fríggjadagur 1. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Takið tykkum saman!
Góðan dagin,
góðu áhoyrarar
og góðan 1. mai
Eg takki fyri høvið at bera
fram mína fyrstu 1. mai-
dagsrøðu her á Vaglinum í
Havn. Fari at byrja við at bera
fram eina yrking um nakað,
sum hevur týdning.
Hvaðan kemur ljósið?
Hvaðan kemur ljósið
Tað kemur úr myrkrinum
Hvaðan kemur láturin
Hann kemur úr grátinum
Hvaðan kemur ríkidømi
Tað kemur úr stríðnum
Hvaðan kemur takksemi
Tað kemur frá hjartanum
Hvaðan kemur saman
hald
Tað kemur tá tú tekur
hond næsta tíns
Og stendur saman við
honum.
Árið er 2012, og vit eru um
at sleppa verkinum av einum
longum verkfalli. Einum stríði
móti arbeiðsgevaranum, sum
ikki mettu arbeiðsmegina
hjá okkara limum nóg virðis
mikla heldur í ár.
Eg eri ikki sørt errin av
at vera ein teirra, ið luturin
fall á at røða her í dag. Hvør
orsøkin enn er til, at tað var
meg, tey heittu á, so snýr tað
seg ikki um meg ella hvør eg
eri, men hvar eg havi verið.
Eg havi ikki lossað á kaiini
ella strevast á flakavirki, eg
havi ikki lagað nakran varða
í føroyska samfelagnum, men
eg havi saman við nevndini
og 1500 limum í Føroya Peda-
gogfelag verið í stríði við
politisku
myndugleikarnar
og embætisveldið hjá bæði
landið og kommunum í 22
dagar – fyri at vinna betri løn
og arbeiðsviðurskifti.
Hví valdu vit at stríðast?
Jú, tað var tí at vit kundu
ikki fara heim og seta okk-
um, sum um alt var í lagi;
vit hildu, at nú var nokk!
Limirnir í Pedagogfelagnum
høvdu uppiborið meira og
betri enn embætisveldið í
glashúsinum í Kvíggjartúni á
Argjum vildi lata teimum fyri
teirra dagliga arbeiði. Skuldu
vit hugsandi hyggja okkum
sjálvi ella hvønn annan inn
í eyguni aftur, so máttu vit
siga, at nú er nokk!
Og tað var ikki sørt av
hóttanum, ið komu yvir okk
um teir fyrstu fáu tímarnar
av okkara stríði. Vit høvdu
enn ikki fatan av, hvat tað var
fyri stríð, vit fóru í, fyrr enn
teldupostar við vælvaldum
orðum og paragraffum vórðu
send okkum, um alt tað ólóg
liga, sum vit framdu við at
siga nei, nú er nokk! Vit vóru
farin í verkfall. Verkfall kann
metast við at fara í kríggj,
og tó ikki vápnað kríggj, vit
fóru í kríggj syngjandi og
dansandi við hjørtum í hond.
Tó mangan leikaði eisini hart
á – ikki nóg hart halda summi
– og kanska hava tey rætt.
Vit valdu at stríðast, tí
um vit fóru heim, kundu vit
ongantíð aftur geva nakra
skilagóða frágreiðing um hví
vit ótroyttilig gingu í ting
inum og rundan um tinghúsið
vikurnar til jóla í fjør. Vit
kundu ongantíð aftur geva
eina frágreiðing um, hví vit
skrivaðu greinar og skipaðu
fyri kunnandi fundum fyri
tykkum
og
teimum.
Vit
kundu ongantíð aftur geva
eina skilagóða frágreiðing
um, hví vit hertóku Vaglið
saman við “400 øðrum og 6
sandingum” (hetta var meting
løgmans, sum ikki hevði
stundir at møta til tiltakið, tí
hann sat heima og skrivaði á
Facebook, at nú mátti hann
antin siga 400 fólkum úr
starvi ella selja sín sál fyri
framhaldandi at sleppa at
vera
landsliðsleiðari).
Vit
kundu ikki fara heim og láta
sum einki.
Nú var nokk – vit vóru
tileinkisgjørd,
hildin
fyri
gjøldur og niðurgjørd undir
drúgvu
samráðingunum
bæði næstseinast og seinast.
Har var eingin vilji til at virða
frælsa
samráðingarrættin,
sum
er
grundarsteinurin
undir fakfelagsrørsluni í dag.
Norðurlendski samráðingar
hátturin, har tveir partar
virða rættin til samráðing
um betri viðurskifti fyri tey,
sum dagliga selja sína ar
beiðsmegi, sum dagliga tæna
arbeiðsgevaranum,
sum
dagliga gera nógv meira enn
tey áttu fyri at varðveita sítt
tilknýti til arbeiðsgevaran.
Norðurlendski samráðingar
hátturin er ein viðurkendur
samráðingarháttur í øllum
Norðurlondum og er virdur
av pørtunum á arbeiðsmark
naðinum og fleiri milliónum
arbeiðstakarum, bara ikki í
glashúsinum í Kvíggjartúni á
Argjum.
Nóg mikið um tað, okkara
stríð var júst byrjað, og vit
vórðu hótt. Vit settu okkum
ikki niður ella fóru til hús,
vit hildu á, og vit gjørdust
sterkari fyri hvønn einasta
dag, sum gekk. Eingin kundu
longur hótta okkum, tí vit
stóðu
saman.
Hóast
vit
stóðu einsamøll, so stóðu vit
saman. Vit hava fingið nógv
ar spurningar um, hví hini
ikki gjørdu tað sama; tað
kunnu bert tey svara fyri. Vit
kundu ikki gera annað, vit
høvdu fingið nokk! Og tað
kendist gott at stríðast og
merkja styrkina hjá okkara
limum – og tað kendist gott
at uppliva samhuga frá okk
ara systrum og brøðrum,
og tað kendist allarbest, tá
vit kendu, at millum fólk
ið høvdu vit blíðan vind og
ongar ákoyringar. Tvørtur
ímóti fingu vit stuðul av al
skyns slag, og takk fyri tað, øll
tit sum rættu okkum hond so
ella so.
At vera í einum stríði í 22
dagar krevur sína kvinnu,
og tað krevur sín mann. Vit
vistu ikki, hvørjum vit vóru
uppi ímóti, og tað skerst
ikki burtur, at tað, sum vit
høvdu upplivað við sam
ráðingarborðið, var bert ein
sjónleikur bílagdur av valds
harrunum handan tjaldið. Ein
dýrt goldin sjónleikur. Høvdu
leikararnir á Tjóðpallinum
fingið so góða løn fyri sínar
leikir, so bygdu tey skjótt
sítt egna Tjóðleikhús. Um
endamálið við leikinum var
at týna hugin til fólkaræði
og samhaldsfesti og at taka
burtur
viðurkenningina
fyri løntakaranum, arbeið
aranum,
tænaranum
ella
starvsfólkinum, ella um leik
urin bert skuldi møða okkum
- og tað gjørdi hann sanniliga
-, so fekk hann okkum ikki at
fara til hús. Vit høvdu fingið
nokk, og vit vildu stríðast fyri
at vinna aftur virðingina fyri
okkum sjálvum.
Sum Ghandi segði um tað
at stríðast: “Fyrst láta tey, sum
um tey ikki vita av tykkum,
síðan flenna tey at tykkum,
so fara tey at stríðast ímóti
tykkum, tá vinna tit."
(First they ignore you, then
they laugh at you, then they
fight you, then you win.)
Á fundum saman við
samgongulimum bæði undan
og aftan á, at samgongan
hevði skipað seg, vóru vit
nøkur sum søgdu, at “tað tit
gera nú, fer at knúsa føroyska
samfelagið, og tað fer at
knúsa hugin hjá tí einstaka
at arbeiða og útbúgva seg”.
Onkur fakfelagsleiðari segði:
“Verið tit glaðir, fyri at eg eri
eitt friðarligt menniskja, tí
annars veit eg ikki, hvussu
leikur fór fram. Spurningurin
er bara hvussu leingi eg fái
hildið mínum limum niðri,
og skuldi tað hent, at limirnir
ikki vilja haldast niðri meira,
so tori eg ikki at hugsa um
avleiðingarnar”. Hetta var
tikið sum ein hóttan, og
spurningurin er, um hetta ikki
var ein hóttan, ella um nakað
veruliga er at óttast fyri.
Fakfelagsstríð
og grýtulok
Einum grýtuloki skal ein
halda eyga við og tryggja
sær, at tað ikki prutlar so
nógv undir lokinum, at tað
kókar yvir. Í hesum døgum
eru grýtulokini tikin av, og
tað kann prutla so galið tað
vil, her hendir eingin ólukka.
Fólkið svevur, og leiðararnir
hava ikki tíð at stríðast, tey
eru farin til hús at samla
kreftir til eitt komandi stríð.
Gud viti nær. Grýtulokini
liggja slongd rundan um
tinghúsið, til onkur tekur tey
uppaftur.
Søgan um, tá 1. mai var
viðurkendur sum arbeiðara
dagur, er døpur og tung. Tá
í 1800-talinum var tað ikki
sum her hjá okkum í dag,
tá var tað ikki nóg mikið
við grýtulokum, karamellu
blikkum ella pappírsfloytum,
tá var vápnað stríð hvønn 1.
mai, og fólk vórðu handtikin
og lótu lív, og har var veruliga
ein orsøk til at óttast fyri, um
tað prutlaði ov harðliga undir
grýtulokunum.
Her er einki at óttast,
her tíma vit nóg illa at møta
upp til eitt 1. mai-dagshald, tí
kanska verða vit løgd undir at
stuðla andstøðuni, um vit vísa
okkum her. Tað kann væl vera
- men hvør stendur her í dag
við rættari pannu og sigur seg
stuðla førda politikkinum hjá
samgonguni?
Ja, um so er, so fari eg
spyrja, hvat fært tú burtur
úr tí, sum onnur ikki hava
uppiborið? Tey, eg kenni,
og tey, eg umboði, tey fáa so
einki burturúr. Tey hava mist
í ólukkumáta og fara at missa
enn meira.
Er tað so, at vit skulu
stríðast fyri at vinna virð
ing. Skulu vit stríðast fyri at
fáa viðurkenning fyri okkara
avrik. Tørvar okkum viður
kenning fyri okkara stríð, ella
er lønin ikki ein staðfesting
av, at vit gera eitt gott arbeiði?
Hvat fyri løn, spyr kanska
onkur?
Tey, sum einki arbeiði
hava, halda ivaleyst, at tað
at fáa løn, um hon er lítil, er
ein viðurkenning í sjálvum
sær. Tað skilji eg væl – og
tað tyngir mítt hjarta at vita,
at so mong eru arbeiðsleys
í Føroyum í dag – í hesum
tíðum, har tað er nærum
ógjørligt at klára seg við einari
meðalløn. Hvussu kann ein
klára at halda sínar skyldur
við arbeiðsloysisstuðli ella
almannaveiting sum einastu
inntøku?
Kann nakar lata eyguni
aftur fyri, at tað sita fólkavald
á tingi í dag, sum eru vald at
umboða okkum, og sum fáa
meira í skattafríum ágóðum
enn ein ófaklærdur ella ein
arbeiðsleysur fær at liva fyri?
Hvussu leingi hava vit ætlað
okkum at vera tolin og bíða
til betri tíðir – tað koma ikki
betri tíðir, uttan at vit stríðast
fyri
teimum.
Tær
verða
okkum ikki givnar, heldur
vera tær tiknar frá okkum
hvønn dag, meðan vit tolin
líta á og billa okkum inn, at
samhaldsfesti vinnur frama
millum borgarligu politik
ararnar. Tey, sum góvu gylt
lyfti um eitt betri samfelag
fyri øll, bert tey fingu tína
atkvøðu. Tey hava borðreitt
okkum eitt betri samfelag fyri
nøkur fá og eina ófrættakenda
stúran um dagin í morgin fyri
so mong.
Tó vit hava altíð bankar
nar og “Í menniskjum góður
tokki” at líta á – ella hava vit
nakran at líta á, annan enn
okkum sjálvi? Eg ivist – og tí
er tað so sera týdningarmikið,
at vit vakna úr svøvni og ikki
bara lulla og líta á, at tað nokk
blívur betri. Lukkutíð hava vit
listina at lata okkum eyguni
upp. Ella hava vit nakra list,
eru kor fyri nakrari list, eg
ivist. Í einum og hvørjum
samfelag eigur pláss at vera
fyri listini, tí um listin doyr,
so doyr samfelagið, so doyr
málið, og so doyr hugurin at
skapa; og um eingin hevur
hug at skapa, so er einki.
Tú og eg gera einki einsa
møll – vit mugu standa sam
an, og vit mugu tora at trína
fram um okkara egna vakur
leika og at missa gekka
skortin eina løtu og líta inn
í nakna, ljóta andlitið á veru
leikanum.
Borgarligu leigusveinarnir
hava stolið tína pensjón, og nú
stjala tey eisini tín aldurdóm,
og tey taka títt arbeiði frá tær,
um tey ikki fáa nóg mikið at
gjalda sítt egna gildi við.
Ein fær tað ljótu hugsan, at
tey í samgonguni bert hjálpa
sær sjálvum og sínum egnu
og als ikki leggja lag í Føroya
fólk, veljaran og tey, sum her
búgva. Tað eru mong, sum ikki
bara kunnu rýma ella ferðast
fyri at halda gerandisdagin
út, ella kunnu keypa sær fín
ar bilar at koyra langt í ella
skúma róman av søta lívinum,
meðan samgongan smíðar
lógir, sum oysa pening í egnar
lummar, har tey fólkavaldu
uttan at smæðast rópa ljót orð
eftir fakfelagsforkvinnum og
-monnum, tá tey rópa varskó!
Har sjónvarpsverturin verður
háðaður, tá spurningarnir ger
ast ov naskir og nærgang-andi.
At hugsa sær at liva í ein
um landi, har list einki rúm
eigur, har ungdómurin einki
rúm eigur, har serkunnleikin
einki rúm eigur, har familjan
einki rúm eigur, har starvs
fólk einki rúm eigur, har fólk
við sjúku og breki einki rúm
eigur, har eldri og óhjálpin
einki rúm eigur, har aldur
dómurin einki rúm eigur.
Spurningurin er, um tað bert
er tann ráðaríki, sum eigur
rúm?
Hvat
eru
Føroyar,
tá
eingin er eftir at taka á seg
ábyrgdina av námsfrøðiliga-,
heilsu- og røktararbeiðinum.
Tá pensjónistar í størri mun
eru farnir á almannahjálp,
tá bert tey ríku sleppa til
heilsuviðgerð, tá bert tey ríku
kunnu keypa sær pláss á ellis-
og røktarheimum, tá bert
børnini hjá teim ríku sleppa
at ganga á dagstovnum og í
skúlum við góðum normer-
ingum, tá bert tey ríku eru
millum tey fólkavaldu, og
tey eins og nú áseta síni egnu
lønar- og pensjónsviðurskifti.
Hvat eru Føroyar, tá bert fáir
menn eiga alt ríkidømið og
ráða yvir øllum loyvum og
rættindum, bæði á landi og
sjógvi. Hvat eru Føroyar, um
tær ikki eru fyri fjøldina og
fólkið, ið her býr?
Takið tykkum saman!
Takk fyri!
1. mai 2012
Maud Wang
Hansen
Forkvinna í Pedagog
felagnum
kjak