fríggjadagur 1. juni 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Pápi Hansu Petreu, Palle Poulsen,
var ættaður úr Norðragøtu. For
eldrini vóru Jóan Pauli og Elsa í
Polliða. Jóan Pauli doyði við fyrsta
gøtuskipinum, Tulip, í 1904, tá ið
Palle bert var 3 ára gamal.
Við sama skipi fórst Hans Jacob
Hansen, giftur við Miu, sum var
umrødd í næststseinasta parti av
hesi røð í sambandi við umrøðuna
av Oteliu Hansen.
Mamma Palla, Elsa f. Olsen,
ættað úr Søldarfirði, systir Hans
bónda, sat eftir 32 ára gomul við 4
børnum. Tað elsta av teimum var
Eliesar Poulsen f. 1898, sum seinni
gjørdist ein kendur klaksvíkingur.
Næstur honum var Olaf f. 1899.
Hann giftist til Vágs við Elsu í Sápu
húsinum, ættað úr Porkeri. Tey
fingu ikki børn sjálvi men fostraðu
upp Óluvu, dóttir Palla Bager. Yngst
av systkjunum var Olga f. 1903, sum
var ógift.
Jóan Pauli, pápi Palla Bager, var
ein raskur maður. Hann hevði lagt
sær gerði inn, sum hann hevði gyrt
við stórum gróti, og hann hevði
bygt sær sethús í gerðinum. Nú
hevði hann eisini verið við til at
keypa skip til bygdina bara 29 ára
gamal.
Hann var sonur Hans David
Poulsen – Liða Dáva - og fyrru konu
hansara, Elsu Mariu f. Gregersen,
ættað úr Kunoy.
Elsa hevði lært at baka, og hon
bakaði fyri handlar í Klaksvík
og í Vági, hagar tey fluttu, eftir
at maðurin var deyður. Palle var
mammuni til hjálpar, og hetta var
eisini neyðugt, um húskið skuldi
hóra undan. Í 1915 fór Palle til skips
við Sunbeam, har Gunnar Daniel
sen, ættaður úr Søldafirði, var
skipari. Seinni fór hann við Mariu
hjá Tummasi við Kráir í Vági. Palle
fór fyrst í bakaralæru hjá mammu
síni og síðan hjá N.J. Mortensen á
Tvøroyri.
Í 1924 fór Palle at arbeiða í baka
rínum hjá Frants Restorff í Havn.
Hann fór undir sjálvstøðugt bakara
virksemi í 1931. Hetta gav ikki nógv
at byrja við, men sum frá leið gekk
tað heilt væl.
Undangongumaður
Ein eldri havnarmaðurin segði um
Palla Bager, at hann var ein sannur
framburðsmaður.
Hann hevði bakarí, og eina tíð
undir krígnum hevði hann eisini
matstovu. Hann var tann fyrsti,
sum seldi mat, at taka við sær, so
sum heitar pylsur, ís frukt og soda
vatn. Hetta gjørdi hann á ólavsøku
og eisini til fótbóltsdystir. Palle
var eisini tann fyrsti sum seldi ís.
Hann hevði eina lítla ísmaskinu at
vinda við hond, og eina sølubúð,
sum kundi flytast. Hon stóð til
dømis uttan fyri Sjónleikarhúsið á
ólavsøku.
Palle var eisini fyrsti bakarin,
sum eftir kríggið fekk oljufýring
til bakaríið.
Fekk sær kokkaskúla
Palle fór um hesa tíðina undir at
hava kokkaskúla. Fyrst var skúlin
hjá Guttorm Poulsen og síðani hjá
Johannes Klett í Bringsnagøtu.
Skúlin bygdi á føroyskum støði.
Palle savnaði nakrar uppskriftir,
sum hann í 1939 gav út sum kókibók
undir navninum “Matgerð umborð
á føroyskum fiskiskipum”.
Frá miðjan av tríatiárunum og
fram til heimsbardagan vóru tað
ikki so fáir kokkar, sum høvdu fing
ið sína útbúgving frá Palla. Nakrir
hildu fram í Danmark og komu at
sigla sum hovmeistarar við størri
ferðamannaskipum.
Palle fekk hugskotið til kokka
skúla, tá ið hann var 1. kokkur við
Ananu, sum róði út við bátum í
Grønlandi i 1935 og 1936. Samlaða
manningin var 160, so tað kravdu
sín mann at vera kokkur.
Heimaftur komin er tað, hann
fer at hugsa um kokkaskúlan, tí
eingin av kokkunum umborð var
kokkalærdur.
Palle hevði hendan skúlan tríggj
ar vetrar undan seinna heimsbar
daga. Hann undirvísti við tí tilfari,
hann kundi fáa fatur í, mest slíkum,
sum hann evnaði til sjálvur.
Næmingarnir rindaðu sjálvir
læruna. Palle søkti um stuðul til
raksturin, men hann var longu
givin, áðrenn nakar peningur var
játtaður. Hann fekk kortini ein
lítlan styrk til prenting av kokka
bókini.
Kokkabókin
Palle skrivaði í fororðinum til
kokkabókina:
»Í mong ár hevur verið tosað um,
at kosturin umborð á fiskiskipum
okkara ikki var, sum hann átti at
vera, og er tí neyðugt at fáa eina
broyting. Tað krevst at manningin
fær góðan og væl tilgjørdan kost
tær løturnar, teir kunnu loyva sær
at skaffa.
Uttan at nerta við, hvat kokk
arnir fáa av tilfari á teim ymsu
skipunum, skal bert verða sagt,
at meðan hin óroyndi kokkurin
lítið og einki fær burtur úr tí besta
tilfari, kann ein dugandi kokkur
gera mangt væl og nýtiligt, so ikki
nýtist at fáa uppí saman.
Fýra ár eru nú umliðin, síðan
byrjað var við kokkaskúlanum í
Havn. Næmingarnir hava tikið
væl undir, og ætlanin er tí at halda
áfram við kokkaskúlanum á hvørj
um ári.
Við hesi bók, ið verður nýtt sam
bært kokkaskúlan í Havn, er ætl
anin at veita leiðbeining í vanligari
matgerð umborð í skipi.
Eftir teimum fylgjandi uppskrift
unum kann ein gera góðan, ódýran
og hóskandi mat, og vónandi verður
bókin til nyttu, hvat tí dygdargóða
og økonomiska viðvíkir.
Kokkaskúlin kom ikki at halda
áfram, eftir at bókin kom út.
Kanska hevur heimsbardagin spælt
inn. Men sjónarmiðini hjá Palla um
kokkaútbúgving og matgera eru
eins avgerandi í dag.
Kokkabókin var 23 síður, og
her eru 58 uppskriftir, líka frá út
vatning av klippfiski til tesnittur
og plukkfisk.
Føddur í Gøtu
Palle var føddur 15.7. 1901 við
Gøtugjógv. Hann var doyptur í
Gøtu kirkju 25. 7. sama ár.
Hann giftist við Onnu Helenu
Simonsen f. 20.4 1905 av Velbastað.
Hon var dóttir Petur og Hansinu f.
Vang, ættað av Bøgarði i Kaldbak.
Tey fingu hesi børnini, sum øll
vóru fødd í Havn:
Erling, f. 1928
Hansa Petrea (1930-1934)
Sigfred f. 1931
Óluva f. 1933
Hansa Petrea f. 1934, uppkallað
eftir systrini
Anna Poulina f. 1936
Elisabeth f. 1938
Leivur f. 1941
Rosa f. 1944
Birgith f. 1946
Árni f. 1947
Anna og Palle fluttu til Danmarkar
í 1954. Hon doyði 1981. Palle giftist
aftur og doyði í 1994.
Kelda: Poul á Kletti
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Hansa Petrea Poulsen: Pápin hevði
fyrsta kokkaskúla í Føroyum
Tað eru nokk so nógvar barnagravir við steini í gamla kirkjugarði. Um
børnini sjálvi kann sjáldan skrivast nógv. Men foreldrini hava sína
søgu, og tað hava tey eisini hjá 4 ára gomlu Hansu Petreu
Palle og Anna, foreldrini hjá Hansu Petreu
Palle fór í 1924 at arbeiða hjá Frants Restorff. Á myndini
er hann í hatti. Palle er uttan høgrumegin.
Palle hevði bakarí her í J.C. Svabosgøtu
Her í Bringsnagøtu hevði Palle kokkaskúla
HANSA PETREA POULSEN
F. 25 – 10 – 1930
D. 5 -3 1934
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá grøvini
hjá Jacob Poulsen, sum var sonur Polla Vilhelm.