fríggjadagur 1. juni 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
U21 landsliðið upptakt
U21-landsliðsvenjarin ivast ikki:
Vit kunnu vinna
ímóti øllum
Fótbóltur Í kvøld spælir føroyska U21-landsliðið ímóti Makedonia í EM-undankappingini og
týskvøldið vitjar oddaliðið Serbia. Føroyska liðið er eyðsæð ógvuliga væl fyri hesaferð, og ein av
venjarunum, Bill McLeod Jacobsen, ætlar sær seks stig. – Vit hava gjørt tað fyrr og ætla at gera tað aftur.
Á heimavølli kunnu vit vinna á øllum, staðfestir hann og vísir á 1-0-sensatiónina ímóti Russlandi
Pætur Albinus
So er U21-landsliðið aftur savn
að. Seinastu dagarnar hevur hóp
urin fyrireikað seg til tvær upp
gávur á heimavølli, sum verða í
kvøld, fríggjakvøldið kl.19 ímóti
Makedonia, og týsdagin í komandi
viku kl.19 ímóti Serbia. Báðir dystir
nir verða leiktir á Ovara Vølli í
Gundadali, har venjingarnar hjá
føroyska liðnum eisini hava verið.
Føroyski hópurin er væl fyri
og hevur bara havt ein smáskaða
at dragast við. Tað er nevniliga
liðskiparin, Viljormur Davidsen,
sum fekk ein snudd í lærið í dysti
fyri danska felag sítt, FC Fyn. Hann
hevur ikki vant við fullari ferð enn,
men væntað verður, at hann gerst
tøkur til dystin í kvøld.
Makedonia
hevur
seinastu
dagarnar fyrireikað seg til dystin
ímóti Føroyum á graslíkisvøllinum
hjá Brøndby IF.
Sterkur hópur
Føroyski landsliðsvenjararnir, Heðin
Askham og Bill McLeod Jacobsen,
hava úttikið 22 mans til brutto
hópin. Av hesum eru 18 leikarar úr
heimligu kappingini og fýra leik
arar úr útlendskum kappingum.
Ein, sum hesaferð aftur er á liðnum,
er profilurin á A-landsliðnum,
Jóan Símun Edmundsson. Hann er
kanska besta dømið um, at føroyska
liðið hesaferð sær sera stint út, og
annar av venjarunum, Bill McLeod
Jacobsen, fegnast eisini um støðið.
– Vit hava úttikið ein hóp, har
nærum allir leikarar eru profilar
í feløgunum teir umboða, hava
góðan bóltførleika, nógva orku og
vilja berjast til tað seinasta fyri at
umboða Føroyar. Vit eru sera væl
nøgdir við innsatsin og støðið, sum
leikararnir hava lagt í venjingarnar.
Vit hava hesar seinastu dagarnar
sæð føroyskan fótbólt á sera høg
um tekniskum støði og leikararnir
leggja nógv fyri dagin. Tað er stutt
ligt at síggja so nógvar dugnaligar
leikararar saman í einum góðum
fótbóltsumhvørvi við náttúrligari
kapping, sum ein tíðum saknar í
Føroyum, sigur Bill.
Ætla sær seks stig
Føroyar spældu 11. novembur í fjør
ímóti Makedonia á útivølli, og tá
vunnu makedonar tepurt 1-0 eftir
annars nógvar góðar føroyskar mál
møguleikar. Tað er kanska serliga
ímóti Makedonia, at Føroyar hava
ein góðan møguleika, meðan tað
ímóti Serbia verður trupult ímóti
avgjørda oddaliðnum í bólkinum.
Fyrra dystin ímóti Serbia taptu Før
oyar 1-5. Hetta er tó ikki nakað, sum
skakar U21-landsliðsvenjaran, sum
ætlar sær úrtøku burturúr báðum
dystunum.
– Sjálvandi ætla vit at fáa stig
burtur úr dystunum. Málið er
seks stig, tí hetta er næsti og triði
heimadystur í hesi kappingini. Vit
vita eisini at tað kann vera trupult
at fáa fulla úrtøku í landsdystum
móti so góðum fótbóltsliðum sum
Makedonia og Serbia. Serbia hevur
eina øgiliga styrki og Makedonia
hevur ikki tapt í 15 dystum á rað.
Men tað er nú einaferð soleiðis, at
hetta er ein dystur á okkara heima
vølli, har vit ætla at seta dags
skránna. Vit hava gjørt tað fyrr og
ætla at gera tað aftur. Á heimavølli
kunnu vit vinna á øllum, sigur ein
sjálvtryggur Bill McLeod Jacobsen.
Hvussu ætla tit at spæla ímóti
Makedonia?
– Tá ið vit leiktu móti Makedonia
á útivølli í novembur í fjør, løgdu vit
fyri við høgum trýsti. Hetta gekk
sera væl og komu vit fram til fleiri
málmøguleikar. Tá megnaði heima
liðið við snarálopum á føroysku
gestirnar at bróta ígjøgnum og
fáa eina málið, sum gav tepra
1-0-sigurin. Fríggjakvøldið fara vit
at síggja eitt føroyskt lið, sum skiftir
ímillum spæl við høgum trýsti og at
trekkja seg og bíða, sigur Bill.
Vil menna leikararnar
Bill McLeod Jacobsen sigur, at tak
tikkurin ímóti Serbia týskvøldið
verður lagdur eftir dystin ímóti
Makedonia. Hann sigur tó, at hann
væl kann ímynda sær, at taktikk
urin verður nakað hin sami sum
ímóti Makedonia.
Fyrrverandi B68-venjarin, sum
nú á venjaraleiðini einans hug
savnar
seg
um
U21-landsliðið,
undirstrikar týdningin av, at U21-
landsliðið er ein klekingarmaskina
til A-landsliðið.
– U21-landsliðið er ein klekingar
maskina til A-landsliðið og tískil er
endamálið at menna leikarar og
seta við. Hetta hevur virkað væl og
haraftrat hava vit fingið góð úrslit
seinastu árini. U21-landsliðið hevur
leikt positivan fótbólt við skjótari
umstilling. Setningurin hevur verið,
at tað eigur bæði at vera stuttligt at
spæla og hyggja at okkara fótbólti.
Vónandi fáa vit góðan stuðul í
Gundadali hesi bæði kvøldini, tí 12.
maður kann bera langt, tað sóu vit
móti Russlandi á sinni, vísir Bill at
enda á.
Atgongumerkini til dystirnar
kosta kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,-
fyri børn.
Føroyski hópurin:
Rógvi S. Holm, Hallur Hansson
og Teitur Gestsson, HB
Karl Løkin, Dánjal á Lakjuni
og Jan Ellingsgaard, ÍF
Róaldur Jakobsen og
Høgni Eysturoy, B36
Hans Jørgensen og
Andre Olsen, B68
Páll Klettskarð og
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Kristian Joensen og
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Erling Jacobsen og
Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur
Heini Vatnsdal, FC Suðuroy
Gilli Sørensen, TB
René S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Viljormur Davidsen, FC Fyn (DK)
Bogi R. Petersen, Vejle (DK)
Jóan Símun Edmundsson, Viking (NOR)
Bólkur 4
stig
Serbia
11
Danmark
8
Makedonia
8
Norður Írland
4
Føroyar
1