fríggjadagur 1. juni 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 62 · 1. juni 2012
8
VIKUSKIFTI
Harpan
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Íslendingar eru erpnir av Harpuni. Og
í Føroyum eru vit erpin av, at gøtu
maðurin Ósbjørn Jacobsen, sum starv
ast hjá donsku arkitektafyritøkuni
Henning Larsen, var leiðandi arkitektur
fyri verkætlanina.
Meðan tað í Føroyum skapti yvir
skriftir, at ein føroyingur var oddamaður
fyri eini slíkari verkætlan, so hevur
sjálv Harpan skapað yvirskriftir í út
lendskum miðlum síðani hon varð tikin
í nýtslu.
Í desember í fjør varð Harpan kosin
sum ársins byggjarí í Norðurlondum.
Hesin heiður kom frá týðandi svenska
magasininum fyri arkitektur og design,
FORM.
Í januar í ár fekk Harpan ein annan
stóran heiður. Hesaferð kom mentanar
húsið í Reykjavík á ein lista yvir tíggju
tey bestu konserthúsini í heiminum, har
arkitekturur og akustikkur ganga upp
í eina hægri eind. Tað er viðurkenda
bretska magasinið Grammaphone, sum
hevur gjørt listan, ið er bygdur á met
ingar frá fimm altjóða arkitektur- tón
leikaummælarum av øllum heimsins
konserthúsum, ið bygd eru seinasta
áratíggju.
Mundi verið av ongum
Harpan, sum hevur verið karmur um
fleiri stórslignar konsertir og tignarlig
tiltøk, mundi annars verið av ongum.
Ovurhondsstóra verkætlanin byrjaði í
2004, tá arkitektakapping, sum fevndi
um eitt stórt øki til Harpuna, hotell,
íbúðarbygningar, bankamiðstð, handlar
og so framvegis varð útskrivað.
Í 2008, tá fíggjarkreppan rakti Ísland
so meint, steðgaði at kalla alt byggi
arbeiði upp. Men arbeiði við Hørpuni
varð tikið uppaftur, og í síðst í august í
fjør varð Harpan alment tikin í nýtslu.
Meðan arbeiði var í gongd og til sjálvan
hátíðardagin, tá Harpan gjørdist opin
fyri almenninginum, vóru fleiri úti og
mótmæltu. Fleiri vístu á, at tað var
vitleyst at byggja eitt stórt og dýrt
mentanarhús, samstundis sum íslend
ingar vórðu tveittir á gøtuna og sjúkra
hús vórðu stongd. Hesi førdu fram, at
Harpan var ímyndin av ørskapi og
grammleika. Nú eru tey fleiri sum
halda, at Harpan eins væl er ímyndin
av vónini um eina bjartari framtíð í
Íslandi.
Salurin er eitt ljóðføri
Harpan fevnir um fýra salir ella megin
hallir av ymsari stødd. Hesir rópast
Eldborg, Norðurljós, Silvurberg og
Kaldalón. Akkustikkurin í salunum
kann lagast til eftir tørvi við tveimum
yvirhangum, við mekaniskum hurðum
og einari umfatandi skipan við ljóð
fangandi klæði, soleiðis at salirnir í sær
sjálum eru at rokna sum eitt ljóðføri.
Tað er íslendski listamaðurin Ólafur
Eliasson, sum hevur prýtt húsaklædn
ingin á Harpuni. Hetta er gjørt eftir
geometriskum mynstri, ið minnir um
stabbagrót. Sjálvur býurin, sólin og
havið endurspeglast aftur í klædning
inum og skapar eitt heilt serligt ljós inni
í sjálvarin Harpuni.
Sosialurin var í Íslandi herfyri, har
myndirnar á hesum síðum stava frá.
Enn hevur nýggjasti stoltleikin í Íslandi, Harpan, ikki eitt ár
á baki. Men prýðiliga mentanarhúsið í Reykjavík hevur longu
nú vunnið altjóða viðurkenning og er nógv róst
Hátíðarliga
Harpan
myndir: Rólant waag dam