Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 62 · 1. juni 2012 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Alsamt fleiri føroyingar eru farnir at nýta renning sum venjingarhátt, og tað gerst eisini meir og meira van­ligt at føroyingar luttaka í mara­thon­kapp­ ingum her heima og uttanlands. Ein, sum er blivin bitin av renning, er Uni, sum ætlar sær til Athen í november at renna 42,1 kilometrar. Tað, sum ger hansara luttøku í Athen serliga, er, at Uni er blindur. Blindni er eingin forðing Í hesum døgum sæst Uni fleiri ferðir um vikuna renna í Gøtu og í Tórshavn, tí hann er farin undir fyrstu venjingarnar til marathonrenningina, sum verður í Athen í november í ár. – Tað eru ikki so nógv, sum vita um mína ætlan við at renna marathon, men tey, sum vita tað, stuðla mær hundrað prosent, sigur Uni. Leingi hevur hann spælt við tankan um at gera meira við renn­ingina, men ikki fyrr enn nú er hann av álvara farin at hugsa um marathon. – Tá eg av fyrstan tíð byrjaði at renna, var tað fyri at betra um kondiina. Úti á sjón­deplinum hava vit mangan prátað um marathon, og tá tey spurdu meg, um eg vildi renna eitt hálvt marathon, visti eg alt fyri eitt, at antin rann eg eitt heilt ella einki, greiðir Uni frá, sum als ikki heldur tað verða nakra forðing at vera blindur og íðka ítrótt. – Í gerandisdegnum hugsi eg ikki sum so, um at eg eri blindur, tí eg geri stórt sæð tað sama eins og øll onnur, sigur Uni Rasmussen. Umframt at renna hevur hann eisini fingist við kappróður og róði í 2000. – Eg haldi ikki, at tað verða sett mær harðari krøv enn øðrum fólkum, sum fáast við onkran ítrótt. Tað snýr seg fyrst og fremst at hava viljan til at klára tað, mann setur sær fyri. Fylgjarin stóran týdning Tá Uni rennur, er tað ikki heilt upp á sama máta, sum tá síggjandi renna ein túr. Við sær hevur hann nevnliga ein fylgj­ara, Mariu Svabo Hansen, sum starv­ast á Sjóndeplinum. Í løtuni venja tey bæði saman í Gøtu og í Havn umleið tríggjar ferðir um vikuna, umframt at tey eisini venja hvør sær. Tá tey renna saman, hava tey eitt elastikk ímillum sín, og so kunnar Maria Una um teinin, kantar, broytingar í lendinum, kilo­ metratal og so framvegis. – Skal eg renna, eri eg noyddur at hava ein fylgjara, sum allatíð fortelur mær um allar tær broytingarnar, sum eru á rennitúrinum, sigur Uni, sum á ongan hátt kennir seg ótryggan, tá hann rennur. – Eg eri tíbetur ongantíð dottin enn, men eg eri heldur ikki bangin fyri at detta, greiðir Uni frá. Tá hann og Maria renna túrar venja tey eisini, hvussu – Antin renni eg eitt heilt ella einki. Soleiðis hugsaði Uni Rasmussen, tá hann bleiv spurdur um at renna eitt hálvt marathon. – At eg eri blindur er als eingin forðing, sigur 43 ára gamli Uni Rasmussen, sum í í løtuni venur til sítt fyrsta marathon Rennur marathon í myrkri Uni Rasmussen fer at renna marathon saman við fylgjaranum Maria Svabo Hansen