fríggjadagur 1. juni 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 62 · 1. juni 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg at fara upp í kommunalpolitikk?
Eg eri uppvaksin við kommunalpolitikki. Pápi mín
var býráðslimur hjá Vágs kommunu í 24 ár fram til
1. januar 2009. Somuleiðis vóru góður menn, sum
Ovi Mikkelsen, sáli, og Henrik Old dagligur gestir
í mínum barnaheimi í Vági. Samfelagsviðurskifti,
søga og politikkur hava annars altíð havt mín áhuga.
Eg var ikki meira enn 8 ella 9 ár tá ið eg fyrstuferð
royndi at fylgja við politiska kjakinum, sum tá var.
Hvørji eru tíni hjartamál?
Eg havi mong hjartamál: Serliga er tað barna- og
ungdómsøki, sum er míni stóru hjartamál. Okkum
vantar enn ein nýggja dagsstovn í Kollafirði og enn
fleiri frítíðartilboð til ungdómin eitt nú á Argjum. Børn
við serligu tørvi, sálarveik, rørðslutarnað og eldri hava
eisini høga raðfesting. Somuleiðis er ítróttur ovarliga
í mínari raðfesting. Okkum vantar ein fótbólsvøll í
Hoyvík, 50 metra svimjihyl, musikkskúla, golfvøll og
eitt Baðiland hevði ikki verið av vegnum. Sum nevnt
omanfyri, so er KT-øki eisini eitt stort hjartamál. Men
tað er gongd komið á fleiri av hesum politisku málum.
Hvørji eru størstu avrikini
hjá sitandi samgongu?
Skúlin á Argjahamri, skúlin við Løgmannabreyt,
Boðanesheimið, fleiri ungdómshús eru komin, 3 flokkur
fær nú frítíðarskúlatilboð og fleiri útstykkingar eru nú
í Hoyvík og í Kollafirði. Enn er sjálvsagt nógv sum er
í gerð eitt nú verður Hoyvíkshøllin og umbygd osv.
Stillar tú uppaftur?
Eg havi ikki tikið endaliga støðu, men her kann
alt henda, tí mær dámar væl lokalpolitikk, tí
tað er skjótt frá hugskoti til handling.
Hvussu heldur tú teg í for?
Eg spæli fótbólt innandura og uttandura.
Hvat gert tú í frítíðini?
Eg havi ikki nógva frítíð, men eg royni at
vera heima, tá ið tað liggur fyri.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Eg ferðist alt ov lítið, havi ikki stundir
til tað. Men eri viðhvørt í Vági.
Tá ið tú ert uttanlands, er tú til sól
á strondini ella til aktiva feriu?
Eg eri nok til bæði. Havi akkurát verið í
Danmark, men tað var ein aktiv feria.
Hvat er tí lívrættur?
Fleskasteik, eplir
og brún sós.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Føroyskar sendingar, søgusendingum, krimifilmun
og dokumentar sendingar hjá eitt nú DR2.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Tórshavn »Býur og býarbørn« hjá Birgar Johannesen
Verður tú framvegis
býráðspolitikari um 10 ár?
Tað má tiðin fara at vísa, men mær dámar hetta
væl, og ein skal jú gera tað, sum einum dámar.
Eina ferð í flogfarinum sat eg við
síðuna av einari snøggari kvinnu,
sum hevði hildið leiðsluskeið í
Føroyum. Hon er donsk sjálvandi.
Eftir tað obligatoriska túna
prátið um veðrið í Føroyum
spurdi eg, ikki bara tí eg var
høviskur, men eisini av forvitni
spurdi eg, hvat ein góður leiðari
er, hvussu ein góður stjóri er.
Spurdi, hvat krevst av einum
fólki, sum er so ósmæðið, at tað
bjóðar seg fram at stýra einum
arbeiðsplássi.
Hon hevði sjálvandi svarið,
hevði jú skeið í júst hesum evni.
Um eg kundi fáa svarið fyri
einki. Jú, gamaní, svaraði hon og
flenti, skilti sarkasmuna í spurn
inginum.
Leiðarar og stjórar eiga fyrst
og fremst at minnast til fyrsta
og annað boð hjá teimum ovast
uppi, eingin við síðuna av og
eingin yvir.
Fyrsta boð, segði hon so: tú
skalt vanvirða tíni starvsfólk.
Annað boð: ver arrogant/ur.
Eg kann taka triðja boð
við eisini, segði hon. Hav ein
starvsfólkadag um árið, so halda
starvsfólkini kjaft allar hinar
dagarnar.
Ja, og tað fjórða, segði hon
kát so eftir at hava fingið sær úr
reyðvínsglasinum úr plasti.
Sig einki fyri fólki.
Hetta er kjarnin í tí at fáa góð
úrslit á arbeiðsplássinum.
At forkela fólk er at spilla tey
við eftirlæti. Meira tey fáa, meira
krevja tey. Fáa tey ikki, grenja
tey til tey fáa. Júst sum børn, júst
sum børn.
Eigur tú børn, spurdi hon. Nei.
Eg væntaði nú, hon fór at siga,
hvussu nógv, hon átti, men tað
gjørdi hon ikki. Og eg legði ikki í
at spyrja.
Og so var tað klassikarin,
heimsins vánaligasta umbering,
vit hava ikki ráð. Strika orðið
prioritering og raðfesting í
orðabókunum.
Soleiðis segði hon har uppi
millum skýggini, 825 km/t.
Fært tú selt handan boðskapin
í Føroyum, vildi eg vita.
Ja, sum einki, svaraði hon.
Fyri nógvar pengar, segði eg.
Eg líði onga neyð, segði hon.
Og vit fóru at tosa um alt
annað, okkurt meira hugaligt og
ikki so kyniskt.
Eg segði henni frá einum av
mínum yndisstøðum í Keyp
mannahavn, sum selur smurt
breyð, øl og brennivín og nógvan
hugfarsligan hugna sum fyrr í
tíðini.
Breyð við snerktum, royktum
álli og steikifeitti í staðin fyri
smør. Og eina flís afturat
við gomlum røstum osti við
rommi. Snaps í fornuftigari
stødd. Ein vanligur snapsur er
fýra sentilitrar, ein fornuftigur
snapsur, sum fryntligi tænarin
kallar hann, er seks sentilitrar,
sjálvandi. Og myrkt øl. Og hugni
sum sagt og eingin skundur.
Síðani upp aftur í býin í góðum
lagi, hóast eisini tað, at vera væl
hýrdur, er forboðið, tí tað er
heilsuskaðiligt.
Alt, sum var etið og drukkið
har niðri, er eisini heilsuskaðiligt.
Sama ger. Vit fáa at síggja,
hvat telur við og hvat ikki á
dómadegi.
Man tað eisini vera ein stór
synd at spilla seg sjálvan við
eftirlæti?
Vit komu til Kastrup í øllum
góðum. Og eg veit framvegis ikki,
um hon skemtaði ella tosaði í
fullum álvara.
Og minnist til, nú sólin er her,
at eisini hon er skaðilig.
Havi ikki hoyrt ella lisið enn,
at mánin er skaðiligur. Men uttan
iva er hann tað.
Vit kunnu til dømis siga, at
tey, sum síggja mánan, sova helst
ov lítið. Og tað er ringt fyri heils
una. Ja, tað ber til at doyggja av
svøvnloysi.
Las beint nú, at meistarin
Haneke fekk gull í Cannes fyri
filmin Amour. Havi ikki sæð
filmin. Men eg veit, at gullið er
uppiborið. Eg veit, at Amour er
ein góður filmur. Tí Haneke ger
ikki vánaligar filmar.
Hesin nýggi filmurin brúkar
tesuna hjá týskaranum Ernst
Bloch, sum segði, at deyðin er
ein gøla, hann er ein háðan móti
teimum livandi.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Levi Mørk
lagt til rættis: Leo Poulsen
Eg havi mong
hjartamál í
lokalpolitikki
Levi Mørk valdi at stilla upp til kommunuvalið í 2008,
tí hann saknaði tey bleytu virðini. Hann heldur,
at sitandi býráðssamgonga hevur avrikað nógv
stórmál í skjótt farna valskeiði, men hann hevur ikki
enn tikið støðu til, um hann stillar upp aftur í heyst
Loftkent leiðsluskeið