fríggjadagur 1. juni 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 62 · 1. juni 2012
14
VIKUSKIFTI
Bakgrund
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Altjóða spurnarkanningar úr fleiri
londum hava leingi víst, at danir, saman
borið við onnur lond, sum heild leggja
nógv minni í religión enn onnur fólk.
Sambært tølum frá Gallup Danmark
seta sløk 25 prosent av dønum ongan
tíð fótin innum kirkjugátt. Og í hinum
endanum eru tað bert sløk 6 prosent
sum vitja kirkjuna hvørja viku. Úti í
heimi er Danmark ímyndin av teimum
sekuleru virðunum, og er síðani
Muhammed kreppuna í 2005 vorðin
ímynd av anti-fundamentalismu.
Danska serstøðan á religiøsa øk
inum fekk fyri nøkrum árum síðani
amerikanska samfelagsfrøðingin Phil
Zuckerman til at skriða sær í nakkanum.
Zuckerman hevði fingið til uppgávu
at gera hagtøl yvir, hvussu nógv »ikki
trúgvandi« vóru til í heiminum, tí hesi
tøl manglaðu samanborið við onnur
religións hagtøl. Tá hann samanbar
hagtøl frá ymsum londum, gjørdist
honum greitt, at Danmark og Svøríki
vóru millum teirra, ið áttu flest fólk, ið
lýstu seg sum »ikki religiøs« og søgdu
seg leggja minst í religión. Samstundis
visti hann frammanundan, at Danmark,
saman við hinum norðanlondunum,
taldist millum heimsins hægst mentu
vælferðarsamfeløg, umframt at hava
»lukkumet« í miðal per íbúgva. Forvitni
fekk ræðið á honum. Kanska onkur
samanhangur var at finna millum
tímiligu lukkuna og vantandi hugin
til religión? Mundu danir og sviar nú
veruliga leggja so lítið í religión, sum
hagtølini góvu ábendingar um? Og
mundi okkurt religiøst ikki goyma seg
handan irreligiøsu fasaduna? Hann
setti sær fyri at finna fram til, hvat
búði handan irreligiøsu hagtølini og
flutti til Danmarkar. Í eitt ár gjørdi
hann longri samrøður við 150 danir og
sviar um teirra tilknýti til tað religiøsa.
Samrøðurnar tóktust vátta irreligiøsu
hagtølini: hóast danir vóru fegnir um sín
kristna mentanararv, fyltu trúarspurn
ingar og religión sum heild veruliga
sera lítið í gerandisdegnum. Religiøsir
spurningar komu í stóran mun á aftastu
røð. Eftir stendur spurningurin hví so
stórur munur man vera á Danmark og
Svøríki, samanborið við eitt nú Føroyar
og USA, har religión tykist fylla væl
meiri í gerandisdegnum hjá nógvum
fólkum?
Nóg mikið í sær sjálvum
Ein radikal frágreiðing uppá donsku
støðuna kemur úr USA. Samfelags
Í Danmark verður dúgliga kjakast um tómar kirkjur og minkandi áhuga
fyri fólkakirkjuni og hennara trúboðan. Og úti í heimi er Danmark vorðið
kent sum eitt av heimsins minst religiøsu samfeløgum. Samstundis hava
religiónsfrøðingar roynt at givið sítt boð uppá irreligiøsu støðuna
Millum
heimsins minst
religiøsu
samfeløg