Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Virðilig loysn á Nólsoyarleiðini – í heyst og frameftir? Á almennum fundi í Nólsoy, vóru ætlanir lagdar fram um nýggju ferjuna til Nólsoyar, men tíanverri fæst ikki innlit í eina tíðarætlan, ið lýsir gongd­ina í byggingini. Hetta er sera harmiligt fyri okkum, ið eru bundin sjóvegis. Harmi­ligt er tað eisini, tá vit sam­stundis kunnu hyggja aft­urá jaligan almennan fund og somuleiðis at tað tykist sum breið politisk undirtøka er fyri ferjubyggingini. Arbeiðsbólkurin í Nóls­ oy hevur sent SSL orð­ing­ar, ið fevna um flestu við­merk­ ingarnar nólsoyingar hava borið fram um nýggju ferjuna. Har­aftur­at hev­ur arbeiðs­ bólk­urin skrivað Vinnu­ mála­ráðnum fyrispurning um inn­lit í arbeiðsgongdina - har tíanverri staðfestast kann, at einki ítøkiligt er sett út í kortið. At málið ikki er frammi í miðlunum, kann av nóls­oyingum tulkast sum at nú er aftur steðgur í, hóast peningur er settur til hesa íløguna. Vónandi kunnu Vinnu­ mála­ráðið, Johan Dahl, lands­stýrismaður, Bogi Mort­ en­sen, SSL-stjóri, ella aðrir politikkarar, bera fram greiða tíðarætlan og lýsa ætlanirnar um nýggju ferjuna. Harafturat hevði verið gott at fingið innlit í ætl­ an­ina, tá ið Ternan verður tik­in úr Nólsoyarleiðini með­an Teistin er á beding. Lagt hevur verið fram, at talan var um hálvan august og átta vikur fram, men í Sosialinum 25/5-12 stendur á bls. 4: "Teistin skal til um­ vælingar í september..." og "Teistin verður úr sigling í níggju vikur, og hetta tíðar­ skeið røkir Ternan Sand­oy­ ar­leiðina." Spurningurin er so: "Hvør er virðiliga loysnin, ið eisini var nevnd á almenna fund­ inum?" Man talan vera um at seta Silju Star inn um heystið? Ella kanska at taka Rituna? Man ætlanin (eisini) vera at seta SAM inn, til rørslutarnað og til barnavognar, og at flyta farm, rusk, olju o.a.? Er virðiliga loysnin um Nóls­ oyarfjørð, eisini við tí atlitið, at ferðandi nú eru von við at bilurin kann takast við - uttan at standa í bil-bíðirað? Spurningarnir eru nógvir og skjótasti háttur at svara ivamálum, er at lata orð rúm­ ast í miðlunum. Vónandi verður okkurt at frætta í næstum. Jákup av Skarði kjak Deprimerandi sannleiks­ orð frá Odd Bjellvåg Í áhugaverdari samrøðu í Dimmalætting fríggja­ dagin sigur Odd Bjellvåg, at fleiri flokkar bóðu hann stilla upp til seinasta val. Hann segði nei við hesi grundgeving: "Soleiðis sum politikkur til tíðir verð­ur rikin í Føroyum, skalt tú vera klárur til at vera sosi­alt og sam­felags­ liga óreiði­ligur, utt­an, at talan er um lógar-brot. Tú skalt duga at býta sam­ felagsvirðini út frá einum subjektivum grundarlag, sum gagnar fáum og hev­ ur stórt virðistap fyri sam­felagið við sær". Tá eg las tað stúrsaði eg eitt sindur við. Helt tað vera ómetaliga depri­ merandi, at ein gløggur og vælútbúgvin maður hevur hesa fatan um okkara polit­isku skipan - og har­ við okkara samfelag. Eitt rættarsamfelag merkir eitt samfelag, sum verður stýrt sambært lóg­ um - og ikki sambært per­ són­ligum hugsanum hjá valdsharrum. At virðini verða býtt eft­ir ob­jek­tiv­um - og ikki sub­jek­tivum - treyt­um, er jú sjálvt grundar­lagið undir øllum væl­virk­andi, liberalum, fólka­ræðis­lig­ um londum. Og hvussu kann Odd Bjellvåg siga, at ein politik­ari í Føroyum SKAL duga at duga at býta sam­ felagsvirðini út frá einum subjektivum grundarlag? Ber ikki til ið hvussu er at virka fyri tí øvuta? Sjálvandi ber tað til. At sær komnir politikarar royna altíð at flyta síni lond frá persónsstýri til lógar­stýri. Men í gjár gjørdi løg­ tingið ta øvuta. Eitt upp­ skot var um at býta ið hvussu er ein part av makrelkvotuni sambært objektivum kriterium - nevniliga á uppboðssølu. Í staðin valdi løgtingið, at eisini hesin parturin skal býtast út sambært per­sónligu sannføringini hjá nøkrum fáum politik­ ar­um. Vit skulu í hesum føri ikki stýra sambært lógum, men sambært tí, sum nakrir fáir persónar halda vera rætt. Landsins lóg er tann subjektiva hugsanin hjá hesum persónum. Undir eini slíkari skip­ a­n eru orðini hjá Odd jú púra sonn, tíverri: Sum politikari SKALT tú duga at býta samfelagvirði út frá einum subjektivum grund­arlag. Tað hevur løgtingið sjálvt gjørt av. Sjúrður Skaale Í gjár fluttu vit okkum eitt stig frá lógarstýri til persónsstýri Eitt framúr gott átak, 'Havnin innan fyri Stóragarð'. Var tíverri ikki sjálvur í Norð­ur­ landahúsinum. Tað, sum eg vil viðmerkja, snýr seg um ferðslu. Bil­ ferðslan verður nevnd í kata­loginum og áskoðaninar eru rættar. Tó er neyðugt at hava eina serstaka ætlan fyri bilferðsluna parallelt við viðgerðini av hesum og líknandi uppskotum. Byggi­ætlanir broytast nógv frá byrjanini til endaliga bygg­ingin er framd. Tá broytingar so hvørt verða gjørdar í byggiætlanunum er tað ikki bilferðslan, sum hevur størstu vekt. Sostatt kann ein byggiætlan, sum upprunaliga hevði eitt gott árin á ferðslumynstrið, enda við einum minni góðum. Tað kann til dømis henda við, at gjøgnumkoyring verður møgulig á støðum, har tað ikki var ætlað og at størri parkeringsøkir verða gjørd. Ein ætlan fyri ferðslu má fyrst og fremst hava nøkur rættiliga einføld princippir, sum hædd kann takast fyri í øllum ferðsluætlanum og øðrum byggiætlanum. Eitt uppskot: Eitt øki (Miðbýurin, meira ella minni) verður ásett at vera 'serliga bilferðslutálmað'. Í hesum økinum skulu allar broytingar framyvir føra til at bilferðslan verður meira tálmað. Ongin gjøgnumkoyring gjøgnum Miðbýin. Summa­ staðni kann stongjast. Aðra­ staðni má setast forboð fyri gjøgnumkoyring við und­ antaki fyri bussar og neyð­ sendarkoyring. Parkeringin verður gjørd tíðaravmarkað (núver­andi tilgongd heldur fram). Lang- tíðarparkering skal vera áløgd eitt gjald. Sonu­parkeringin eigur summastaðni at røkka longri út. Í Steinatúni átti at verið gjøgnumkoyringsforboð. Tað er eitt dømi. Eini tíggju støð skuldu verið stongd ella ásett gjøgnumkoyringsforboð. Tvinnir trupulleikar eru í sambandi við at forbjóða gjøgnumkoyring. Annar er at handheva tað. Tað er ikki trupult at gera tað púra greitt hvar, tað er bannað at koyra ígjøgnum, men forboðið má handhevast. Hin trupulleikin liggur í, at tað má bera til at venda bilinum við punktið, har gjøgnumkoyringsforboð er. Summastaðni krevur tað eina størri broyting av veg­ num. Annars, fyri at gera tað møguligt at gera skilagóða ætlan fyri ferðsluna í Havn: Ein tunnil skuldi verið gjørd­ ur frá Eystaru Bryggju út til Norðara Ringveg ella har á leið. Hesin tunnil skuldi ein­ans servicera Eystaru Bryggju, eisini til dømis Norrønu. Sum er, gongur stór­ur partur av tungu ferðsl­uni út við Strond og ein partur gjøgnum býin. Hvørki er nóg gott. Úti við Strond hevur eitt einastandandi poten­tiali fyri býin, men av hes­um fæst als ikki nóg nógv burturúr orsakað av gang­ inum frá ferðsluni. Jógvan Olsen handan Á Vesturbýurin í Havn Havnin