fríggjadagur 1. juni 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 62 · 1. juni 2012
5
VIKUSKIFTI
myndir: Eydbii Myndir
og nær Maria skal siga Una frá, tá til
dømis ein vegkantur er. Sambært Mariu
skal Uni hava eitt serstakliga gott álit á
henni, tá tey renna.
– Størsta avbjóðingin hjá Una er
at hava fult álit á mær sum fylgjara,
hann skal vera ótrúliga fleksibul og
kunna klára spontanar broytingar á
rennitúrinum, sigur Maria, sum sjálv
hevur runnið marathon tvær ferðir
áður. Hon legur afturat, at tað krevur
djúpa konsentratión frá báðum pørtum,
tá tey renna saman.
– Uni og eg skulu bæði konsentrera
okkum ógvuliga nógv. Timingin er alt
avgerandi, so eg skal kunna boða Una
frá í góðari tíð, men ikki ov góðari,
soleiðis at rennitúrurin kann verða so
lættur sum gjørligt, greiðir Maria frá,
sum er útbúgvin ergoterapeutur við
sergrein innan sjónøkið.
Renningin gevur nógv
Una dámar væl at røra seg, og í sínum
dagliga yrki sum massørur upplivir
hann, hvussu stóran týdning rørsla
hevur fyri likamið.
– Tá eg eri til arbeiðis brúki eg sjálv
ur kroppin rættiliga nógv, og fleiri av
teimum, sum eg masseri, eru fólk, sum
renna. Gjøgnum arbeiðið veit eg eisini,
hvussu kroppurin virkar, og tískil havi
eg tann fyrimunin, at eg veit, hvussu
og hví kroppurin reagerar, sum hann
ger onkuntíð, sigur Uni. Umfamt at
betra um kondiina, gevur renningin
Una nógv annað.
– Mær dámar væl at vera úti í før
oysku náttúruni, og harafturat hevur
mann tað gott aftan á ein rennitúr og
er glaður fyri túrin, sigur Uni. Teir
dagarnar, hann ikki rennur, venur
hann á crosstrainara og kondisúkklu,
men hóast ein stórur partur av tíðini
fer til venjing, er Uni ikki farin at hugsa
stórvegis um matin enn.
– Tankarnir eru har, og møguliga
verður okkurt, sum minnir um ein
kostplan, seinni. Sjálvur hugsi eg bara
um at eta vanliga sunt og eta ymiskar
matvørur, sigur Uni, sum ætlar sær at
renna nógv í summarferiuni.
– So við og við fara vit at trappa
upp við venjingunum, og eg kundi væl
hugsað mær, at luttikið í onkrum renni
kappingum her í landinum, áðrenn farið
verður til Athen í november, greiðir
Uni frá. Hóast hann ikki fær heilt somu
uppliving sum hinir síggjandi rennar
arnir, tá tey renna marathon í Athen,
ger Uni sær somu tankar eins og flestu
aðrir marathonrennarar.
– Tað, sum eg gleði meg allarmest
til, er at koma í mál og vita, at eg havi
klára tað, sigur Uni, sum tó ikki vil siga,
hvat næsta málið er eftir marathon
kappingina í november.
– Hetta er ótrúliga spennandi, men
nú royni eg fyrst at renna henda mara
thonteinin, og so taki eg støðu til, hvat
skal verða tað næsta. Ein nýggj ætlan
kann altíð vísa seg, sigur Uni.
Fakta
Navn: Uni Rasmussen
Aldur: 43
Bústaður: Norðagøta
Útbúgving: Massør
– Í gerandisdegnum hugsi eg ikki sum so, um at eg eri blindur, tí eg
geri stórt sæð tað sama eins og øll onnur, sigur Uni Rasmussen
– Eg haldi ikki, at tað verða sett mær harðari krøv enn øðrum fólkum, sum fáast við onkran ítrótt.
Tað snýr seg fyrst og fremst at hava viljan til at klára tað, mann setur sær fyri, sigur Uni Rasmussen