Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 62 · 1. juni 2012 15 VIKUSKIFTI granskararnir Ronald Inglehart og Pippa Norris góvu í 2004 sítt boð í bókini »Sacred and Secular«. Teir saman­bóru hagtøl yvir religiøsitet og vælferðar­ støðið fyri heili 80 lond. Hagtølini yvir religiøsitet bygdu á spurnarkanningar, har millum annað var spurt, hvussu nógv religión fyllir í gerandisdegnum hjá fólki. Ímeðan vælferðarhagtølini góvu eina mynd av sosialari trygd: miðal livistøði, ójavna og materiellari trygd generelt. Niðurstøðan var greið: tess størri sosiali tryggleikin var í einum samfelag í miðal, tess minni tóktist religiónin at fylla í samfelagnum og hjá tí einstaka. Og øvugt: religiónin tóktist fylla væl meiri undir ótryggum sosialum viðurskiftum. Frágreiðingin er, sambært teimum, at religiónin gerst eitt trygdar­net í tilveruni, tá sosiali trygg­leikin ikki er nøktandi. Eitt slag av eksistentiellari trygd. Danmark taldist í frágreiðingini millum tey londini, ið høvdu størsta sosiala tryggleikan í miðal við relativt lítlum og avmarkaðum sosial­um ótryggleika. Í so máta tykist danska vælferðarsamfelagið vera við til at greina donsku líkasæluna. Tryggleika frágreiðingin hevur mang­an verið havd á lofti, tá spurt verður, hví Føroyar munnu vera so religiøsar samanbornar við onnur lond. Søgu­liga hevur nátúran, tættleikin til havið og óstøðuga veðrið gjørt tilveruna hjá føroyingum ótryggari, og tí hevur religiónin spælt so stóran leiklut, verður ført fram. Henda frágreiðingin er tó kanska nakað smøl, um hon sleppur at standa einsamøll – Phil Zuckerman vísir í sínari bók »Gudløse samfund« frá 2008 á, at alment fíggjaða fólkakirkjan í Danmark eisini kann vera ein partur av frágreiðingini uppá at danir eru »minni trúgvandi«. Tí religión er sum einhvør annar marknaður: Er eingin drívmegi til at kappast, gerst vøran minni spenn­ andi. Prestur fær sína løn, um so tað eru 5 ella 100 fólk til gudstænastu. Víst verður á, at almenna kirkjan ikki kenn­ir tað sama trýstið at »vera up to date« sum t.d. fríkirkjurnar gera. Í USA er sum kunnugt eingin alment fíggj­að kirkja, tí er nógv størri kapping mill­ um fríkirkjurnar um »kundarnar«. Sann­leikin liggur kanska onkunstaðni á miðj­uni millum tað religiøsa útboði og eftir­spurn­ingin – tørvin á religiøsum tryggleika. Mín, tín og okkara religión Hóast danir ganga lítið í kirkju, og religión tykist fylla lítið í gerandis­ degnum hjá teimum, eru nærum 80% framvegis limir í fólkakirkjuni. Við støði í sam­røð­unum kemur Zuckerman til tað niður­støðu, at kristindómurin og fólka­kirkjan sum mentanarlig eyðkenni fram­vegis hava stóran týdning fyri fólkini í heimsins minst religiøsu sam­ feløgum. Men religiøsa innihaldið tykist vera grundleggjandi broytt í mun til tað, kirkjan traditionelt hevur staðið fyri. Ístaðin fyri at kirkjan hevur nakran veruligan myndugleika til at siga, hvussu danir skulu skipa sína til­ veru, er sambandið við kirkjuna vorð­ið alsamt meiri selektivt. Ístaðin fyri sið­ bundna kirkjugongd er kirkjan í størri mun vorðið eitt tilboð millum fleiri, ið kann brúkast eftir tørvi til serlig høvir, eitt nú til jóla og giftarmál. Í bók­ini Gudstro í Danmark frá 2005, vísir danski religiónsfrøðingurin Peter Luchau á, at danir í spurnarbløðum í minni og minni mun vilja nevna seg sjálvar »religiøsar«, teimum dámar betri heitið »spirituellir« ella »trúgvandi«. Ein frá­greiðing uppá hetta kann vera, at tað, at vera »religiøsur« umboðar nakað dogmatiskt og fastlæst, ímeðan »trúgvandi« í størri mun umboðar ein opinleika fyri ymsum lívsáskoðanum. Tað gerst ein spurningur um heiti. Modern­aði religiøsiteturin leggur upp til eitt sjálvtøkuborð, har til ber at velja tað frægasta burturúr fleiri religiónum og lívsáskoðanum eftir ynskum og føri­ muni. Tí er vanligt í Danmark, og helst eisini í størri og størri mun í Føroyum, at vit eitt tíðarskeið fara á buddistiskt klestur at meditera og annars í kirkju á jólum, og tá tað annars hóskar okk­ um best. Eingin religión umboðar allan sann­leikan og allar eitt sindur av sann­leika; eitt sindur av buddismu og kristin­dómi blandað saman, tað er modernaður religiøsitetur. Fólkakirkjan í Dan­mark hevur hóast alt hetta roynt at tikið sær um reiggj fyri at vera við í tíðini: við nýggjum meditatiónsátøkum, náttargudstænastum og nútímans konsertum. Til víðari kunning kann bókin hjá Phil Zuckerman, Samfund uden Gud, útgivin á forlagnum Univers í 2008, við­mælast. Sambært tølum frá Gallup Danmark seta sløk 25 prosent av dønum ongan­tíð fótin innum kirkjugátt. Og í hinum end­anum eru tað bert sløk 6 prosent sum vitja kirkjuna hvørja viku