankin hevði brúkt 130 mió
kr. til at fóta sær eftir keypið av
einum donskum banka á Amager.
Uttan at eg dugi á at skyna, um tað
er nógv ella ikki, so kann eg bert
siga, at um somu viðskiftafólkin í
Føroyum ella føroysk vinna vóru
í fokus, so hevði henda upphædd
rættiliga munað í einari rentu
lækking.
Húslalánsgrunnurin
avdúkar eina alt ov høga
rentu hjá bankunum
Húsalánsgrunnurin sigur nú, at
tað skal bera til at fíggja sethús
fyri eina rentu, sum liggur eini
1,5% lægri, enn tað sum bankarnir
í dag krevja. Ikki heilt óvæntað
eru baknarnir í øðini, tí at ein
almennur grunnur á henda hátt
fer út og bjóðar teimum av og
leggur ein avdúkandi sannleika
fyri dagin.
Øll hava vit vitað, at danskir
sethúsaeigarar hava til alla tíðir
fingið munandi bíligari fígging til
síni hús enn vit føroyingar. Hetta
sjálvt um, at okkara bankar virka
undir somu lóggávu og undir
sama eftirliti. Realkredittlánini í
Danmark liggja 1,3% bíligarin enn
tey realkredittlán, sum føroysku
peningastovnarnir bjóða sínum
kundum.
Men nú er líkt til, at Húsláns
grunnurin kann bjóða realkreditt
lán fyri á leið henda kostnaðin.
Og so eru tað ómaksgjøldini
Eitt ómaksgjald eigur at vera eitt
gjald fyri eina tænastu, sum er út
um tær vanligu tænasturnar, sum
ein stovnur ella ein banki vanliga
tekur sær av. Ein banki er eitt stað,
har kundin kann fáa vanligar
bankatænastur avgreiddar. Men
hvussu kann ein banki tá hava
samvitksu til at taka gjald fyri
heilt vanligar bankatænastur sum
t.d. ein fyrispurning, eitt yvirlit
ella tað at taka pengar út. Er hetta
ikki alt kjarnutænastur hjá einum
banka. Sum onkur so skemtiliga
segði, at tað var ikki meir enn,
at ein tordi at biðja ”góðan dag” í
bankanum, tí hetta kundi kosta
eitt ómaksgjald.
Vit hava mist 1000
fólk síðan 2008
Heilir 1000 føroyingar eru rýmdir
av landinum síðan 2008. Hetta
er av sonnum ófrættaboð. Tað
ringasta, sum kann henda eini
tjóð, er at missa sítt egna fólk.
Ivaleyst eru mangar orsøkir til,
at so skeivt hevur gingið seinnu
árini, men dýru sethúsalánini
hava so avgjørt ikki gjørt tað
betur. Tað er sanniliga ikki stuttlig
hjá ungum fólki at vita sær, at
tá tey byggja sær hús, so verða
tey samstundis skuldartrælir hjá
bankunum restina av lívinum.
Sjálvandi er tað neyðugt við
góðum og sterkum bankum bæði
fyri privatfólk og ikki minst fyri
vinnuna, men vit mugu hava eitt
ávíst sømiligt mark fyri, hvussu
grammir somu bankar eru í tí
dagliga. Viðskiftafólkini her í
landinum leggja, sum er, rygg til
íløgurnar í Danmark og Grønlandi.
Men tá á stendur, so vita eisini
bankarnir, hvagar teir skulu fara.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift
Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið.
Nú fyri stuttum kom Bank Nordik við
roknskapinum fyri fyrsta ársfjórðing. Bankin
boðaði í tí sambandinum frá, at yvirskotið fyri í
ár væntandi fer at liggja millum 100 og 170 mió.
kr. Av somu orsøk høvdu fjølmiðlar beinleiðis
hug at lýsa forstjóran í Bank Nordik sum eina
hetju. Men er hann nú ein hetja, sum vinnur
pening til bankan og partaeigararnar, ella er
hann stjóri fyri eina fyritøku, sum tekur alt í
verðini ov nógv inn frá sínum viðskiftafólkum
og ikki minst frá vinnuni í Føroyum?