Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen So er summar um alt Føroya land! Í dag er 1. juni, og í morgin verður fyrsti FM róðurin í kappróðri. Sum tað hevur verið øll árini, síðani tað í 1973 fyri fyrstu ferð varð kappast um FM sambært tí skipan, sum framvegis er gald­andi, so verður fyrsti róðurin á Norðoya­ stevnu í Klaksvík. Veðrið hevur mangan verið gott, tá ið stevna hevur verið í Klaksvík, men tað hevur sanniliga eisini ofta verið buldraligt – vindur, regn, onkun­tíð grovir kavaælingar – og róðrar­áhugað komast við, tá ið tað fyri ikki so langari tíð síðani var neyðugt at útseta róðurin í nakrar tímar, tí tað var so nógvur mjørki á vánni! Alt bendir á, at róðrarlíkindini verða góð í morgin. Tað hevur verið góðveður seinastu tvær vikurnar, og veðurforsøgnirnar siga frá góðum líkindum. Ivaleyst verður tað rættuliga svalligt hjá rógvarunum og ikki minst áskoðarunum, tí tað verður boðað frá høgætt, men vind­ urin verður millum lítil og eingin, og tað verður millum lítið og einki av avfalli. Klaksvíkingur í heimasjógvi Í fjør varð nógv gjørt burturúr, at tað eydnaðist Klaksvíkingi at vinna á Norðoyastevnu fyri fyrstu ferð í 41 ár. Tá var kappingin so intens, sum tað ber til at ímynda sær. Einasta takið, at Vestmenningur ikki var fremstur, var í tí, tá ið bátarnir fóru um málið! Fýra bátar luttaka í kappingini millum 10-mannaførini, og tað ljóðar frá, at allir hava fyrireikað seg sera væl og eru væl fyri. Umframt Klaksvíking eru tað Vestmenningur, sum var næstfyrstur í øllum sjey róðrunum í fjør og Suðuroyingur og Havnarbáturin. Ikki minst er spenningurin stór­ur, hvussu tað fer at roynast hjá teimum báðum síðst nevndu. Havnar­báturin hevur ikki sett sama dám á kappingina seinastu ár­ini soleiðis, sum báturin plagdi at gera. Nú er nýggjur bátur smíðaður, og teir, sum í fjør so sannførandi vunnu FM umborð á Argjabátinum, eru farnir heim um ánna at hjálpa Havnar Róðrarfelag, sum hevur verið illa spert. Nýstovnaða Suðuroyar Róðrar­ felag bjóðar seg fram við Suður­ oy­ingi, har nógvir eru umborð, sum hava róð við Riddaranum og Smyrli. Í Klaksvík er spenningurin stór­ur, tí tað er ongantíð komið fyri áður, at Klaksvíkingur hevur vunnið á Norðoyastevnu tvær ferðir á rað. Sigurssøgan hjá Klaksvíkingi er rættuliga stutt á Norðoyastevnu. Í heimasjógvi hava klaksvíkingar bara vunnið í 2011, 1970 og í 1958. Bæði í 1958 og í 1970 vunnu teir við nýggjum báti. Í fjør vann 10-mannafarið í Klaks­ vík FM við fullum stigatali. Um tað eydnast at vinna á Norðoyastevnu, so verður sigurin søguligur á tann hátt, at tað verður fyrsta ferðin, at Klaksvíkingur hevur endurtikið sigurin í heimasjógvi. Ikki stórir róðrar Samlaða luttakaratalið í kapp­ róðr­inum á Norðoyastevnu er 49 manningar. Størsti róðurin er 9 bátar. Tað er í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Lægsta luttakaratalið er í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum. Har fara bara tríggir bátar at kappast. Á 1500 metrum fara 6-manna­ førini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini at kappast. Felags fyri hesar tríggjar kappingarnar er, at fýra bátar bjóða seg fram. joannes@sosialurin.fo norðoyastevnuróður upptakt Startrøðin til FM-róðurin á norðoyarstevnu 2012 Leygardagin 02.Juni, fara 36 bátsmanningar at rógva fyrsta FM-róðurin í ár. Harumframt vera eisini 13 barnamanningar við. Startrøðin verður við hesum nummurum: Barnaróður, dreingir 6 Fípan Fagra 7 Pílur 8 Kollur 9 Frúgvin 10 Havfrúgvin 11 Junkarin Barnaróður, gentur 6 Teistin 7 Hulda 8 Jallurin 9 Royndin Fríða 10 Pílur 11 Tambar 12 Havfrúgvin Fimmmannafør, dreingir 6 Drekin 7 Havfrúgvin 8 Erla Kongsdóttir 9 Jallurin 10 Teistin 11 Firvaldur 12 Royndin Fríða Seksmannafør, kvinnur 8 Hvessingur 9 Páll Fangi 10 Rádni Fimmmannafør, gentur 5 Tjaldrið 6 Royndin Fríða 7 Hvassi 8 Erla Kongsdóttir 9 Sílið 10 Ørnin 11 Beinta 12 Fípan Fagra 13 Blikur Fimmmannafør, kvinnur 7 Falkur 8 Blikur 9 Strípan 10 Firvaldur 11 Havfrúgvin Seksmannafør, menn 7 Lómur 8 Riddarin 9 Sundabáturin 10 Skúgvur Áttamannafør 7 Argjabáturin 8 Miðvingur 9 Knørrur 10 Gullbrandur Tíggjumannafør 7 Vestmenningur 8 Klaksvíkingur 9 Suðuroyingur 10 Havnarbáturin Klaksvíkingar ætla at skriva søgu Tað eru sjey FM kappingar í róðri. Tann fyrsta er á Norðoyastevnu í morgin. Eftir róðurin í Klaksvík verður kappast trý tey næstu vikuskiftini: í Runavík 9. juni, í Kollafirði 16. juni og í Vági 23. juni. So verður eitt frívikuskifti, áðrenn tað verður lagt til brots í Vestmanna 7. juli og síðani í Sandavági 14. juli. Finalan í kappróðrarárinum 2012 verður ólavsøkuaftan, sum í ár er ein leygardagur. Tað er merkisvert, at tað í ár verða so fáar kappingar á longsta teininum. Á Norðoyastevnu í Klaksvík verður kappast á 1000 metrum og á 1500 metrum. Á Eystanstevnu á Skála­fjørð­ inum verður kappast á 1000, 1500 og 2000 metrum. Á Sundalagsstevnu í Kolla­ firði verður eisini kappast á 1000, 1500 og 2000 metrum. Á Jóansøku í Vági verður bara kappast á 1000 metrum. Á Fjarðastevnu í Vestmanna verður bara kappast á 1000 metrum. Á Vestanstevnu í Sandavági verður bara kappast á 1000 metrum. Á Ólavsøku verður kappast av Argjahøvda og inn undir Skipa­ felagið. Tann teinurin er stívliga 900 metrar. joannes@sosialurin.fo Bara tvær ferðir á langa teininum Kappróður Nógv bendir á, at kappingin millum 10-mannaførini verður størri í ár, enn hon var í fjør, tá ið Klaksvíkingur vann fyri fyrstu ferð á Norðoyastevnu í 41 ár